Bygdaráðsfundurin 04.11.2013 - kl.17.00 til kl.19.00

Fundarstað: Fundarhøli

Hjástødd: Jóhannus Danielsen x
Súni í Hjøllum x

Elin á Torkilsheiggi x

Niclas Davidsen x
 Súnfríð Jacobsen x
Jákup A. Olsen x
Mortan Højgaard x
Hansy H. Skarðsá, skr. x
 

Til viðgerðar:

 

Mál nr. 157/2013 Fíggjarmál

J.nr. 2013- 0031-0146

Málslýsing

Eykajáttanin til Barnaverndartænastuna skal hava tvær viðgerðir. Fyrsta viðgerð var á bygdarráðsfundi 07.10.2013.

Eysturoyar Barnaverndartænasta søkir um eina eykajáttan fyri fíggjarárið 2013 uppá íalt kr. 1.361.000,00, og herav er parturin hjá Nes kommunu kr. 282.390,00. Av tí, at Nes kommuna, á fíggjarætlanini fyri 2013, hevur sett meira pening av enn tað sum mett var, verður parturin hjá Nes kommunu kr. 270.000,00 í eykajáttan til virksemið.

Tilmælir

Á fundi 26.09.2013 mælir Trivnaðarnevndin til, at Nes kommuna rindar sín part av eykajáttanini.

Á fundi 30.09.2013 tekur Fíggjarnevndin undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini, og at játtanin verður tikin av tøkum peningi.

Avgerð

Á bygdaráðsfundi 07.10.2013 vóru tilmælini frá Trivnaðarnevndini og

Fíggjarnevndini einmælt samtykt.

Eykajáttanin til Barnaverndartænastuna var einmælt samtykt við aðru viðgerð.

 
Mál nr. 158/2013 Fíggjarmál

J.nr. 2013- 0004-0016

Málslýsing

Broytingin í kommunustýrisskipanini skal hava tvær viðgerðir. Fyrsta viðgerð var á bygdarráðsfundi 07.10.2013.

Í kommunustýrisskipanini, kappitul II, um samsýningar sigur stk. 6. "Varaborgarstjóri fær eina árliga samsýning uppá 10% av samsýningini, ið verður givin borgarstjóranum".

Tilmælið

Á fundi 30.09.2013 mælir Fíggjarnevndin til, at stk. 6 í kommunustýrisskipanini, kapittul II, um samsýningar, verður broytt til:

"Varaborgarstjóri fær eina árliga samsýning uppá 10% av samsýningini, ið verður givin borgarstjóranum, tá setanarbrøkurin, hjá borgarstjóranum er 1/2, og 5% av samsýningini, ið verður givin borgastjóranum, tá setanarbrøkurin er 1/1”.

Avgerð

Á bygdaráðsfundi 07.10.2013 var tilmælið frá Fíggjarnevndini einmælt samtykt.

Súni í Hjøllum var úti, meðan málið var viðgjørt.

Broytingin í kommunustýrisskipanini var einmælt samtykt við aðru viðgerð.

Súni í Hjøllum var úti, meðan málið var viðgjørt.

 
Mál nr. 159/2013 Fíggjarmál

J.nr. 2013-0019-0051

Málslýsing

Fyrispurningur er komin, frá Tofta Ítróttarfelag, um endurgjald av innbúgvi á Svangaskarði, sum í 2013 er keypt fyri kr. 10.000,00.

Skrivstovan í niðastu hæddini er nú innrættað til felagshøli. Hetta er gjørt fyri at styrkja um trivnaðin hjá limunum, og fyri at avlasta nýtsluna av hølunum á miðhæddini.

Í hesum sambandi hevur Tofta Ítróttarfelag keypt borð, stólar og eitt skrivaraborð. Innbúgvið er keypt fyri kr.10.000,00.

Tilmælið

Á fundi 29.10.2013 mælir Fíggjarnevndin til, at Nes kommuna keypir innbúgvið, frá Tofta Ítróttarfelag, fyri kr. 10.000,00, og at peningurin verður tikin av stovninum Svangaskarð.

Avgerð

Tilmælið hjá Fíggjarnevndini var einmælt samtykt.

 
Mál nr. 160/2013 Fíggjarmál

J.nr. 2013-0004-0020

Málslýsing

Menningin innan EDV-útbúnað gongur við rúkandi ferð, og tað er ein sannroynd, at um EDV-útbúnaðurin ikki verður dagførdur javnan, so er tað skjótt, at ein verður afturúrsigldur.

Nes kommuna hevur stóran tørv á dagføringum innan EDV-útbúnaðin.

Borgarstjórin og roknskaparleiðarin hava kannað ymiskar møguleikar, bæði í sambandi við keyp av EDV-útbúnaði og forritum, og hýsing og leigu av sama. Mælt verður til, at Nes kommuna fer í forhandlingar, við veitara, um hýsing og leigu av EDV-útbúnaði og forritum.

Tað er ein treyt fyri hýsing, at hýsingin er í tryggum umhvørvi, og at veitarin kann hava eina grannskoðaraváttan sum skjalprógv.

Tilmælið

Á fundi 29.10.2013 mælir Fíggjarnevndin til, at fyrisitingin fer í forhandlingar við møguligar veitarar.

Avgerð

Tilmælið hjá Fíggjarnevndini var einmælt samtykt.

 
Mál nr. 161/2013 Mentanarmál

J.nr. 2013- 0023-0138

Málslýsing

Í skrivi 21.10.2013 er umbøn komin frá Forminnisfelagnum um, at Nes kommuna heldur áfram at stuðla Bygdasavninum.

Fornminnisfelagið takkar hjartaliga fyri tann árliga peningastuðulin, sum Nes kommuna veitir savninum, og eisini fyri annan stuðul og vælvild, ið verður sýnd savninum.

Tilmælið

Á fundi 29.10.2013 mælir Fíggjarnevndin til, at stuðulin til Fornminnisfelagið, fyri 2014 verður tann sami, sum fyri 2013.

Avgerð

Tilmælið frá Fíggjarnevndini var einmælt samtykt.

 
Mál nr. 162/2013 Skúlamál

J.nr. 2013-0049-0017

Málslýsing

Umsjónarmaðurin í skúlanum ger vart við, at kolfiltrini, í svimjihylinum, eiga at verða útskift. Umsjónarmaðurin metir, at hann kann gera arbeiðið sjálvur. Eisini hevur hann ynski um at fáa ein heilsukliva til svimjihøllina.

Tilboð eru komin frá tveimum veitarum, Nomatek og Ergo.

Tilmælir

Á fundi 22.10.2013 tekur tekniska nevnd undir við, at kolfiltrini verða skift, og at ein heilsuklivi verður keyptur til svimjihøllina. Mælt verður til at taka av tí lægra tilboðnum, sum er frá Nomatek, uppá kolfiltur og heilsukliva. Umsjónarmaðurin, ger arbeiðið sum krevst fyri at skifta kolfiltur.

Nomatek setur heilsu klivan upp, og at reglugerð verður gjørd í samb. við nýtsluna av heilsuklivanum.

Á fundi 29.10.2013 tekur Fíggjarnevndin undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd. Og at peningurin verður tikin av stovninum Svimjihøllin.

Avgerð

Tilmælini frá Teknisku nevnd og Fíggjarnevndini vóru einmælt samtykt.

 
Mál nr. 163/2013 Mentamál

J. nr. 2013-0019-0050

Málslýsing

Í skrivi 21.10.2013 søkir áhugafelagið Tign um fíggjarliga stuðul til raksturin av felagnum.

Tign er áhugafelag, sum hevur til endamáls at verja áhugamálini hjá øllum teimum, sum búgva á røktarheimi ella hava tørv á heimahjálp, eisini teimum, ið eru niðanfyri pensjónsaldurin.

Endamálið hjá felagnum er at ávirka politiska mynduleikan til at bøta um umstøðurnar hjá eldri og vanførum, bæði á røktarheimum og í sambandi við røkt heima við hús.

Felagið arbeiðir eitt nú við at royna at ávirka, at normeringar verða ásettar á røktarheimum, og at heimarøktin verður lagað eftir tørvinum hjá tí einstaka og í samráði við tey avvarðandi.

Eisini arbeiðir felagið fyri, at lóg um Borgarastýrda Persónliga Atstøðu (BPA) verður sett í gildi. BPA fer at gera tað møguligt hjá persónum, við likamligum ella sálarligum vanføri, at seta í starv egnar hjálparar, soleiðis at tey kunnu klára seg heima hjá sær sjálvum sum longst.

Møguleiki er eisini at tekna seg sum lim hjá felagnum.

Tilmælir

Á fundi 23.10.2013 mælir Mentanarnevndin frá at veita stuðul til raksturin.

Mentanarnevndin mælir til, at Nes kommuna teknar seg sum lim í felagnum.

Á fundi 29.10.2013 tekur Fíggjarnevndin undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.

Avgerð

Tilmælini frá Mentanarnevndini og Fíggjarnevndini vóru einmælt samtykt.

 
Mál nr. 164/2013 Fíggjarmál

J.nr. 2013-0011-0038

Málslýsing

Fíggjarætlanin 2014

 

Tilmæli

Fíggjarnevndin mælir til, at høvuðstølini til fyrstu viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2014, hjá Nes kommunu, vera hesi:

Rakstur

§1 Kommunal fyrisiting            kr. 3.983.000

§2 Almanna- og heilsumál        kr. 4.102.000

§3 Børn og ung                       kr. 9.239.000

§4 Undirvísing                         kr. 3.669.000

§5 Mentan og frítíð                  kr. 2.416.000

§6 Teknisk mál                       kr. 2.815.000

§7 Kommunal virki                  kr. 2.995.000

Rakstur í alt                     kr. 29.219.000

Íløgur

§3 Børn og ung                          kr. 100.000

§5 Mentan og frítíð                     kr. 360.000

§6 Teknisk mál                          kr. 265.000

§7 Kommunal virki                     kr. 100.000

Íløgur í alt                             kr. 825.000

Rakstur og íløgur í alt      kr. 30.044.000

 
Rentustuðul                              kr. 1.000.000

Rentuútreiðlsur                        kr. 1.520.000

Rentuinntøkur                             kr. -20.000

Kommunuskattur                   kr. -32.600.000

Húsaleiguskattur                         kr. -60.000

Felagsskattur                            kr. -800.000

Kapitaleftirlønir                         kr. -800.000

Aðrar inntøkur                          kr. -124.000

Úrslit kr.                                 -1.840.000

Til afturgjaldan av skuld

Afturgjald av skuld                   kr. 1.840.000

 

Avgerð

Fíggjarætlanin fyri 2014 var eimælt samtykt við fyrstu viðgerð.

Tilmælir um skattaprosent:

Fíggjarnevndin mælir til, at skattaprosentið, til fyrstu viðgerð, av Fíggjarætlanini fyri 2014,verður óbroytt, 20,5 %.

Uppskot, frá Mortani Højgaard, um at hækka skattaprosentið 1 % til 21,5 %.

Avgerð um skattaprosent:

Uppskotið, um at skattaprosentið skal hækka 1 % til 21,5 %, fekk 3 atkvøður fyri, Niclas Davidsen, Mortan Højgaard og Jákup Olsen og 4 atkvøður vóru í móti, Jóhannus Danielsen, Súnfríð Jacobsen, Súni í Hjøllum og Elin á Torkilsheyggi.

Tilmælið frá Fíggjarnevndini um at skattaprosentið verður 20,5 % var samtykt, 6 atkvøður fyri, Jóhannus Danielsen, Súni í Hjøllum, Jákup Olsen, Elin á Torkilsheyggi, Súnfríð Jacobsen og Niclas Davidsen, eingin ímóti og 1 var blonk, Mortan Højgaard.

Tilmæli um barnafrádrátt í 2014

Fíggjarnevndin mælir til, at barnafrádrátturin, til fyrstu viðgerð, av Fíggjarætlanini fyri 2014, verður óbroyttur, 5.000,00 kr. pr. barn.

Avgerð
Tilmælið frá Fíggjarnevndini var einmælt samtykt um at barnafrádrátturin verður kr. 5.000,00.
 
 
---------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------
 

Kunning um rakstrartølini fyri 9 teir fyrstu mánaðirnar í 2013:

Rakstur

30.09.2013

Fíggjaræltan

munur

%

§1 Kommunal fyristing

2.666.196

3.874.000

1.207.804

31

§2 Almanna- og heilsumál

2.505.999

3.588.000

1.082.001

30

§3 Børn og ung

7.273.386

9.886.000

2.612.614

26

§4 Undirvísing

2.850.887

3.828.000

977.113

26

§5 Mentan og frítíð

1.413.977

2.009.600

595.623

30

§6 Teknisk mál

1.938.747

3.603.000

1.664.253

46

§7 Kommunal virki

2.126.973

3.127.000

1.000.027

32

Rakstur í alt

20.776.165

29.915.600

9.139.435

§20 Inntøkur v.m.

-23.444.000

-32.107.000

-8.663.000

27

Rakstur pr. 30.09.2013

-2.667.835

-2.191.400

476.435

0

Íløgur

30.09.2013

fíggjaræltan

munur

%

§3 Børn og ung

37.188

0

-37.188

0

§4 Fólkaskúlin

46.752

0

-46.752

0

§5 Mentan og frítíð

2.540.884

2.910.000

369.116

13

§6 Teknisk mál

240.251

-215.000

-455.251

212

§7 Kommunal virki

2.762.217

3.550.000

787.783

22

Íløgur í alt

5.627.292

6.245.000

617.708

10

Íløgur og rakstur í alt

2.959.457

4.053.600

1.094.143

27