Bygdaráðsfundurin 05.11.2012
 

Fundarstað: Bygdaráðssalurin

Hjástødd vóru:
Símin Johannesen x
Súni í Hjøllum x

Elin á Torkilsheyggi x

Johannus Danielsen x

Súnfríð Jacobsen x

Petur J. Petersen x

Jákup M. Kjeld x

Alfred Olsen - ref. x
 

Mál nr. 142/2012 Fíggjarmál

J. nr. 2011-0011-0027

Brunanevndin hevur á fundi 03.10.2012 gjøgnumgingið og góðkent grannskoðaða roknskapin fyri 2011 og fíggjarætlanina fyri 2013 hjá Skálafjarðar Sløkkiliðið.

Roknskapurin er sendur Nes kommunu til ummælis.

 
Fíggjarnevndin mælir til at góðkenna roknskapin hjá Skálafjarðar Sløkkiliðið fyri 2011.
Tilmælið frá Fíggjarnevndini var einmælt samtykt.
 

Mál nr. 143/2012 Fíggjarmál

J. nr. 2012-0011-0032

Skálafjarðar Sløkkilið hevur sent fíggjarætlanina fyri 2013 til ummælis hjá Nes Kommunu.

 
Fíggjarnevndin mælir til at góðkenna løgdu fíggjarætlanina fyri 2013 hjá Skálafjarðar Sløkkiliðið.
Tilmælið frá Fíggjarnevndini var einmælt samtykt.
 

Mál nr. 144/2012 Fíggjarmál.

J. nr. 2008-0023-0034.

Á fundi í summar, sum Bank Nordik hevði biðið um, vóru ymisk bankaviðurskifti umrødd. Bank Nordik hevur ætlanir at seta teir bankabygningar sum ikki vera brúktir alment til sølu, harímillum var bygningurin á Toftum.

Bankin vísti á, at hetta er ein góður fyrisitingarbygningur, sum kann brúkast til ymiskt, og verður í dag brúktur sum eitt vælvirkandi Ungdómshús, men teir koma ikki at brúka bygningin aftur, og um so skuldi verið, so kann pengasjálvtøkan flytast til annan bygning á Toftum, og tí vildu teir umhugsa at geva Nes kommunu eitt tilboð uppá bygningin.

BankNordik hevur síðani viðgjørt spurningin og gjørt av, at áðrenn teir seta bygningin alment til sølu, vilja teir bjóða Nes kommunu at keypa grundstykkið við ástandandi bankabygningin

BankNordik bjóðar Nes kommunu bankabygningin á Toftum við tilhoyrandi grundsøki, matr. nr. 415 n (660 m2), til keyps fyri 3 mió. kr.

 
Fíggjarnevndin mælir frá at keypa bygningin. Kommunan hevur ikki fígging til keyp av bygninginum, og sum er, metir fíggjarnevndin ikki at kommunan hevur tørv á at keypa bygningin.

Fíggjarnevndin ásannar, at gott hevði sjálvsagt verið um húsið eisini framyvir kundi verið brúkt sum ungdómshús, men í sambandi við fíggjarætlan fyri 2013 ásannar fíggjarnevndin at torført verður at finna fígging til keyp av ognini.

Timælið frá Fíggjarnevndini var einmælt samtykt.
 

Mál nr. 147/2012 Jarðarmál.

J. nr. 2012-0041-0015

Umhvørvisstovan søkir um marknaumskipan í sambandi við matr. 125, 120b ”litra p” o.fl.

Í umsóknini biður borgari, ið er eigari av matr. nr. 125 um marknaáseting av sínum grundstykkið á Rókavegi.

Tá Umhvørvisstovan sendur umsóknina til ummælis hjá kommununi, tann 25.09.2012, mælir hon til, at øll mørkini á hesum ávísa strekki, sum kommunan bað um og fekk játtað, tá vegurin var breiðkaður fyri nógvum árum síðani, vera frámatrikkulerað nú undir einum.

Umhvørvisstovan viðleggur kort yvir tey nýggju mørkini oman móti Rókavegnum og eitt yvirlit yvir hvussu nógv hvør av teimum 3 leigutræðunum og hvussu nógv hvørt av teimum 3 grundstykkjunum letur (úr 29m² upp í 60m²).

 
Tekniska nevnd tekur undir við Umhvørvisstovuni, og mælir til, at tann álin, sum er millum ein og tveir metrar breið, verður matrikkulerað til vegin nú undir einum, við eini umsókn, um marknaumskipan av øllum strekkinum, til Umhvørvisstovuna.
Tilmælið frá Teknisku nevnd var einmælt samtykt.
 

Mál nr. 148/2012 Jarðarmál.

J. nr. 2012-0048-0073.

Í umsókn dagf. 28.09.2012 søkja eftirkomarar, um at fáa verandi grundøki undir barnaheimið teirra matr. nr. 585, sundurbýtt soleiðis, at markið gongur frá Toftagjógv og 2,5 metur suður um útbygningin á húsinum, og frá Heygsvegi og oman móti markinum til húsini niðanfyri matr. nr. 582.

Hetta merkir, at økið sunnanfyri húsini og suður til atkomugøtuna hjá matr. nr. 586 verður eitt serstakt matr. nr. har eftirkomarnir koma at vera felags eigarar av.

 
Tekniska nevnd mælir til, at kommunan viðmælir marknaumskipanina av matr. nr. 585
Tilmælið frá Teknisku nevnd var einmælt samtykt.
 

Mál nr. 151/2012 Umhvørvismál.

J. nr. 2008-0048-0044.

SEV sum setur 5 nýggjar vindmyllur upp í Nes haga, hevur gjørt av, at tann sunnasta vindmyllan, sum brotnaði av vindi, ikki verður sett upp aftur, og tí kemur bara sementfundamentið at standa eftri í lendinum. Í tí sambandinum hava teir arbeitt við at fríðka hetta betongfundamentið, við at seta eitt listarverk, sum relaterar til vindmyllur á fundamentið.

Eyðun Eliasen, arkitektur, hevur gjørt eitt uppskot til listarverkið, sum hann kallar ”vindskýli” og er víst á tekning dagf. 05.07.2012 teknað av EE.

 
Tekniska nevnd tekur undir við, at hetta arbeiðið, ið kemur at fríðka umhvørvið, verður gjørt, so verandi fundament ikki kemur at standa sum eitt mispríðið, men í staðin fyri sum eitt príði í Nes haga.

Tað er SEV sum kemur at standa sum byggiharri av listarverkinum og ber allan kostnaðin av hesum.

Tilmælið frá Teknisku nevnd var einmælt samtykt.
 

Mál nr. 152/2012 Trivnaðarmál. Alm.

J. nr. 2010-0031-0089

Barnabati søkir um stuðul til virksemið teir hava í sambandi við Tú og Eg Ráðgevingina.

Søkt verður um kr. 20.000,00 ella aðra hóskandi í upphædd, sum Nes kommuna heldur verða rímuliga.

Í 2010 játtaði Nes kommuna 500,00 kr. um mðr., í eitt ár, sum stuðul til virksemið.

 
Trivnaðarnevndin mælir til at játta 6.000,00 kr. fyri fíggjarárið 2012, til virksemið hjá Barnabata.

Hetta er sama upphædd, sum Nes kommuna játtaði Barnabata í 2010.

Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá trivnaðarnevndini, og at peningurin verður tikin av konto stuðul til mentan.

Tilmælini frá Mentanarnevndini og Fíggjarnevndini vóru einmælt samtykt.
 

Mál nr. 153/2012 Mentamál

J. nr. 2012-0024-0014

Í skrivi dagfest 01.10.2012 søkir Eysturoyar-MC, sum hevur fingið bústað her í kommununi, um árligan stuðul, sum svarar til tað leigu, felagið skal gjalda fyri økið, húsið hjá teimum stendur á, á Toftagjógv.

 
Mentanarnevndin mælir til at játta stuðul til Eysturoyar-MC, uppá 2.000,00 kr. fyri árið 2013.
Tilmælið frá Mentanarnevndini var einmælt samtykt.
 

Mál nr. 154/2012 Barna- og skúlamál

J. nr. 2012-0021-0065

Nes kommuna byggir brýr millum barnagarð og skúla, er heiti á einum samstarvi millum Ítróttarbarnagarðin og Tofta skúla, sum viðførir, at lærarar fara í Barnagarðin at undirvísa og pedagogar fara í Tofta skúla at arbeiða.

Skúlin hevur fingið undirtøku fyri hesum frá Mentamálaráðnum og Lærarafelagnum. Í viðmerkingunum sigur Lærarafelagið tó, at tey høvðu heldur fyritrekt, at ein forskúli bleiv upprættaður. Men niðurstøðan á staðnum er, at hetta er minst líka spennandi, sum ein forskúli, og meira mennandi fyri børnini.

Átakið kostar uml. 60.000,00 kr.

 
Trivnaðarnevndin tekur undir við ætlanini, og mælir til, at hetta verður tikið við í fíggjarætlanini fyri 2013.

Mentnarnevndin tekur undir við hesum samstarvi millum skúlan og Barnagarðin og mælir til, at hetta verður tikið við í fíggjarætlanini fyri 2013.

Tilmælini frá Trivnaðarnevndini og Mentunarnevndini vóru einmælt samtykt.
 

Mál nr. 155/2012 fíggjarmál

J. nr.

Høvuðstølini til fyrstu viðgerð av fíggjarætlan 2013 hjá Nes kommunu, eru hesi

Rakstur

§1 Kommunal fyrisiting kr. 3.838.000

§2 Almanna- og heilsumál kr. 3.573.000

§3 Børn og ung kr. 9.866.000

§4 Undirvísing kr. 3.828.000

§5 Mentan og frítíð kr. 2.271.000

§6 Teknisk mál kr. 3.403.000

§7 Kommunal virki kr. 3.222.000

Rakstur í alt kr. 30.001.000
 

Íløgur

§5 Mentan og frítíð kr. 360.000

§6 Teknisk mál kr.    -215.000

Íløgur í alt                    kr. 145.000
 
Rakstur og íløgur í alt kr. 30.146.000
 

Rentustuðul kr. 960.000

Rentuútreiðlsur kr. 1.570.000

Rentuinntøkur kr. -20.000

Kommunuskattur kr. -32.603.000

Húsaleiguskattur kr. -60.000

Felagsskattur kr. -1.000.000

Kapitaleftirlønir kr. -600.000

Aðrar inntøkur kr. -124.000

Úrslit kr.           -1.731.000

Til afturgjaldan av skuld

Afturgjald av skuld kr. 1.730.000
 
Framlagt bleiv eitt broytingaruppskot um at hækka játtanina til Tofta Ítróttarfelag, (vaksnamanndeildina) við 300.000,00 kr. sum verður fíggja við at hækkað kontoina «søla av grundstykkjum»
 
Tilmælið fekk 2 atkvøður fyri, 4 ímóti og 1 blonk. Broytigaruppskotið harvið falli.
 
Bygdaráðið samtykti síðani løgdu fíggjarætlanina við 5 atkvøðum fyri, ongari ímóti og 2 blankar.
 

Bygdaráðið samtykti einmælt at:

skattaprosenti fyri 2013 skal vera 20,5 %.

barnafrádrátturin fyri 2013 verður 5.000,00 kr.