TÝ­indarkiv


18. desember 2015
Aftur í ár koma jólamennirnir út á Toftir at vitja, nú teir eru á rundferð í Eysturoynni. Hesaferð koma teir leygardagin 19.12.2015 kl. 16.00. Les meira
15. desember 2015
Bygdarráðið í Nes kommunu hevur samtykt nær almennu bygdarráðsfundirnir verða í 2016 Les meira
14. desember 2015
Týsdagin, 29. desember, verður skipað fyri innandura kapping í fótbólti, Nes kommunu Cup. Kappingin verður í fimleikarhøllini á Toftum Les meira
10. desember 2015
Ætlaða konsertin í Fríðrikskirkjuni leygardagin 12. desember er vegna forfall avlýst. Í staðin fer Kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni at luttaka til guðstænastuna sunnudagin 13. desember kl 11.00 Les meira
9. desember 2015
Søkt verður eftir 2 fólkum at gera reint í Tofta skúla. Talan er um farloyvisstørv at byrja 01.01.2016 til 30.06.2016 Les meira
3. desember 2015
Næmingakonsertirnar hjá Nes Sóknar Musikkskúla verða týskvøldið 8. desembur og mikukvøldið 9. desembur. Báðar konsertirnar verða í Løkshøll, og byrjað verður bæði kvøldini klokkan 19:00. Les meira
1. desember 2015
Fíggjarætlanin fyri 2016 hjá Nes kommunu er nú liðug og endaliga samtykt Les meira
1. desember 2015
1. januar 1985 tók Súni í Hjøllum fyri fyrstu ferð sæti í bygdarráðnum í Nes kommunu og hevur hann sitið í bygdarráðnum síðani, ella í gott og væl 30 ár Les meira
1. desember 2015
Hóast kalt, var veðrið sera gott tá Jólatrøini í Nes kommunu blivu tendrað leygardagin Les meira
30. november 2015
Týskvøldið, 1. des., verður kvinnukvøld á Toftum kl 19.00. Tað er Tofta Kvinnufelag sum skipar fyri, og kvinnukvøldið verður í felagshúsinum, Toftavegi 20, har Tofta Talvfelag eisini heldur til Les meira
25. november 2015
Hóskvøldið, 26. november 2015, kl. 19.00, verður árligi felags foreldrafundurin í Tofta skúla. M.a. fer Bogi Bech Jensen rektari at halda fyrilestur við heitinum "Hvussu kunnu vit motivera næmingarnar" Les meira
19. november 2015
Fornminnisfelagið hevur nú 20 ár á baki. Í hesum sambandi verður fyrilestur í kirkjuni á Nesi, 25. november 2015 kl. 18.00, við Jákupi R. Hansen, pH.d. lektari í kirkjusøgu. Heitið á fyrilestrinum er "tann syngjandi trúbótin". Les meira
19. november 2015
Jólatrøini í Nes kommunu verða tendrað leygardagin 28. november kl. 16.00, og verður tað Ovi Brim prestur, sum kemur at halda taluna og tendra jólatrøini. Eins og 2 tey seinastu árini verður jólakonsert í Fríðrikskirkjuni eftir, at jólatrøini eru tendrað Les meira
13. november 2015
Á Toftum var "Læraradagur" 2. oktober. Tað mundi vera fyrstu ferð, at hesin dagur er hildin í Føroyum, men síðan 1994 hevur hann verið hildin víða hvar. ST hevur útnevnt 5. oktober sum almennan læraradag, men av praktiskum grundum varð hann hildin á Toftum 2. oktober Les meira
12. november 2015
Stýrið fyri Skálafjarðarsamstarvið hevur tikið avgerð um at fremja broytingar í virkseminum hjá Økistænastuni hjá Skálafjarðarsamstarvinum Les meira
10. november 2015
Nýggja kurvabóltsfelagið Ravnur á Toftum, sum bleiv sett á stovn í summar, vann leygardagin fyrsta landskappingardyst kurvabólti í Føroyum nakrantíð. Ravnur vann sannførandi á Hamar úr høvuðsstaðnum við 63 - 35 Les meira
9. november 2015
Leygardagain var fyrsta umfar av TF vetrarkappingin 2015/16. Teinurin var tann klassiski Runt Agnið, og talan var um metluttøku. Niðanfyri er endurgivin fráøgn av heimasíðuni hjá FÍF, Frælsur Ítróttur Føroya, fif.fo Les meira
3. november 2015
Leygardagin 7. november byrjar TF-Vetrarkappingin aftur. FÍF hevur høvuðsstuðulsavtalu við Tryggingarfelagið Føroyar, og harav navnið á kappingini. Fyrsta umfar verður í sambandi við siðbundnu renningina “Runt Agnið”, sum verður skotin í gongd kl. 11.00 við Tofta Skúla, og verður tað Roysnið, sum skipar fyri. Les meira
29. oktober 2015
Mánakvøldið var fyrsta viðgerð av fíggjarætlanini hjá Nes kommunu fyri 2016. Við fyrstu viðgerð bleiv samtykt, at skattaprosentið verður óboytt eins og barnafrádráttur eisini verður óbroyttur Les meira
27. oktober 2015
Nes kommuna hevur gjørt ein faldara, sum m.a. lýsir kommununa innan trivnað, mentan, umhvørvi, náttúru og vinnulív Les meira
27. oktober 2015
Sunnudagin, 1. november kl. 15.00, verður minningarhald teirra sjólætnu í Fríðrikskirkjuni á Toftum. Les meira
27. oktober 2015
Skálafjarðarsamstarvið skipar fyri almennum borgarafundi í Kelduni í Skálafirði mikukvøldið 28. oktober kl. 19.00 Les meira
15. oktober 2015
Nes kommuna fær ofta at vita frá borgarum, at bilførar ikki hava fyrilit fyri, hvussu skjótt verður koyrt eftir kommunalu vegunum. Kommunan hevur tí sent skriv út til bilførarnar í Nes kommunu, har heitt verður á teir um at vanda sær um koyringina Les meira
13. oktober 2015
Í síðstu viku høvdu Lena Andersen og Niclas Johannesen konsert fyri næmingunum í 7 - 10 fl. í Tofta skúla Les meira
10. oktober 2015
Toftalegan 2015 verður í leguhúsinum í Nesvík í døgunum 16.-18. oktober. Legan er ætlað øllum aldursbólkum Les meira
9. oktober 2015
Svimjihylurin í Tofta skúla verður stongdur fyri almennari svimjing í heystfrítíðini. Stongt verður í viku 42, frá mánadegnum 12. oktober til og við leygardegnum 17. oktober Les meira
7. oktober 2015
Mary J. í Garði hevur sagt seg úr starvinum sum leiðari fyri Skálafjarðarsamstarvinum og nýggjur leiðari verður Tordur Niclasen Les meira
6. oktober 2015
Navia tekur aftur í ár ímóti skinnum. Móttøkan er í kjallaranum í Oyrahandlinum á Toftum. Óli Kristian á Torkilsheyggi sigur, at Navia bert tekur ímóti skinnum úr Nes Kommunu. Grundin til hetta er, at Navia hevur fingið góðkent allar hagapartanar, sum liggja í kommuni. Les meira
5. oktober 2015
Tað er nokk ikki so óvanligt, at persónar fáa ein heiður fyri serliga drúgt arbeiði á sama arbeiðsstað. Heldur óvanligt mann tað vera, at “Dronningens fortjenestemedalje i sølv” verður latin til 8 sløkkiliðsmenn, sum hava verið meira enn 40 ár sløkkiliðsmenn Les meira
5. oktober 2015
Eins og aðrar kommunur og kommunalir stovnar hevur Nes kommuna nú eisini fingið sín Facebook profil Les meira
2. oktober 2015
Næstu 2 vikurnar, frá 5. oktober til 17. oktober, er Endurnýtsluvirkið opið hvønn gerandisdag frá kl 16.00 til kl. 20.00. Leygardagar er opið sum vanligt Les meira
2. oktober 2015
Fyri fyrstu ferð í Føroyum bleiv árligi altjóða læraradagurin hátíðarhildin í Tofta skúla í morgun. Í hesum sambandi fekk skúlin vitjan av landsstýriskvinnuni í mentamálum, Rigmor Dam Les meira
1. oktober 2015
Í hesum døgum ger tunnilsfelagið, sum skal standa fyri at gera Eysturoyartunnilin, boriroyndir í Saltnesi. líknandi boriroyndir vóru gjørdar hinumegin Skálfjørðin, við Sjógv, fyri nøkrum døgum síðani Les meira
30. september 2015
B68 bleiv nr. 2 í 1. Deild í 2015 og tryggjaði sær sostatt uppflyting til Effo deildina. Í seinasta leikumfarinum var B68 á Sandi og vitjaði, har B68 vann 6-2 Les meira
25. september 2015
Í vikuni vóru borgarstjórin og skrivarin í Nes kommunu og heilsaðu uppá mennirnar aftanfyri Beak, sum vann Creative Business Cup Føroyar 2015. Beak heldur til í Oyrahandlinum á Toftum, har teir fluttu inn í summar Les meira
22. september 2015
Týsdagin 22. sept var ein sera hátíðarlig løta í Tofta skúla, tá næmingarnir í 2. flokki handaðu umboðum í Reyða Krossi ein kekk á 10.000 krónur. Tað vóru formaðurin fyri Reyðakross, Hjalti í Jákupsstovu og næstformaðurin, Gunnleyg Durhuss, ið tóku ímóti hesi stórfingnu gávu. Les meira
22. september 2015
Kvøldskúlin í Tofta skúla hevur aftur í ár almenna frítíðarundirvísing, sum byrjar í viku 43. Nógv ymisk handaligt er á skránni. Les meira
22. september 2015
Nebo-kórið, sum bert hevur 1 ár á baki, fer mikudagin á sína fyrstu uttanlandsferð. Leiðin gongur til Rumenia. Í hesum sambandi verður konsert í Nebo í kvøld kl 20.30, har sangirnir, sum kórið hevur vant til Rumeniaferðina, verða framførdir Les meira
21. september 2015
Sunnudagin, 4. oktober 2015 kl. 11.00, verður konfirmatión í Nes prestagjaldi. Konfirmatiónin verður í Fríðrikskirkjuni Les meira
17. september 2015
Bókasavnið í Nes kommunu og Bókasavnið við Løkin hava ein felags lesiring, har øll lesiáhugað eru vælkomin at luttaka. Fyrsti lesiringur er í kvøld 17.09.2015 frá kl. 19.00 - 21.00 í Bókasavninum við Løkin Les meira
17. september 2015
Síðani januar 2013 hava barnagarðurin á Svangaskarði og Tofta skúli samstarva um eina royndarverkætlan við 6 ára gomlum børnum. Royndirnar og samstarvið hava givið góð úrslit og avgjørt er, at Nes kommuna heldur fram við hesum forskúlatilboði, sum eina varandi loysn Les meira