TÝ­indarkiv


13. oktober 2016
FSF hevur í morgun kunngjørt nøvnini á teimum 4 fótbóltsmennarunum, sum eru settir. Millum hesar eru toftamennirnir og B68´arnir Jógvan Martin Olsen og Øssur Hansen. 30 umsøkjarar vóru Les meira
10. oktober 2016
Tað verður Innspark úr Havn, sum hevur fingið til uppgávu at levera og seta upp nýggja spæliplássið og útfitnessi økið á stadionøkinum á Svangaskarði Les meira
10. oktober 2016
Undir heitinum “Komið og syngi við” skipar ROÐIN-økistænastan fyri hugaverdum og hugnaligum tiltaki fyri pensjonistar búgvandi í Runavíkar-, Nes- og Sjóvar kommunu. Tiltakið, ið er ókeypis, verður í Løkshøll sunnudagin 30. oktober og byrjar kl.14.30 Les meira
9. oktober 2016
Mikudagin 5. okt. varð læraradagur hildin í Tofta skúla. Fyri aðru ferð varð dagurin hildin í Tofta skúla. Læraradagurin hevur síðani 1994 verið hildin víða hvar í heiminum. ST hevur útnevnt 5. okt. sum almennan læraradag Les meira
6. oktober 2016
Felags lesiringurin, hjá Bókasavninum í Nes kommunu og Bókasavninum við Løkin, byrjar nú aftur eftir summarsteðgin. Fyrsta kvøldið verður týskvøldið 18. oktobur klokkan 19.00 á Bókasavninum við Løkin. Byrjað verður við rithøvundavitjan, har Rakel Helmsdal kemur at greiða frá sínum rithøvundavirksemið og virðisløntu bók síni "Hon, sum róði eftir ælaboganum" Les meira
6. oktober 2016
Fríggjadagin, 7. oktober kl 15.30, verður U21 landsdystur á Svangaskarði. Tað er ókeypis atgongd Les meira
5. oktober 2016
Tofta kvøldskúli byrjar sítt virksemi aftur eftir heystfrítíðina, í viku 42. Skráin fyri 2016/17 verður nú lýst, og tekningin til kvøldskúlan byrjar í kvøld, mikudagin 5. okt. kl. 21.00. Sum nakað nýtt, skal gjaldast fyri skeiðini á heimasíðu skúlans, www.toftaskuli.fo. Tá ið goldið er, er tilmeldingin skrásett Les meira
4. oktober 2016
Í hesum døgum vitjar presidenturin hjá europesiska sambandinum fyri frælsan ítrótt í Føroyum. Presidenturin, norrmaðurin Svein Arne Hansen, vitar sersambandið fyri frælsan ítrótt í Føroyum - FÍF. Í gjár vitjaðu teir á Toftum Les meira
3. oktober 2016
Hervið verður kunngjørt, at vallistin, til kommunuvalið 8. november 2016, liggur frammi á kommunuskrivstovuni, í vanligari avgreiðslutíð, til alment eftirlit, í døgunum frá 04. oktober 2016 til og við 18. oktober 2016. Les meira
3. oktober 2016
Simon Nordendal hevur aftur verið við síni Dronu og tikið nakrar myndir av bygdunum í Nes kommunu. Myndirnar eru tiknar í sept. 2016 Les meira
1. oktober 2016
Svimjihylurin er opin aftur. Í dag er almenn svimjing frá kl. 12.00 til kl. 17.00. Les meira
30. september 2016
Fyri gott 2 árum síðani bleiv gøta gjørd millum Lýðarsveg og Regnaveg. Nú hevur bygdarráðið samtykt at seta gøtuljós upp fram við gøtuni Les meira
29. september 2016
Kunning í sambandi við broytingar í kommunulæknaviðurskiftunum í Skálafjarðar læknadømi Les meira
29. september 2016
Næstu 2 vikurnar, frá 3. oktober til og við 15. oktober, er Endurnýtsluvirkið opið hvønn gerandisdag frá kl 16.00 til kl. 20.00. Leygardagar er opið sum vanligt Les meira
29. september 2016
Vegna viðlíkahaldsarbeiði, verður svimjihylurin í Tofta skúla stongdur ídag 29.09.2016. Nes kommuna Les meira
29. september 2016
Í góðveðrinum í gjár bleiv nýggjari parturin av Lýðarsvegi asfelteraður Les meira
28. september 2016
Tilboðið hjá Sinnisbata er eitt "hvílirúm" hjá børnum og ungum, har tey fáa eitt stað, har tað ber til at tosa við onnur í líknandi støðum, og saman við stuðlandi fakfólkum. Tilboðið eitur "Time Out", tí hetta er staðið, har tey ungu kunnu siga "time out" frá gerandisdegnum og slappa av, tosa um tingini, deila royndir, men eisini eitt stað, har tey kunnu hava tað stuttligt saman og hugna sær. Les meira
26. september 2016
Uppstillingarfundur verður í Tofta skúla í annaðkvøld, og bygdarráðslimurin Jákup A. Olsen boðar í dag frá, at hann ikki ætlar at stilla uppaftur Les meira
22. september 2016
Kommunuval verður týsdagin 8. november 2016. Í Nes kommunu er valstaðið í Tofta skúla. Sjófólk og aðrir persónar, ið ikki hava møguleika at greiða atkvøðu á valstaðnum sjálvan valdagin, kunnu greiða brævatkvøðu til kommunuvalið á kommunuskrivstovuni hjá Nes kommunu. Niðanfyri er vegleiðandi yvirlit yvir tíðarfreistir í samband við kommunuvalið Les meira
21. september 2016
Hósdagin, 22. september kl 14.00, verður alemnnur fyrilestur í salinum á Eysturoyar røktar- og ellisheimi um " hoyrn, sjón og ljósviðurskiftum hjá eldri" Les meira
21. september 2016
Fitt av fólki høvdu týsdagin seinnapartin leita sær til hugnaløtu á Eysturoyar Røktar-og ellisheimi, har nýtt navn og búmerkið varð avdúkað hjá Skálafjarðarsamstarvinum. Les meira
20. september 2016
Konfirmantiónin í Nes prestagjaldi verður í Gøtu kirkju 02.10.2016, har 7 konfirmantar verða konfirmeraðir Les meira
16. september 2016
Almennur uppstillingarfundur til kommunuvalið 8. nov., verður í Tofta skúla týskvøldið, 27. september kl. 19.30. Vegna fyrireikarnir Nes kommuna Les meira
15. september 2016
Erland Viberg Joensen, Søvn Landsins, kemur at tosa um Arbeiðsfólk og handverkarar fram til1950-árini – millum mentanar- og samfelagssøgu. Les meira
9. september 2016
Økistænastan hjá Skálafjarðarsamstarvinum hevur gjørt umfatandi Tørvs- og nøgdsemskanning millum tey, sum eru 65 ár og eldri. Gallup Føroyar hevur staðið fyri kanningini Les meira
2. september 2016
Margit Andersen og Elinborg Højgaard hava arbeitt 35 ár hjá Nes kommunu. Á lítlari samkomu ídag, handaðu Jóhannus Danielsen, borgarstjóri og Marita Dalsgaard, skúlastjóri, teimum báðum gávur og blómur Les meira
2. september 2016
Á bygdarráðsfundinum mánakvøldið 29. august samtykti bygdarráðið at ganga umsóknini frá Tofta skúla á møti, um at víðkað um forskúlatilboðið í kommununi, við umframt at umfata føroyskt og málmenning, til eisini at umfata menning av talfatanini hjá teimum 6 ára gomlu Les meira
1. september 2016
Nes kommuna fyrireikar nú at gera eitt spælipláss afturat á Svangaskarði, har eisini útgerð verður sett upp til úti fitness Les meira
31. august 2016
Í annaðkvøld, Hósdagin 1. september klokkan 18:00, verður U21-landsdystur aftur á Svangaskarði á Toftum. Talan er um EM-undankappingardyst, og hesaferð skal føroyska liðið royna seg ímóti Russlandi Les meira
30. august 2016
Nú verður farið undir at gera gøtu millum býlingarnar Undir Nesinum og í Saltnesi. Arbeiðið byrjar í sept/okt. Les meira
29. august 2016
Mánakvøldið, 5. september kl. 19.30, byrjar kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni aftur sínar regluligu venjingar Les meira
23. august 2016
Nú skúlaárið er byrjað aftur, er svimjihylurin aftur opin fyri almennari svimjing. Tíðirnar eru tær somu, sum seinasta skúlaár Les meira
23. august 2016
Tilmelding fer fram í Tofta skúla í kvøld frá kl. 17.00 til 19.00 Les meira
22. august 2016
Fríggjadagin var almenn móttøka í nýggju vøggustovuni á Svangaskarði, og í tí sambandinum hildu Tóra Johannesen, vøggustovuleiðari og Jóhannus Danielsen, borgarstjóri, talur Les meira
18. august 2016
Fríggjadagin, 19. august, verður almenn móttøka í nýggju vøggustovuni á Svangaskarði frá kl. 16.00 til kl. 18.00 Les meira
16. august 2016
Í gjár var fyrsti skúladagur í Tofta skúla hjá 23 børnum í Nes kommunu. Saman við foreldrum, møttu tey kl. 11.00, har leiðsla og lærarar tóku ímóti teimum Les meira
15. august 2016
Í morgun lat vøggustovan á Svangaskarði upp fyri fyrstu ferð Les meira
12. august 2016
Tofta skúli byrjar skúlagongdina eftir summarferiuna mánadagin, 15. august. Næmingarnir møta kl. 9.30. Tó møtir 1. flokkur kl 11.00 Les meira
9. august 2016
Komandi kappingarár verður flogbóltsfelagið á Toftum, Ternan, umboðað í bestu deildini, Eikligaini, bæði hjá kvinnum og monnum Les meira
30. juli 2016
Aðalfundur hjá Bátafelagnum verður í Undirhúsinum 11. august 2016 kl. 19 Les meira
21. juli 2016
Kommunuskrivstovan verður stongd frá mánadegnum 25. juli 2016. Opið verður aftur týsdagin 8. august 2016 Les meira