Størv leys at søkja í Tofta skúla
8. mai 2017
Leys størv eru at søkja í Tofta skúla til setanar frá 1. august 2017. Umsóknarfreistin er 23. mai kl. 12.00. Sí niðanfyri
Trýst á myndina fyri fulla stødd

Lærarastørv og størv sum stuðul í Tofta skúla

 

Hesi størv verða lýst leys til skúlaárið 2017/2018 til setanar frá 1.august 2017:

 

·         1 tíðaravmarkað lærarastarv vegna lærara í farloyvi

·         1 tíðaravmarkað lærarastarv vegna lækkað tímatal, serligan tørv og møguligar avlopstímar.

·         1 tíðaravmarkað lærarastarv vegna lækkað tímatal, serligan tørv og møguligar avlopstímar. Endaliga tímatalið verður ásett eftir 1. september.

·         5 tíðaravmarkað størv sum stuðul skúlaárið 2017/2018:

Størvini hava setanarbrotið: 0,475 – 0,455 – 0,397 – 0,392 og 0,332

Talan er um stuðul til næmingar, sum hava serligan tørv

 

Skúlanum tørvar lærarar, ið serliga kunnu átaka sær:

·         støddfrøði, náttúra og tøkni, føroyskt, danskt og kristni

·         handaverk og list

·         serligan tørv

·         KT – varða arbeiði

 

Vit vænta at tú:

·         ert fyrikomandi, umhyggin, álítandi og dugir at samstarva

·         vil taka á teg tær uppgávur sum eru í skúlanum

·         í samstarvi við leiðslu og starvsfelagar vil vera við til áhaldandi at menna skúlan

 

Førleikakrøv:

Útbúgvin sum fólkaskúlalærari. Ynskiligt er, at umsøkjarar hava starvsroyndir í fólkaskúlanum.

 

Lønar- og setanartreytir:

Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so at tey, ið sett verða, eru tænastumannasettir lærarar frammanundan. 

Lærarastørvini verða lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Størvini sum stuðlar verða lønt sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.

 

Umsóknir:

Umsóknir við c.v. og avriti av prógvum skulu sendast til: tof@skulin.fo og vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi týsdagin 23.mai kl. 12.00.

 

Nærri fæst at vita um størvini frá Maritu Dalsgaard, skúlastjóra á tlf. 447332 & 565005.

_____________________________________________________________________

Tofta skúli hevur komandi skúlaár 194 næmingar í 1. – 10.fl.

Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.toftaskuli.fo




Aftur