Bygdaráðsfundurin 14.05. 2012

Fundarstað: Fundarhøli

Hjástødd vóru:
Símin Johannesen x

Súni í Hjøllum x

Elin á Torkilsheyggi x

Johannus Danielsen x

Peddy Højgaard x

Petur J. Petersen x

Jákup M. Kjeld x

Alfred Olsen - ref. x

 

Mál nr. 70/2012 Fíggjarmál

J. nr. 2011-0011-0023

Roknskapurin fyri 2011 hjá Kongshavnar havn er komin til ummælis hjá Nes kommunu.

Høvuðstøluni eru:

Havnagjøld 419.394,37 kr.

Uppkrevjingargjøld 104.848,94 kr.

Inntøka netto 314.545,43 kr.

Útreiðslur:

Fyrisitingin 70.548,70 kr.

Arbeiðsmarknaðargjøld 1.500,00 kr.

Marknaðarføring 75.000,00 kr.

Rudding 70.000,00 kr.

Útreiðslur í alt - 97.496,73 kr.

Rentuinntøkir v.m. + 5.293,51 kr.

Ársúrslitið 102.790,24 kr.

Tøkur peningur hjá komm 2.127.160,21 kr.

Inniogn hjá kommununum 1.034.000,31 kr.

Felagskontoin 1.093.159,90 kr.

Í alt 2.127.160,21 kr.

Yvirlitið hvat hvør einstøk kommuna eigur óbrúkt á konto er viðlagt.

Fíggjarnevndin mælir til at góðkenna roknskapin, soleiðis sum hann er uppsettur.

Tilmælið frá fíggjarnevndini var einmælt samtykt.
 

Mál nr. 72/2012 Skattamál

J. nr. 2012-0012-0003

Taksráðið hevur heimild til at játta skattafrælsi til feløg og stovnar v.m., um so er, at inntøkan eftir stovnanarskipan, lógum ella samtyktum teirra einans skal verða nýtt til alment góðgerin ella kirkjulig, manngóð, listarlig, vísundalig ella tílík endamál, jbr. §3, stk. 3 í skattalógini.

Vísandi til, at Taksráðið, áðrenn avgerð um skattafrælsi verður tikin, skal fáa sær álit frá avvarandi bygdaráðið, verða avrit av viðtøkunum hjá Flot senda bygdaráðnum við áheitan um álit.

Hjáløgd eru skjøl.

Fíggjarnevndin mælir til, at kommunan játtar skattafrælsi til svimjifelagið Flot.

Tilmælið frá fíggjarnevndini var einmælt samtykt.
 

Mál nr. 75/2012 Fíggjarmál

J. nr. 2012-0019-0035

Felagið Leiktrað søkir um fíggjarligan stuðul til verkætlanina ”Bábylon”, sum er ein føroyskur dukkuleikur, ætlaður børnum í aldrinum 5-14 ár. Bæði evnið og pallmynd eru føroysk.

Ætlanin er at framføra leikin runt landið.

Mentanarnevndin mælir til at taka av tilboðnum um at fáa leikin sýndan á Toftum fyri kr. 5.000,00.

Mælt verður til, at tað verður fíggjað soleiðis:

Kommunan kr. 2.000,00

Skúlin kr. 1.000,00

Barnagarðurin kr. 1.000,00

Frítíðarskúlin kr. 1.000,00

Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.

Tilmælið frá Mentanarnevndini og Fíggjarnevndini vóru einmælt samtykt.
 

Mál nr. 76/2012 Menta-/Fíggjarmál

J. nr. 2012-0021-0063

Tekniski skúli í Tórshavn søkir um stuðul til eina verkætlan.

Verkætlanin inniber at framleiða ein laksateljara við undirsjóvarmyndatóli, uppsettur í laksatrappu í Leynará á vári 2012.

Mentanarnevndin mælir frá at játta stuðul til Føroy Sílaveiðifelag.

Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.

Tilmælið frá Mentanarnevndini og Fíggjarnevndini vóru einmælt samtykt.
 

Mál nr. 77/2012 Menta-/Fíggjarmál

J. nr. 2012-0023-0112

Felagið træseglskip søkir um stuðul/sponsorering til Føroya Regatta 2012

Mentanarnevndin mælir frá at játta stuðul/sponsorering til Føroya Regatta 2012.

Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.

Tilmælið frá Mentanarnevndini og Fíggjarnevndini vóru einmælt samtykt.
 

Mál nr. 80/2012 Trivnaðarmál.

J. nr. 2011-0015-0009

Umstøðurnar í Frítíðarskúlanum skulu gerast betri. Tilboðini um uppíbygging eru innkomin og skulu viðgerast.

Trivnaðarnevndin kemur við einum tilmælið til bygdaráðsfundin.

Fundarfrágreiðing er til fundin

Tilmælið frá Trivnaðarnevndini :

Mál nr. 11/2012 – Trivnaðarmál

J. nr. 2011-0015-0009

Nevndin metir, at kostnaðurin fyri útbyggingina uppá uml. Kr. 650.000, í mun til fíggjarætlanina, er ov høgur, og tískil mælir nevndin frá at gera ætlaðu útbyggingina. Hinvegin staðfestir nevndin, at frítíðarskúlin hevur ábøtur fyri neyðini, umframt at atkomumøguleikarnir hjá børunum í koyristóli verða gjørdir nøktandi.

Fyri at nøkta ansingartøvin tey komandi 2 árini kannar nevndin aðrar hølismøguleikar, og fer at koma við tilmæli um annað høli skjótast møguligt.

Nevndin mælir til at avsetta upphæddin til uppíbygging av frítíðarskúlanum ístaðin verður brúkt til at fremja omanfyrinevndu dagføringar við og til evt. meirkostnað til at hava frítíðarskúlan í 2. hølum eftir summarfrítíðina.

Tilmælið frá Trivnaðarnevndini var einmælt samtykt, og at fundur verður við skúlastjóran um brúk av Tofta skúla til frítíðaransing.
 
 

Mál nr. 81/2012 Roknskaparmál

J. nr. 2011-0011-0024

Viðgerð og góðkenning av grannskoðaða roknskapinum fyri 2011 hjá Nes kommunu, soleiðis sum hann er uppsettur av SPEKT.

Roknskaparleiðarin hjá Nes kommunu, framlegði roknskapin fyri bygdaráðnum.

Bygdaráðið viðgjørdi roknskapin, og hevði ikki ítøkuligar viðmerkingar, og samtykti at góðkenna roknskapin fyri 2011.
 

Mál nr. 83/2012 byggisamtykt

Kunngerð um broyting av býarplani og byggisamtykt.

Grunda á bygdaráðssamtykt frá 2007 um broytingar í byggisamtyktini verður bygdaráðið hervið kunnað um, at samtyktin frá 2007 ongantíð hevur verið endaligt góðkend av Innlendismálaráðnum, og má kunngerðin verða framløgd av nýggjum.

Kunngerð um framløgu av broytingaruppskoti av býarskipan og byggisamtykt fyri Nes kommunu.

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 av 21. mai 1954 við seinni broytingum tann 25. mai 2009, hevur kommunustýrið á fundi hin 14.05.2012 samtykt at gera broytingar í býarskipanina og byggisamtyktina fyri Nes kommunu.

Nes.

Suður frá Agninum, á matr.nr.56, verður til nýtt A2 øki. Longur suðureftir í sama øki, á matr.nr.155, verður til eitt nýtt D5 øki

Partur av Heygsbøi, matr.nr 677a, verður til nýtt D5 øki.

Toftir.

Frá Vesturskin og norður til Høganesveg verður broytt til eitt nýtt A2 øki.

Í Oyrinum, ( frá turkihúsinum og suður til omankoyring til havnalagi )

somuleiðis eitt nýtt A2 øki. .

Fjørðan við Rætt verður til nýtt D6 øki, sum er frítíðarøki.

Broytingarnar eru lýstar við litaðum kortum og uppsløgum, sum eru til skjals á Teknisku deild á kommmunuskrivstovuni í vanligu upplatingartíðunum frá 23. mai til 04. juli 2012

Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu skrivliga vera kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagið 04 juli 2012.

Bygdaráðið tók málið sum kunning, og tók undir við at kunngerðin verður endurlýst.