Levi gull vinnari í Racerunning
18. juli 2017
Levi Hanusson á Nesi er gullvinnari í Racerunning í aldursbólkinum U14.
Í seinastu viku luttók Levi í einari Racerunning kapping‚ sum var í Keypmannahavn. Tey vaksnu kappaðust um HM, meðan Levi luttók í einari Junior cup kapping við luttakarum frá nógvum londum
Trýst á myndina fyri fulla střdd

Hetta er fyrstu ferđ at Levi luttekur í hesi kapping‚ og ikki kann sigast annađ enn tađ gekk framúr vćl. Levi luttók í 2 kappingum‚ og kom heimaftur viđ 2 gull heiđursmerkjum.

Av tí at eingin luttakari var í U14 klassanum, sum Levi kappađist í, luttók hann saman viđ vaksnum í sama klassa. Tey vaksnu kappađust um HM.

Levi kappađist í 60m og 100m og bleiv nr 3 í báđum kappingunum. Eitt fantastiska flott úrslit, sum hann fekk 2 gull medaljur fyri, tí hann var einasti luttakari í hansara klassa, í hansara aldursbólki.

Levi kom heim sunnukvřldiđ‚ og íbúgvarnir viđ Gaddavegin skipađu fyri móttřku. Nógv fólk vóru og tóku ímóti Levi. Vegna Nes kommunu segđi borgarstjórin nřkur orđ og ynksti Levi hjartaliga til lukku viđ flotta úrslitinum.

Fleiri myndir frá móttřkuni síggjast á Facebooksíđuni hjá Nes kommunu.




Aftur