Onnur tíðindi

Durita nýggjur stjóri í Tofta skúla

  • 52
    Shares

Rigmor Dam, landsstýriskvinna, hevur sett Duritu Jakobsen í starvið sum skúlastjóra í Tofta skúla frá 1. januar 2018 at rokna.

Durita Jakobsen, sum býr í Syðrugøtu, er 45 ára gomul. Hon tók læraraprógv í 2002, AKT útbúgving í 2004 og útbúgving sum cand.pæd.pæd.psyk. í 2013. Eisini hevur Durita grundskeið í leiðslu, er náms- og sálarfrøðiligur ráðgevi í Tofta og Runavíkar skúla og hevur ávísar fyrisitingar- og leiðsluroyndir við atliti at trivnaðararbeiði.

Durita Jakobsen hevur drúgvar undirvísingarligar royndir, sum lærari í Tofta skúla, og hevur m.a. skipað AKT og SSP arbeiðið á skúlanum.

Nes kommuna ynskir Duritu hjartaliga til lukku og góða eydnu í nýggja starvinum.