Bygdaráðsfundurin 18. 06. 2012

 
Fundarstað: Bygdaráðssalurin
Hjástødd vóru:
Símin Johannesen x

Súni í Hjøllum x

Elin á Torkilsheyggi x

Johannus Danielsen x

Súnfríð Jacobsen x

Petur J. Petersen x

Jákup M. Kjeld x

Alfred Olsen - ref. x

 
Til viðgerðar:

 
Mál nr. 82/2012 Roknskaparmál

J. nr. 2012-0011-0031

Hin 15.05.2012 eru fíggjarætlanin fyri 2013 hjá Bókasavninum í Nes kommunu komin til ummælis.

Høvuðstølini eru hesi:

                           2013                    2012

Lønir                   61.000,-              61.000,-

Húsaútreiðslur       4.500,-                4.500,-

Fólkabókasavn     51.000,-              51.000,-

Skúlabókasavn    40.000,-              40.000,-

Aðrar útreiðslur   44.500,-             44.500,-

Útreiðslur í alt   201.000,-          201.000,-

Inntøkur:

Skúlabókastudningur  40.000,-      40.000,-

Kommunustudningur 100.000,-    100.000,-

Hølisvirði                     4.500,-       4.500,-

Landskassastuðul       56.000,-      56.000,-

Inntøkur í alt                    201.000,-         201.000,-
 

Fíggjarnevndin mælir til at samtykkja løgdu fíggjarætlanina fyri 2013.

Bygdaráðið samtykti einmælt tilmælið frá Fíggjarnevndini.

 
Mál nr. 84/2012 Trivnaðarmál.

J. nr. 2009-0031-0076

Barnagarðurin søkir um, at játtanin, á 20 tímar um vikuna í stuðli til barn við serligum tørvi.

Trivnaðarnevndin mælir til at játta 20 tímar um vikuna í stuðli, til hetta barnið við serligum tørvi. Peningur er tøkur innan verandi játtan.

Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum hjá Trivnaðarnevndini.

Tilmælið frá Trivnaðarnevndini og Fíggjarnevndini vóru einmælt samtykt.

 
Mál nr. 85/2012 Trivnaðarmál

J. nr. 2010-001-0092

Barnagarðurin søkir um, at játtanin, á 35 tímar um vikuna til barn við serligum tørvi, heldur fram eftir summarfrítíðina.

Í samráði við Sernám og foreldrini hjá barninum

Trivnaðarnevndin mælir til at játta 35 tímar um vikuna í stuðli, til hetta barnið við serligum tørvi. Peningur er tøkur innan verandi játtan.

Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum hjá Trivnaðarnevndini.

Tilmælið frá Trivnaðarnevndini og Fíggjarnevndini vóru einmælt samtykt.

 
Mál nr. 86/2012 Trivnaðarmál

J. nr. 2011-0031-0124

Barnagarðurin søkir um, at stuðulstímarnir, hjá barni við serligum tørvi, verður hækkað frá 20 t til 25 t um vikuna eftir summarfrítíðina. Hetta er í samráð við NSR-tænastuna og foreldrini.

Trivnaðarnevndin mælir til at játta 25 tímar um vikuna í stuðli, til hetta barnið við serligum tørvi.

Peningur er tøkur til 20 tímar innan verandi játtan.

Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum hjá Trivnaðarnevndini.

Tilmælið frá Trivnaðarnevndini og Fíggjarnevndini vóru einmælt samtykt.

 
Mál nr. 87/2012 Trivnaðarmál

J. nr. 2012-0031-0133

Barnagarðurin søkir um at fáa 25 stuðulstímar beinanvegin til barn við serligum tørvi. Hetta verður gjørt í samráð við Barnaverndartænastuna.

Trivnaðarnevndin mælir til at játta 25 tímar um vikuna í stuðli, til hetta barnið við serligum tørvi.

Peningur er tøkur til 20 tímar innan verandi játtan.

Tað mangla tímar í, men samanlagt kann roknast við, at tann pengingaupphædd, sum er avsett, kemur at strekkja til allar stuðulstímarnar, ið Trivnaðarnevndin mælir til at játta.

Í samband við streykuna hjá pedagogunum, spardi kommunan lønarútreiðslur uppá uml. 150.000,00 kr. í barnagarðinum og uml. 73.000,00 kr. til børn við serligum tørvi.

Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum hjá Trivnaðarnevndini.

Tilmælið frá Trivnaðarnevndini og Fíggjarnevndini vóru einmælt samtykt.

 
Mál nr. 88/2012 Mentanarmál

J. nr. 2012-0024-0011

Søkt verður um stuðul til T-shirt til Gentur U-14 hjá Tofta Ítróttarfelag, sum skulu luttaka í Aarhuus Football Festival í døgunum 24. til 29. juli 2012.

Møguleiki er at fáa prenta Nes kommuna á blusurnar. Hetta verður gjørt í Gøtu av Reklamuvirkinum, og rindar Nes kommuna fyri prentingina.

Mentanarnevndin mælir til at játta U-14 gentunum hjá Tofta Ítróttarfelag 2.000,00 kr. til fótbóltsfestvalin í Århuus í juli mdr. í ár.

Fíggjarnevndin tekur undir tilmælinum hjá Mentanarnevndini og mælir til at peningurin verður tikin av konto ”Ymiskir studningar”.

Tilmælið frá Mentanarnevndini og Fíggjarnevndini vóru einmælt samtykt.

 
Mál nr. 89/2012 Mentamál

J. nr. 2012-0019-0037

Felagið Næstin søkir um stuðul til at byggja nýggjan skúla í Nakuru, sum liggur Kenya.

Mentanarnevndin metir hetta vera eitt gagnligt tiltak fyri hesi børn, men heldur, at hetta ikki er eitt tiltak, sum kemur undir at vera ein kommunal uppgáva og tí mælir Mentanarnevndin frá at veita stuðul.

Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum hjá Mentanarnevndini.

Tilmælini frá Mentanarnevndini og Fíggjarnevndini vóru einmælt samtykt.

 
Mál nr. 91/2012 Mentamál.

J. nr. 2012-0019-0036.

Føroya Fuglafrøðifelag hevur í umsókn dagf. 30.04.2012 søkt um fíggjarligan stuðul uppá 500,00 kr. til at fremja eina kanning og vernd av landsins fuglalívi, og at birta og halda uppi almannaáhuga fyri fuglasløgum og fuglaumhvørvi.

Mentanarnevndin mælir til at játta Føroya Fuglafrøðifelag ein stuðul uppá 500,00 kr.

Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum hjá Mentanarnevndini.

Tilmælini frá Mentanarnevndini og Fíggjarnevndini vóru einmælt samtykt.

 
Mál nr. 97/2012 Umhvørvismál.

J. nr. 2010-0049-0008

Tilmælið viðv. tilboð uppá vegagerð til moldgoymsluna við Skorðagil, sum Nes - og Runavíkar kommuna gera í felag.

Tað komu 5 tilboð inn av 10 sum høvdu fingið útbjóðingartilfar sendandi.

Tilráðing frá Teknisku deild í Runavík um at taka av lægsta tilboðnum sum var frá:

Kreton, entreprenørum, Glyvrar 756.394,00 kr.

Til at gera koyriveg til nýggju moldgoymsluna við Skoragil.

Tekniska nevnd mælir til, at tikið verður undir við tilmælinum frá Teknisku deild í Runavíkar kommunu

Tilmælið frá Teknisku nevnd var einmælt samtykt.

 
Mál nr. 99/2012 Fyrisitingarmál.

J. nr. 2012-0049-0010

Vanligt hevur verið hesi seinastu árini, at Tekniska nevnd hevur fingið heimild til at avgreiða átrokandi byggimál og onnur Teknisk mál í summarferiuni.

Bygdaráðið samtykti einmælt at geva Teknisku nevnd umbidnu heimild.

 
Mál nr. 103/2012 Havnamál.

J. nr. 2012-0046-0055

Kommunan hevur biðið um tilboð uppá gerð av atløgusíðu við Rætt Articon og J&K. Petersen eru bidnir um at geva tilboð og Tekniska nevnd skal gjøgnumganga tilboðini saman við Teknistovuni í Gøtu, áðrenn fundin og koma við sínum tilmæli til bygdaráðsfundin.

Tilboðini eru;:

Articon kr. 2.267.344,00

J&K Petersen kr. 1.972.509,00

 

Tilráðingin frá eftirlitinum er, at taka av tilboðnum frá:

J&K Petersen á Hjalla, Tórshavn kr. 1.972.509,00 + mvg

Tekniska nevnd mælir til, at taka upp samráðingar við J&K Petersen viðv. atløgusíðuni sum skal gerðast við Rætt,

Tilmælið frá Teknisku nevnd var einmælt samtykt.

 

Mál nr. 104/2012 Trivnaðarmál.

J. nr. 2010-0031-0134

Frítíðarskúlin søkir um, at fáa eina stuðulsjáttanin, á 20 tímar um vikuna til barn við serligum tørvi, frá august 2012 og skúlaárið út.

Trivnaðarnevndin mælir til at játta 20 tímar um vikuna í stuðli.

Tilmælið frá Trivnaðarnevndini var einmælt samtykt.

 

Mál nr. 105/2012 skúlamál.

J. nr. 2012-0003-0021.

Kommunan hevur søkt í eftir avloysara fyri vaskifólk í farloyvi í Tofta skúla fyri eitt ár.

Tá umsóknartíðin var úti, vóru 7 umsóknir komnar til starvið

Mentanarnevndin mælir til, at seta Birgit Gleðisheygg, Nes í starvið

Tilmælið samtykt