Bygdaráðsfundurin hin 07.01. 2013 kl. 17,00

Fundarstað: Bygdaráðssalurin

Hjástødd vóru:
Jóhannus Danielsen x

Súni í Hjøllum x

Elin á Torkilsheyggi x

Jákup A. Olsen x

Niclas Davidsen x

Mortan Højgaard x

Súnfríð Jacobsen x

Alfred Olsen - ref. x

 
Til viðgerðar:

 

Mál nr. 1/2013 Fíggjarmál.

Málslýsing

Í sambandi við, at fráfarandi bygdaráð hevði ábyrgd av at gera og samtykkja fíggjarætlanina fyri 2013, bleiv samtykta fíggjarætlanin fyri 2013 framløgd og gjøgnumgingin fyri nývalda bygdaráðnum av fíggjarleiðaranum hjá Nes kommunu. Fíggjarætlanin bleiv gjøgnumgingin konto fyri konto.

Tilmælir

Eingi tilmælir.

Avgerð

Nývalda bygdaráðið tók framløguna sum kunning.

 
Mál nr. 2/2013 Fyrisitingarmál.

J. nr. 2013-0004-0016-17

Málslýsing

Skrivarin hjá Nes kommunu gjøgnumgekk kommunustýrislógina, kunngerðina um samsýning v.m. sambært kommunustýrislógini, kommunustýrisskipanina og fundarskipanina fyri Nes kommunu. Eisini vóru aðrar kommunalar reglugerðir gjøgnumgingnar.

Nýggja bygdaráðið hevur avgjørt at stovna eina nýggja nevnd, Vinnunevnd, og tí er neyðugt at fáa lýst arbeiðsøkini hjá Vinnunevndini í kommunustýrisskipanini. Galdandi kommunustýrisskipan og fundarskipan eru frá 2005, og neyðugt er tí eisini við nøkrum dagføringum.

Tilmælir

Borgarstjórin mælti til, at formansskapurin gjørdi eitt tilmæli til bygdaráðið til dagførda kommunustýris- og fundarskipan. Tilmælið skal verða klárt til 1. viðgerð á komandi bygdaráðsfundi, 28. januar 2013.

Avgerð

Tilmælið var einmælt samtykt.

 
Mál nr. 3/2013 Fyrisitingarmál.

J. nr. 2012-0004-0014

Málslýsing

Kommunan skal áseta og lýsa teir almennu bygdaráðsfundirnar fyri komandi ár. Siðvenja er, at bygdaráðsfundirnir eru mánadagar kl. 19.00. Hesir blivu samtyktir á bygdaráðsfundi hin 03.12.2012 og verða lýstir í januar.

 
Fundir í 2013:

Mánadagin 28. januar          nevndarvika nr.: 3

25. februar                         nevndarvika nr.: 7

18. mars                            nevndarvika nr.: 10

15. apríl                             nevndarvika nr.: 14

13. mai                              nevndarvika nr.: 18

24. juni                              nevndarvika nr.: 24

2. sept.                              nevndarvika nr.: 34

7. okt.                               nevndarvika nr.: 39

4. november                      nevndarvika nr.: 43

2. des.                               nevndarvika nr.: 47

Tilmælir

Borgarstjórin mælti til, at broyta tíðina fyri almennu bygdaráðsfundirnar til kl. 18,00 í staðin fyri kl. 19,00.

Avgerð

Tilmælið var einmælt samtykt.

 
Mál nr. 4/2013 Brunamál.

J. nr. 2012-0005-0003

Málslýsing

Nú lógin um eldsbruna er avtikin og nýggja lógin um tilbúgving er komin í staðin, eru onkrar broytingar. Hvør kommuna ella kommunur í felag skulu velja eina tilbúgvingarnevnd. Lógin ásetir eisini hvør skal manna tilbúgvingarnevndina. Í Løgtingslóg nr. 61 frá 15. mai 2012 §12 er ásett:

§ 12. Kommunustýrið hevur ábyrgdina av tilbúgvingini í kommununi.

Stk. 2. Kommunan skal seta eina Tilbúgvingarnevnd til fyrisiting av kommunalu tilbúgvingini.

Stk. 3. Kommunan skal seta ein tilbúgvingarleiðara, ið hevur rakstrar- og átaksábyrgdina av kommunalu tilbúgvingini.

Stk. 4. Í Tilbúgvingarnevndini situr borgarstjórin, sum er formaður, tilbúgvingarleiðarin, eitt umboð fyri Føroya Landfúta og ein meiriluti, tilnevndur av kommunustýrinum.

Stk. 5. Kommunur, sum eru felags um kommunala tilbúgving, skulu hava felags Tilbúgvingarnevnd og felags tilbúgvingarleiðara. Í felags Tilbúgvingarnevndini situr ein meiriluti, sum kommunustýrini tilnevna, felags tilbúgvingarleiðarin og eitt umboð fyri Føroya Landfúta. Borgarstjóri er formaður.

Heitið "brunaumsjónarmaður”er burtur í lógini og heitið Tilbúgvingarleiðari komið í staðin.

Tilmælir

Vísandi til tilbúgvingarlógina, §12, stk. 4, mælir borgarstjórin til at velja borgarstjóran, Jóhannus Danielsen, í nevndina fyri Skálafjarðar Sløkkilið, í staðin fyri Niclas Davidsen, og sostatt uppfylla krøvuni í lóguni.

Avgerð

Tilmælið var einmælt samtykt

Kunning

Borgarstjórin kunnaði bygdaráðslimirnar um ymisk mál.

Fundabókin lisin upp.

Fundur lokin kl. 19.30