Onnur tíðindi

Jólatrøini í Nes kommunu tendrað

  • 3
    Shares

Jólatrøini blivu tendrað leygardagin 2. des, og byrjaði tiltakið kl. 15.30 við, at Elin á Torkilsheyggi, forkvinna í mentanarnevndini, bjóðaði vælkomin og greiddi frá skránni. Nes Sóknar Musikfelag, spældi nøkur løg, og Jaspur Langgaard helt talu og tendraði jólatræið á Toftum.

Jólamennir komu við sløkkiliðsbili, og børnini fingu góðgæti.

Aftaná vórða øll boðin í kjallaran í Fríðrikskirkjuni til kakao og bollar.

Jólakonsertin, sum var kl. 17.00 í Fríðrikskirkjuni, eydnaðist sera væl. Tey  sum luttóku vóru hesi: Kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni, Petur Hans Hansen, Streingjakórið, Bólkurin ELISHA, Hans & Margretha Poulsen og Undirhúskórið. Framførslurnar vórðu í frammanfyri nevndu raðfylgju.

Her er talan hjá Jaspuri Langgaard. Trýst her