Tíðindarkiv


12. juli 2016
Nes kommuna hevur aftur í summar Ung í arbeiði. Øll, sum seinasta skúlaár hava gingið í 9. flokki í kommununi, hava møguleika fyri at arbeiða hjá kommununi í 14 í dagar í summar Les meira
11. juli 2016
Hósdagin, 14. juli kl. 14.00, verður skipað fyri almennum fyrilestri undir heitinum " Fiskiskapur fjølbroyttar ásetingar " Les meira
8. juli 2016
Tey, sum ætla at leiga fimleika- og svimjuhøllina í Tofta skúla komandi vetur, mugu senda skrivliga umsókn til Nes kommunu Les meira
1. juli 2016
Fólkatalið í Nes kommunu pr. 1. juli er 1260, sum er 23 fólk fleiri enn 1. januar, ella fyri hálvum ári síðani. Ein vøkstur uppá 1,9 prosent. Skattainntøkan í kommununi fyri 1. hálvár 2016 er 19,3 mió. krónur, sum er 1,9 mió. krónur meiri enn 1. hálvár 2015. Ein vøkstur uppá 10,9 prosent Les meira
29. juni 2016
Á bygdarráðsfundinum mánakvøldið bleiv samtykt at asfaltera nøkur økir í kommununi afturat í ár Les meira
23. juni 2016
Eins og undanfarin ár, er svimjihylurin í Tofta skúla stongdur í summarfrítíðini Les meira
16. juni 2016
Eins og undanfarin ár er samandráttur av ársroknskapinum og frágreiðing viðv. 2015 hjá Nes kommunu, borin í hvørt hús kommununi Les meira
8. juni 2016
Fríggjadagin, 10. juni kl 11.00, verða barnaleikirnir 2016 settir á Svangaskarði Les meira
3. juni 2016
1. juni hevði Katrin Poulsen 30 ára starvsdag hjá Nes kommunu, øll árini sum dagrøktarleiðari. Á samkomu á Vestuskin hóskvøldið, fekk Katrin handaða gávu, ein málning, frá borgarstjóranum, Jóhannus Danielsen Les meira
31. mai 2016
Fyri góðum tveimum mánaðum síðani tók stýrið fyri Økistænastuna hjá Skálafjarðarsamtakinum avgerð um, at gamla Sambýlið á Skála skuldi nýtast sum Dagtilhald til borgarar, ið eru minnisveikir Les meira
27. mai 2016
Komandi mikukvøld, 1. juni kl. 18.00, verður árliga afturvendandi hugnakvøldið við Toftavatn, sum Nes- og Runavíkar kommunur skipa fyri í felag Les meira
27. mai 2016
Í kaffisteðginum í morgun, handaði borgarstjórin í Nes kommunu, Jóhannus Danielsen, arbeiðsformanninum á tekniska økinum, Jan Petersen, lyklarnar til nýggja arbeiðsbilin, sum Nes kommuna hevur keypt Les meira
27. mai 2016
Vegna viðlíkahaldsarbeiði, verður svimjihylurin í Tofta skúla stongdur ídag og leygardagin. Opið verður aftur mánadagin 30. mai. Nes kommuna Les meira
26. mai 2016
Musikkskúlakonsertir hjá Nes Sóknar Musikskúla í Løkshøll Mánakvøldið 30. mai og týskvøldið 31. mai - bæði kvøldini klokkan 19.00. Konsertirnar eru ókeypis Les meira
24. mai 2016
Í sambandi við útivikuna, skipar Nes kommuna fyri gongutúri komandi hóskvøld kl 18.00. Farið verður uppá Stórafjall, víðari yvir á Støðlafjall og síðani niður á Gøtueiði Les meira
23. mai 2016
Til tess at varpa ljós á demens sjúkurnar og avbjóðingarnar, ið standast av teimum, skipar Økistænastan hjá Skálafjarðarsamstarvinum fyri almennum fundi í Skála skúla týsdagin 24.05.16 kl. 19.00 - 21,30. Les meira
19. mai 2016
Til komandi skúlaár, 2016/2017, eru leys størv at søkja í Tofta skúla. Talan er um 3 tíðaravmarkað lærarastørv og 4 tíðaravmarkað størv sum stuðul Les meira
19. mai 2016
Komandi mánadag, 23. mai, kl. 15.00, opnar ein áhugaverd málningaframsýning við Jóannis Kristiansen í Gráasteinshúsinum í Saltnesi Les meira
18. mai 2016
Mánadagin, 23. mai, skipar Nes kommuna fyri gongutúri av Toftum til Rituvíkar. Møtt verður á Svangaskarði kl 18.00 Les meira
9. mai 2016
Nes kommuna takkar Bátafelagnum á Toftum og fólkunum aftanfyri bátafelagið, fyri ein sera væl fyriskipaðan bátafestival og fyri tað megnar arbeiðið, sum verður gjørt soleiðis, at bátafestivalurin ár eftir ár er møguligur Les meira
7. mai 2016
Borgarstjórin Nes kommunu bjóðar øllum at verða hjartaliga vælkomin á bátafestival á Toftum ídag, og ynskir samstundis øllum ein góðan bátafestival Les meira
6. mai 2016
Leygardagin 7. mai skipar Bátafelagið á Toftum fyri 12 bátafestivalinum á Toftum. Í Skálafirði seta bátarnir kós á Toftir kl. 12.30, har Poseidon siglur fremstur og skipar siglingina. Bátar fáa billettir til suppu við MJ Saltsølu, rinda 200 kr. pr. bát og størstu bátarnir koma fyrst inn í havnina í Oyrunum Les meira
6. mai 2016
Bingjuplássið er stongt leygardagin 07.05.2016 vegna bátafestivalin Les meira
6. mai 2016
Í kvøld kl. 20.00 skipar Tofta/Rituvíkar blákrossfelag fyri sang- og hugnakvøldi í festivalteltinum, sum er sett upp á kajøkinum við Toftakaj í sambandi við bátafestivalin, sum verður í morgin. Tiltakið í kvøld er ókeypis Les meira
4. mai 2016
Hóskvøldið kl. 20.00 hevur Jógvan Joensen konsert í ungdómshúsinum á Toftum. Konsertin er ókeypis Les meira
4. mai 2016
50 fólk møttu upp til gongutúrin í Saltnesi í morgun saman við Góðan morgun Føroyar. Alfred Olsen var fráføgumaður Les meira
4. mai 2016
Bygdasøgukvøldið, sum eftir skránni skuldi verða í Tofta skúla í kl. 20.00, er avlýst vegna forfall Les meira
4. mai 2016
Kvinnukvøldið, sum verður hóskvøldið 5. mai kl. 19.00, er flutt í Tofta skúla Les meira
3. mai 2016
Í sambandi við Várdagar, sum Nes kommuna skipar fyri í hesum døgum, verður skipað fyri gongutúri í Saltnesi, mikumorgunin kl. 08.00. Góðan morgun Føroyar verður við á túrinum og tað verður Alfred Olsen sum verður frásøgumaður Les meira
2. mai 2016
Í annaðkvøld, týskvøldið 3. Mai kl. 20.00, verður høvi at at fáa eitt konsert upplivilsi við kenda føroyska tónleikararnum, Martin Joensen, í Tofta skúla. Konsertin er ókeypis Les meira
2. mai 2016
framsýning við skemtitekningum opnar í Tofta skúla í kvøld kl. 20.00. Málningaframsýning opnar í Oyrahandlinum í annaðkvøld kl. 19.00 Les meira
2. mai 2016
Tofta skúli hevur fingið búmerki. Búmerkið verður sjónligt á skúlanum, heimasíðu skúlans, brøvum og ymiskum prentlutum Les meira
1. mai 2016
Mánakvøldið, 2. mai. kl. 19.00, verður løtt Linedanscafe í Oyrahandlinum. Tað verða Jóhanna Troest og Jóhanna Petersen, sum undirvísa Les meira
1. mai 2016
Mánakvøldið, 2. mai kl. 19.00, skipar Tofta Ítróttarfelag fyri mannfólkakvøldi á Svangaskarði. Hetta er triðju ferð at skipað verður fyri tílíkum tilataki, og nógv mannfólk hava møtt upp til undanfarnu tiltøk Les meira
29. apríl 2016
Tofta Ítróttarfelag skipar fyri eydnuhjóli í annaðkvøld á Svangaskarði kl. 19.00 Les meira
28. apríl 2016
Leygardagin 30. apríl er árligi ruddingardagurin í Nes kommunu. Byrjað verður kl. 09.00, tá Nes kommuna bjóðar til morgunmat í matarhølinum hjá Faroe Origin Les meira
27. apríl 2016
Í sambandi við Várdagar 2016 er almenn svimjing ókeypis í døgunum frá 30. apríl til og við 7. mai Les meira
26. apríl 2016
Á bygdaráðsfundinum í gjárkvøldið var ársroknskapurin hjá Nes kommunu fyri 2015 viðgjørdur og samtyktur. Ársroknskapurin vísti eitt yvirskot á 6,5 mió. krónur, ímóti einum yvirskoti í 2014 á 4,8 mió. kr., tá eru íløgurnar íroknaðar Les meira
19. apríl 2016
Triðja ári á rað skipar Nes kommuna fyri Várdøgum. Talan er um ymisk tiltøk, sum skipað verður fyri í vikuni undan bátafestivalinum. Skráin er henda Les meira
19. apríl 2016
Vegna umvæling verður stongt fyri vatninum í Nes kommunu í kvøld 19.04.2016 frá kl. 22.00 og so leingi arbeitt verður Les meira
18. apríl 2016
Fríggjadagin, 15. apríl, var ársaðalfundur í kommunufelagnum. Her verður formansfrágreiðingin endurgivin Les meira