SAMKOMAN Í NEBO

Á Kneysum 12
Fo- 650 Toftir
Teldupostur: nebo@nebo.fo
Heimasíða: www.nebo.fo

Anita Tausen tlf. +298 447842
Undir Nesinum 11
Fo-650 Toftir

Tiltøk sum eru í Nebo eru m.a. familjumøti, sunnudagsskúli, bønarmøti, ungdómsmøti. Meira fæst at vita um tiltøkini við at fara á heimasíðuna hjá Nebo.

Nøkur av tiltøkunum eru ikki á skránni á hásumri!

Elstar
Kristian Gunrim, Saltnes tlf. +298 237292
Oddmar Tausen, Toftir, tlf. +298 296079
Jóhannus M. Olsen, Toftir, tlf. +298 217060
Jóannes Hansen, Toftir, tlf. +298 211822
Jóhan Andrias Hansen, Toftir tlf. +298599852

Samkoman
Fyrstu møtini í samkomuni á Toftum vóru í 1925 – í stovuni hjá Sonnu og Andreasi í Túni. Salurin varð bygdur í Gamla bø omanfyri úti í Viku. Hann varð tikin í nýtslu á trettandu í 1935. Fyri lítlari hálvari øld síðani varð salurin lyftur upp, og tað varð bygt niðanúr, so pláss varð fyri køki og wc.

Fyrst í sjeyti árunum varð loftið sett í stand, og gamla gongin varð tikin uppí salin. Í áttati árunum varð køkurin gjørdur umaftur. Seinastu árini eru alt fleiri komin í salin, og harvið er hugsanin um nýggjan sal ment. Fyrsti fundur, um møguligan nýggjan sal, var hildin aftaná eitt morgunmøti 15.03.1998, har tosað varð um møguligt keyp av grundøkið.

Gamli salurin bleiv seldur til Tofta Talvfelag.