Onnur tíðindi

FÍGGJARÆTLANIN 2018

Fíggjarætlanin fyri 2018 hjá Nes kommunu varð í gjárkvøldið samtykt við aðru viðgerð. Fyritreytirnar fyri inntøkunum erU, at skattaprosentið verður óbroytt, 20,5 prosent, og at barnafrádrátturin hækkar við kr. 500, frá kr. 5.000 til kr. 5.500.

Nettoinntøkan fyri 2018 er mett til 52,3 mió. kr. í mun til 46,9 mió. kr., sum er metta inntøkan fyri 2017. Ein hækking uppá 5,4 mió. kr., ella 11,6 prosent.

Rakstrarkostnaðurin fyri 2018 er mettur til 45,4 mió. kr. í mun til 43,8 mió. kr., sum er metti kostnaðurin fyri 2017. Ein hækking uppá 1,7 mió. kr., ella 4,0 prosent.

Útgreining av rakstrarkostnaðinum í 2018:

§1 Kommunal fyrisiting4,5mió. kr.
§2 Almanna- og heilsumál16,0mió. kr.
§3 Børn og ung10,9mió.kr.
§4Undirvísing3,6mió. kr.
§5 Mentan og frítíð3,3mió. kr.
§6Teknisk mál4,3mió. kr.
§7 Kommunalt øki2,8mió. kr.

Rakstrarúrslitið verður sostatt eitt avlop áðrenn íløgur á 6,8 mió. kr.

Samtykt er at gera íløgur í 2018 fyri 15,7 mió. kr, sum kunnu sundurgreinast soleiðis:

Heilsumiðstøðin                       0,1mió. kr.
Útbygging av frítíðarskúlanum1,6mió. kr.
Umvæling av Tofta skúla, 81. bygn.1,2mió. kr.
Hálvtekja omanfyri fimleikarhøllina0,1mió. kr.
Nýtt teknikrúm til svimjihylin1,0mió. kr.
Gøtan við Toftavatn0,1mió. kr.
Útstykking3,7mió. kr.
Dagføring av vegnum á Agninum2,1mió. kr.
Spillivatnsætlanin0,2mió. kr.
Trýstbingja til Endurnýtsluvirkið0,2mió. kr.
Havnalagið (flutningur tunnilsgrót v.m.)3,5mió. kr.
Vinnuøkið við Rætt (útbygging)1,9mió. kr.

Tøkur peningur pr. 30.09.2017 er 9,3 mió. kr. Nettoskuldin er 14,2 mió. kr., sum svarar til 30,4 prosent av einari skattaálíkning við einum skattaprosenti á 23,0. Lánsavdrøgini í 2018 verða 2,9 mió. Samtykt er at upptaka nýtt lán uppá 7,0 mió. fyri í 2018.

Nes kommuna
Jóhannus Danielsen, borgarstjóri