Onnur tiltøk

Jólatrøini verða tendrað

  • Dagfesting:

Jólatræshaldið verður leygardagin 2. des, og byrjar í ár kl. 15.30 við, at Elin á Torkilsheyggi, forkvinna í mentanarnevndini, bjóðar vælkomin og greiðir frá skránni. Nes Sóknar Musikfelag, sum trúliga á hvørjum ári luttekur, spælir nøkur løg, og Jaspur Langgaard heldur talu og tendrar jólatræið á Toftum.

Jólamennir koma við sløkkiliðsbili, og børnini fáa góðgæti.

Aftaná verða øll boðin í kjallaran í Fríðrikskirkjuni til kakao og bollar.

Kl. 17.00 verður jólakonsert í Fríðrikskirkjuni. Hesi luttaka: Kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni, Petur Hans Hansen, Streingjakórið, Bólkurin Elisha, Hans & Margretha Poulsen og Undirhúskórið. Framførslurnar verða í frammanfyri nevndu raðfylgju.