Bygdaráðsfundurin 20.02. 2012

Fundarstað: Bygdaráðssalurin

Hjástødd vóru:
Símun Johannesen x

Súni í Hjøllum x

Elin á Torkilsheyggi x

Johannus Danielsen x

Peddy Højgaard x

Petur J. Petersen x

Jákup M. Kjeld x

Alfred Olsen - ref. x
 

Mál nr. 18/2012 Havnamál

(Mál nr. 80/2011 Havnamál). – (mál nr.01.2012 - beint í fíggjarnevndina)

J. nr. 2007-0046-0018

Viðgerð um málið viðv. atløgusíða skal gerðast vestanfyri Saltsølubygningin.

Tekniska nevnd mælir til, at hetta málið viðv. atløgusíðuni vestanfyri Saltsøluna, verður tikið upp og viðgjørt á bygdaráðsfundinum, eftir at fundur hevur verið við Saltsøluna viðv. atløgusíðuni. Her er m.a. spurningar um, hvussu djúpt skal vera á atløgusíðuni millum Rætt og Saltnes, hvussu long atløgusíðan hja Saltsøluni skal vera, hvat skal gerast (stoypast/asfalterast) fram við vestursíðuni á Saltsøluni v.m.

Tekniska nevnd metir tað vera neyðugt, at kommunan samtykkir hvussu djúpt tað skal verða við ætlaðu atløgubryggjuna, og hvussu økið vestanfyri sjálvan bygningin skal gerast.

Fíggjarnevndin, saman við teknisku deild, kannar kostnaðin fyri gerð av atløgusíðuni og asfalteringini av økinum.

Bygdaráðið samtykti einmælt, at gera ein 12 metur breiðan kajkant á umleið 7 metra dýpi, og í øllum føri út um verandi fót á grótkastinum vestanfyri Saltsøluna. Somuleiðis skal eisini alt økið vestanfyri høllina við í ætlanina.

Viðv. asfaltering verður hetta beint til viðgerðar í Fíggjarnevndini.

3. viðgerð av málinum um atløgusíðu.

Fíggjarnevndin mælir til, at Nes kommuna ger atløgusíðuna og asfalterar økið.

Viðv. fígging, so hevur kommunan játtan um lán uppá 2 mió. kr.

Vísandi til viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2012, so var metingin frá fíggjarmálaráðnum at inntøkan hjá kommununi fyri ári 2012 kom at vera kr. 31.269.719.

Seinri er nýggj inntøkumeting gjørd, sum sigur at inntøkan hjá Nes kommunu verður kr. 31.812.317 tvs. ein hækking uppá kr. 530.000,00

Fíggjarnevndin mælir til, at kommunan tekur av tilsøkn um lán frá Bank Nordik uppá 2 mió kr. til ger av atløgusíðu frammanfyri Saltsøluna.

Viðv. asfaltering á havnalagnum, mælir fíggjarnevndin til, at nýggja inntøkumetingin verður tikin við í fíggjarætlanina fyri 2012, og at hetta arbeiðið verður fíggja av meirinntøkuni.

Arbeiðið verður boðið út í almennari licitatión.

Tilmælið frá Fíggjarnevndini var einmælt samtykt.
 

Mál nr. 19/2012 Fíggjarmál.

J. nr. 2010 -0011 – 0020.

Roknskapurin hjá Bókasavninum fyri 2011 er blivin grannsk. av SPEKT og er sendur kommununi til góðkenningar.

Høvuðstølini í roknskapinum 2011 eru hesi:

Útreiðslur:

Lønir                        42.345,00 kr.

Húsaútreiðslur            4.587,50 kr.

Bygdabókasavnið      71.521,20 kr.

Skúlabókasavnið       27.170,25 kr.

Aðrar útreiðslur         16.968,20 kr.       162.592,15 kr.

At flyta til næsta ár                                55.738,51 kr.

                                                         218.330,66 kr.

Inntøkur:

Kommunust.            105.000,00 kr.

Kommunust.STS        27.170,25 kr.

Hølisviðursk.               4.587,50 kr.

Landskassast.            56.028,00 kr.

Rentuinntøkur                    7,01 kr.

Yvirskot frá 2010       25.537,90 kr.      218.330,66 kr.

Ogn:

Bøkur                  1.544.625,00 kr.

Innistandandi           73.422,80 kr.    1.618.047,80 kr.

Eginogn                                          1.618.047,80 kr.

Fíggjarnevndin mælir til at góðkenna roknskapin hjá Bókasavninum fyri 2011, soleiðis sum hann er uppsettur.

Tilmælið frá Fíggjarnevndini var einmælt samtykt.
 

Mál nr. 20/2012 Fíggjarmál.

J. nr. 2009-0014-0003

Ummleggjan av lánum.

Fíggjarnevndin mælir til, at kommunan leggur verandi lánini saman sum eitt annuitetslán og at gjaldi verður tað sama sum í 2011

Tilmælið frá Fíggjarnevndini var einmælt samtykt.
 

Mál nr. 22/2012 Ansingarmál

J. nr. 2012-0031-0130

Ì samband við at pedagogfelagið hevur lýst arbeiðssteðg, og harvið øll kommunal barnaansingansing steðgar, hevur bygdaráðið samtykt at einki foreldragjald verður kraft, so leingi verkfall er.
 

Mál nr. 24/2012 Mentamál

J. nr. 2012-0047-0028

Hin 20.01.2012 kom skriv frá Agenda 21 um Umhvørvistiltakið 2012. Tiltakið verður skipað og sett í verk miðan mars. Tá kemur kunningartilfar og kappingartreytir.

Kappingarevnini verða 5 í tali, og verður í næstum sagt nærri frá, hvørji høvuðsatlitini verða til einstøku kappingarevnini.

Evnini eru:

Best røkta bygd – best røkta bygda/varðagøta – best røkta neysta- og/ella bátapláss – ársins grøni stovnur – besta átak.

Mentanarnevndin mælir til, at Nes kommuna meldar seg til í hesum evnum:

Best røkta varðagøta: Varðagøtan Nes-Rituvík.

Besta átak: Gøtan um Toftavatn.

Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum hjá Mentanarnevndini, og at kommunan fremur neyðug tiltøk fyri, at varðagøtan og besta átak fáa bestu fortreytir.

Tilmælini frá Mentanarnevndini og Fíggjarnevndini vóru einmælt samtykt.
 

Mál nr. 25/2012 Mentamál

J. nr. 2012-0023-0109

Livar Nysted søkir um stuðul til ein nýggjan túr. Hesaferð skal hann saman við øðrum rógva tvørtur um Indiska havið.

Fyri stuðulin ynskir hann at halda fyrilestur um túrin, um tað hevur áhuga her í kommununi.

Mentanarnevndin mælir til, at Livar Nysted kemur at halda ein fyrilestur, og at stuðulin verður 2.000,00 kr.

Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum hja Mentanarnevndini, og at peningurin verður tikin av konto ”Annar stuðul”.

Tilmælini frá Mentanarnevndini og Fíggjarnevndini vóru einmælt samtykt.
 

Mál nr. 26/2012 Mentamál

J. nr. 2008-0048-0038

Felagið Dvørgamoy søkir um stuðul, nú teir fara undir at byggja neystið, sum verður bygt á frítíðarøkinum við Rætt

Mentanarnevndin mælir til, at játta felagnum Dvørgamoy, 5.000,00 kr. í stuðli fyri árið 2012.

Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum hjá Mentanarnevndini at játta pengar til neystið, og at penignurin verður tikin av konto ”Annar stuðul”.

Tilmælini frá Mentanarnevndini og Fíggjarnevndini vóru einmælt samtykt.
 

Mál nr. 29/2012 Byggimál

J. nr. 2011-0042-0289

Tann 23. januar 2012 søkja Johanna og Alberg Gaardlykke Nes um byggiloyvi til sethús sambart innsendu umsókn, tekningar, og grannasáttmála.

Byggingin verður við Gaddavegin, á matr.nr. 699au.

Tekniska nevnd mælir til, at Johanna og Alberg Gaardlykke, fáa byggiloyvi til sethús síni á Gaddaveg, eftir innsendu tekningum, viðlagda grannasáttmála, galdandi ásetingum í býarætlanini og annars eftir galdandi byggireglum, sum eru ásettar fyri byggingina fram við Gaddavegnum.

Tilmælið frá Teknisku nevnd var einmælt samtykt.
 

Mál nr. 30/2012 Havnamál.

J. nr. 2011-046-0054.

– mál nr. 05. frá bygdaráðsf. 23.01.12

Í skrivi dagf. 28.11.2011 søkir Falkon Entreprenørar, Saltnes, um eitt goymslupláss norðast á havnalagnum við Rætt, við tað at teir missa goymsluplássið á Høganesi, nú hetta skal brúkast til annað endamál.

Falkon biður um at fáa eitt økið uppá uml. 500 m² til leigu.

Tekniska nevnd staðfestir, at ongar reellar byggiætlanir fyriliggja í kommununi í løtuni, og mælir til, at játta Falkon Entreprenørar, loyvi til at leiga øki til goymslu, og at leigusáttmáli verður gjørdur fyri økið, Uppsagnartíðin av leiguavtaluni verður sett til tveir mánaðir.

Tilmælið frá Teknisku nevnd var einmælt samtykt.
 

Mál nr. 33/2012 Starvsfólkamál

J. nr. 2012-0003-0018

Grunda á at starvsfólk gevst at arbeiða vegna aldur, mælir umsitingin til at søkja eftir einum fólki til bókhaldið, sum skal arbeiða ½ tíð.

Fíggjarnevndin mælir til, at søkt verður eftir fólki, sambart tilráðing frá umsitingini.

Tilmælið hjá Fíggjarnevndini var einmælt samtykt.