Onnur tíðindi

Endurlýsing: Námsfrøðiligur stuðul søkist til Tofta skúla

  • 9
    Shares

Søkt verður eftir 1 námsfrøðiligum stuðli í tíðarskeiðnum 12. mars til og við 26. juni 2018.

  • 1 starv sum námsfrøðiligur stuðul á 317 árstímar (lønarbrot 0,495)

Talan er um stuðul til næmingar í 2. og 5.fl., ið hava serligan tørv.

Vit vænta at tú:

  • ert fyrikomandi, umhyggin, álítandi og dugir at samstarva
  • vil taka á teg tær uppgávur sum eru í skúlanum
  • í samstarvi við leiðslu og starvsfelagar vil vera við til áhaldandi at menna skúlan

Lønar- og setanartreytir:

Starvið sum stuðul verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.

Umsóknir:

Umsóknir við c.v. og avriti av prógvum skulu sendast til: tof@skulin.fo og vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi hósdagin  8.mars kl. 12.00.

Nærri fæst at vita um størvini frá Duritu Jakobsen, skúlastjóra á tlf. 565050

_____________________________________________________________________

Tofta skúli hevur hetta skúlaárið 200 næmingar í 1. – 10.fl.

Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.toftaskuli.fo