Tíðindarkiv


6. juli 2015
Komandi mánadag klokkan 16.00 letur áhugaverd framsýning upp á Bókasavninum við Løkin. Á framsýningini ber til at síggja listahandverk úr træi, sum 10 limir í Dreyarafelagnum hava evnað til á árliga summarskeiðnum í Runavík. Les meira
3. juli 2015
Í góðveðrinum í dag byrjaði fótbóltsskúlin kl 13.00. Tað var Jacob Eli Olsen, sum hevur høvuðsábyrgdina, sum bjóðaði øllum vælkomin. 110 børn luttaka í ár á fótbólsskúlanum á Toftum Les meira
30. juni 2015
Nú verður farið undir at fyrireika bygging av leiguíbúðum á Toftum. Talan verður um 8 íbúðir á uml. 75 m2, sum verða bygdar norðanfyri sambýlið Vesturskin. Bústaðir verður byggiharri og eigari av íbúðunum Les meira
30. juni 2015
Fríggjakvøldið, 3. juli kl.19.00, hevur tónleikabólkurin Aldubáran konsert í Fríðrikskirkjuni. Í ár eru 20 ár liðin síðani Aldubáran byrjaði sítt virksemi Les meira
29. juni 2015
Í døgunum frá 2. juli til 7. juli, er ISB vertur fyri Norðurlendskari ítróttarlegu fyri ung (NIFU), og verður legan hildin á Toftum. Legan verður sett í fimleikarhøllini á Toftum fríggjadagin, 3. juli, kl. 18.00. Øll eru vælkomin Les meira
24. juni 2015
Á bygdaráðsfundi mánakvøldið, 22. juni, samtykti bygdaráðið at byggja Vøggustovu á Toftum. Hon skal verða klár at taka í nýtslu í august 2016. Tað verður Byggivirkið KBH, sum kemur at standa fyri byggingini Les meira
23. juni 2015
Nú nærkast summarferian, og prógvini verða handað kring landið. Mikukvøldið, 24. juni, verður prógvhandan í Tofta skúla Les meira
23. juni 2015
Búi og Dánjal vóru og vitjaðu Tofta skúla fríggjadagin 19. juni Les meira
18. juni 2015
Tað ótrúliga við at standa á Slættaratindi (882 metrar) er, at tú í góðum sýni sært allar oyggjarnar samstundis, og eisini hevur verið at hoyrt, at tú enntá kanst síggja til Íslands, tá sýnið er gott. Man tað passa? Les meira
16. juni 2015
Mikudagin fer føroyska U21-landsliðið undir eina nýggja EM-undankapping. Fyrsti dystur verður á Svangaskarði, har Azerbaijan vitjar, og sambært Hákuni Edmundssyni, fara okkara eftir øllum stigunum Les meira
11. juni 2015
Ætlanin er at stovna pensionistafelag í Nes kommunu. Tað verður fundur í tilhaldinum á Vesturskin týsdagin 16. juni 2015 kl. 15.00 Les meira
9. juni 2015
Dagrøktin søkir eftir 2 dagrøktarum, Barnagarðurin eftir einum námsfrøðingi og Frítíðarskúlin eftir 1 stuðli og vaskifólki Les meira
8. juni 2015
Fríggjakvøldið, 12. juni kl. 19.00, verður konsert í Fríðrikskirkjuni á Toftum, við einum donskum manskóri, sum kallast Horne manskór. Kórið kemur frá Horne á Suður Fjóni, sum liggur 6 km vestan fyri Faaborg. Les meira
8. juni 2015
Fólkatingsvalið 18. juni fer fram í fimleikarhøllini í Tofta skúla frá kl 09.00 til 20.00. Brævatkvøða kann avgreiðast við at venda sær til kommunuskrivstovuna, tó í seinasta lagi 16. juni 2015. Les meira
5. juni 2015
Eins og undanfarin ár, skipaðu Nes- og Runavíkar kommunu fyri hugnaløtu við Toftavatn mánakvøldið 1. juni. Fitt av fólki var møtt upp. Símun Pætur á Torkilsheyggi flutti fram røðu, gentur runnu stafett, felagssangur sungin og okkurt var til matna og drekka. Her er røðan hjá Símun Pæturi: Les meira
28. mai 2015
Mánakvøldið 1. juni kl. 18 skipa Nes og Runavíkar Kommunur fyri hugnaløtu við Toftavatn. Hetta er fimta árið, at tiltakið verður fyriskipað Les meira
22. mai 2015
Nes kommuna fer aftur í ár at hava Ung í arbeiði. Kommunan hevur í nøkur ár skipað soleiðis fyri, at ung kunnu fáa arbeiði í summarfrítíðini, og tað hava tey vanliga tikið væl ímóti. Eins og undanfarin ár eru tað næmingar í 9. flokki, ið hava møguleikan at fáa arbeiði Les meira
21. mai 2015
Mikudagin var hátíðarlig fráfaringarløta fyri Jóhonnu Petersen og Hervør Gaard í Tofta skúla, nú tær gevast, sum lærarar, eftir ávikavist 44 og 34 ár í Tofta skúla Les meira
21. mai 2015
Í hesi vikuni hava 43 starvsfólk hjá Nes kommunu verið til fyrstuhjálparskeið. Skeiðið, sum var í Tofta skúla, endaði mikukvøldið við, at luttkararnir fingu skeiðsprógv Les meira
20. mai 2015
Á bygdaráðsfundinum seinasta mánakvøld var ársroknskapurin fyri 2014 viðgjørdur og samtyktur. Staðfest var, at samlaðu inntøkurnar vóru hægri enn mett, og útreiðslurnar til rakstur og íløgur fyri 2014 vóru minni enn roknað bleiv við í ætlanini Les meira
12. mai 2015
Konsertdagurin hjá Nes Sóknar Musikkskúla verðurtýskvøldið 19. mai í skúlanum við Løkin. Høvuðskonsertin, har vit royna at vísa breiddina í okkara musikkskúla, verður í Løkshøll týskvøldið 19. mai klokkan 19:00 stundisliga. Les meira
6. mai 2015
Sjónleikurin "MENN Í SOKKABUKSUM", ið næmingarnir í 10. flokkunum í Tofta skúla og Runavíkar Kommunuskúla hava vant saman, verður sýndur í Løkshøll í tíðarskeiðinum 5. - 8. mai 2015. Væleydnað frumframførsla var í gjárkvøldið Les meira
5. mai 2015
Leygardagin, 9. Mai kl 15.00, verður MC-gudstænasta hildin í Fríðrikskirkjuni Les meira
3. mai 2015
Ársins fyrsti bátafestivalur, sum var á Toftum í góðveðrinum í gjár, var sera vælvitjaður og væleydnaður Les meira
2. mai 2015
Seinastu vikuna hevur Nes kommuna skipað fyri Várdøgum í samband viðbátafestivalin sum er á Toftum í dag. Seinast á skránni fyri hesar dagar er framførsla av Jóhannespassióninií Fríðrikskirkjuni í morgin, sunnudagin 3. mai, kl 16.00 Les meira
1. mai 2015
Tað sær út til, at Bátafestivalurin á Toftum kann haldast í allar bestu líkindum. Sambært veðurforsøgnunum verður turt, sól fyri tað mesta og lítil ella eingin vindur. Nógv áhugavert er á skránni á ársins fyrsta bátafestivali Les meira
30. apríl 2015
Dýra biðjidag, fríggjakvøldið 1. mai kl. 20.00, skipar Blái krossur fyri stórum sangtiltakið í festvalteltinum á kajøkinum á Toftum Les meira
30. apríl 2015
Dýra biðidag, 1. mai kl. 17.00, verður fernisering í Oyrahandlinum á Toftum í sambandi við málningaframsýning hjá Jógvan Martin Olsen Les meira
29. apríl 2015
UH!, Ungdómshúsið á Toftum, skipar fyri Tombola, Loppumarknaði, sølutorgi, FIFA kapping og biografi komandi leygardag millum kl. 15.00 - 19.00, tvs. tá bátafestivalurin verður Les meira
29. apríl 2015
Hóskvøldið, 30. apríl kl. 19.00, skipar Tofta Kvinnufelag fyri hugnaløtu í húsum felagsins. Kvinnufelagið fær m.a. vitjan úr Vágunum Les meira
29. apríl 2015
Fitt av fólki vóru møtt upp til gongutúrin í morgun, sum Nes kommuna skipaði fyri saman við Góðan morgun Føroyar. Josefina Jacobsen, fyrrverandi skúlastjóri var frásøgufólk Les meira
28. apríl 2015
Mikukvøldið, 29. apríl kl 20.00, verður skipað fyri bygdasøgukvøldi í Tofta skúla, har Helgi Jacobsen, rithøvundur, kemur at greiða frá bygdasøguni, sum hann í løtuni skrivar um bygdirnar í Nes kommunu Les meira
28. apríl 2015
Mikumorgunin, 29. apríl kl 08.00, verður skipað fyri gongutúri mitt á Toftum, saman við Góðan morgun Føroyar. Møtt verður við kommunuskrivstovuna Les meira
27. apríl 2015
Týskvøldið, 28. apríl kl. 19.00, skipar Tofta Ítróttarfelag fyri Mannfólkakvøldi á Svangaskarði Les meira
27. apríl 2015
Týskvøldið, 28. apríl kl 19.00, verður undirvíst í løttum Line-dansi í Oyrahandlinum á Toftum, har Navia og Insito halda til Les meira
26. apríl 2015
Mánakvøldið, 27. apríl kl 20.00, verður konsert við Lenu Anderssen og Niclas Johannesen í Tofta skúla. Konsertin er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin Les meira
24. apríl 2015
Morgumaturin, sum er lýstur at vera kl 9.00 í einum telti omanfyri egningarskúrarnar, er fluttur í matarhøllina hjá Faroorigin (Nyki) somu tíð. Les meira
23. apríl 2015
Í samband við Várdagar, sum Nes kommuna skipar fyri, verður almenna svimjingin í Tofta skúla ókeypis í døgunum frá 25. apríl til 2. mai, báðir dagar íroknaðir Les meira
21. apríl 2015
Árligi ruddingardagurin hjá Nes kommunu verður komandi leygardag, flaggdagin 25. apríl. Byrjað verður við morgunmati kl. 09.00 Les meira
17. apríl 2015
Aftur í ár skipar bátafelagið á Toftum fyri bátafestivali. Bátafestivalurin, sum verður 2. mai, og skráin er nú løgd Les meira
16. apríl 2015
Nes kommuna fer aftur í ár at skipa fyri ymiskum tiltøkum í døgunum undan bátafestivalinum, nevndir Várdagar. Skráin byrjar Flaggdagin, 25. apríl Les meira