Tíðindarkiv


22. juni 2010
Spennandi sangløta verður við amerikanska sangaranum Russ Taff, í Tabor á Toftum hóskvøldið 24. juni kl. 19.30 Les meira
14. juni 2010
Fríggjakvøldið var stovningarfundur í Tofta skúla av einum borðtennisfelag við heimstaði á Toftum. Navnið á felagnum er NYKUR. Les meira
4. juni 2010
Felagið Dvørgamoy hevði vitjan av 10 ungfólkum frá Steinsund Folkhøgskola í Svøríki og 3 lærarum teirra mikudagin 2. juni. Les meira
31. mai 2010
Í sambandi við útivikuna 2010 skipaði kommunan fyri gongutúrum. Veðrið var tilvildar, og væl av fólki møtti til tiltøkini. Les meira
27. mai 2010
Familjumøti verður í Tabor sunnudagin 30. mai kl.17.00 Les meira
25. mai 2010
Í samband við Útivikuna verður gongutúrur mikudagin 26.mai frá Tofta skúla til Runavíkar skúla eftir gøtuni, sum kommunurnar gera í felag. Møtt verður við Tofta skúla kl.18.00, har greitt verður frá projektinum um gøtuna. Les meira
6. mai 2010
Sambart fyrireikarunum, av Bátafestivalinum 01. mai, var dagurin sera væl eydnaður. Uml. 80 bátar vóru við í siglingini, og 400 bátafólk vóru til suppu aftaná. Til dansin um kvøldið, har Hallur Joensen band spældi, vóru 500 atgongumerkir seld. Les meira
4. mai 2010
Borgarafundurin sum var lýstur at verða mikudagin 05.mai, er vegna forfall fyribils avlýstur. Les meira
29. apríl 2010
Leygardagin er Bátafestivalurin á Toftum tema hjá Rás2. Byrjað verður longu kl. 10.00 har tosað verður um mangt og hvat í samband við tiltakið. Les meira
28. apríl 2010
Umframt flølbroytta skrá fyri Bátafestivalin leygardagin, verður eisini m.a. útgávukonsert í Nebo v. Heina Lutzen. Í Tabor hittast streingjakór úr øllum landinum til sangvenjing, og verður stór konsert í Fríðrikskirkjuni leygarkvøldið. Les meira
27. apríl 2010
Árligi Umhvørvisdagurin hjá kommununi, sum var leygardagin 24. apríl, eydnaðist sera væl. Nógv fólk møttu upp um morgunin tá byrjað var at rudda bygdina. Les meira
16. apríl 2010
Seinasta vikuskifti var FM kapping í borðtennis á Tvøroyri, og gekk tað framúr væl hjá hesum trimum, hóast teir ikki hava nakað felag. Les meira
15. apríl 2010
Eftir áheitan frá Nes kommunu í september 2008, hevur Føroya Náttúrugripasavn nú gjørt eina støðulýsing av lívfrøðiliga margfeldinum kring Toftavatn og við Løkin. Les meira
13. apríl 2010
Vesturbúgvin er á Toftum í dag við fyrstu gullaksalastini í ár. Hann samtrolar við Eysturbúgvan, og hava teir fulla last. Les meira
9. apríl 2010
Skírhósdag hevði kvøldskúlin framsýning av handaligum arbeiði, sum í vetur hevur verið málningalist, seyming og postalínsmáling. Les meira
6. apríl 2010
Døpru útlitini um minkandi skattainntøkur halda ikki higartil. Fyrstu tríggjar mánaðarnar eru skattainntøkurnar hjá kommununi 3,71% størri enn somu tíð seinasta ár. Les meira
25. mars 2010
Flogbóltsfelagið Ternan, sum bert hevur tvey ár á bakið, hevur longu vunnið fleiri heiðursmerki í teimum ymsu deildunum. Les meira
19. mars 2010
Leygardagurin 1. mai er ikki bert altjóða arbeiðaradagur. Í ár er hetta eisini dagurin, tá 6. bátafestivalurin á Toftum, ið er vorðin størri fyri hvørt ár, fer av bakkastokki. Les meira
18. mars 2010
Føroya kommunufelag sum er felagið hjá teimum smærru kommununum hevur dagført sína heimasíðu. 23 kommunur eru limir í FKF. Les meira
1. mars 2010
Uppskot til løgtingslóg um tunnilssamband millum Suðurstreym og armarnar á Skálafjørðinum er nú latið Løgtinginum. Les meira
1. mars 2010
Í stórari flogbóltskapping á Hálsi leygardagin, vann nýggja flogbóltsfelagið á Toftum ”Ternan” silvur gentir 12 ár. Les meira
26. februar 2010
Føroya Kommunufelag hevur sett Bergmann Finnsson, sum ráðgeva hjá felagnum og limakommununum. Les meira
18. februar 2010
Á stovnandi aðalfundi á Svangaskarðið í gjár, fekk nýggja flogbóltsfelagið á Toftum navnið Ternan, sum var eitt av mongum uppskotum um, hvussu felagið skal eita. Les meira
16. februar 2010
Børn og starvsfólk frá Barnagarðurin vóru og vitjaðu á kommunuskrivstovuni mánadagin, føstulávintsklødd. Les meira
12. februar 2010
Á síðuni kanst tú kunna teg um virksemið á stovuni, um hugtakið Agenda 21 og um Agenda 21 tiltøk, sum verða framd í kommununum. Les meira
12. februar 2010
Eitt sera væl eydnað og fólksligt tiltak í Tofta skúla í vikuskiftinum. Dansiskeiðið, sum skipað var fyri í fimleikahøllini í Tofta skúla í vikuskiftinum, var sera væl eydnað. Undirtøkan var størri enn til skeiðið, sum var hildið fyri trimum vikum síðani. Les meira
8. februar 2010
Jan Danielsen er settur í starv sum stjóri í nýstovnaða almenna stovninum, Heilsutrygd í Klaksvík. Les meira
3. februar 2010
Eftir at kommunan í heyst keypti hesa høllina, eru umstøðurnar hjá arbeiðfólkinum munandi betraðar. Les meira
3. februar 2010
Tey fyrstu sethúsini verða nú bygd í nýggju útstykkingini við Lýðarsveg. Les meira
27. januar 2010
Grundað á stóra undirtøku seinast, og at skeiðið var sera væleydnað, verður skipað fyri nýggjum skeiði vikuskifti 5. og 6. februar. - les meira undir: Tiltøk/kunning. Les meira
25. januar 2010
Almennu bygdaráðsfundirnir hjá Nes kommunu fyri 2010 eru lagdir at verða hesar dagar: Les meira
22. januar 2010
kelda isb.fo - Seinasta vikuskifti var sum kunnugt stór svimjikapping í Reykjavík, har føroyskir svimjarar stóðu seg sera væl, Ragnvald Jensen úr FLOT var ein av teimum. Les meira
18. januar 2010
Birita Debes úr svimjifelagnum Flot á Toftum vann í gjár gull í 50 metrar ryggsvimjing í Reykjavík Les meira
18. januar 2010
Eini 130 fólk vóru til dansiskeiðið sum var í fimleikarhøllini í Tofta Skúla um vikuskfitið Les meira
12. januar 2010
Tað hevur gingið avbera væl hjá flogbóltskvinnunum hjá B68, sum liggja fremst í 1. deild nú fari verður undir seinnu hálvu av kappingini Les meira
12. januar 2010
Kølifarmaskipið Silver Fjord, sum hevur silgt við fiski millum Føroyar og Skotland, flytur nú alsamt fleiri vørur til Føroyar Les meira
9. januar 2010
Fremstu liðini hjá B68 eru farin undir fyrireikingarnar til eitt nýtt kappingarár Les meira
14. desember 2009
Nes Kommuna hevur saman við 16 øðrum føroyskum kommunum samtykt "Grøna skjalið", sum er ein yvirlýsing fyri arbeiðið hjá kommununum fyri burðardyggari menning Les meira
3. desember 2009
Bygdaráðið fyri Nes Kommunu hevur á fundi 30. november samtykt fíggjarætlanina fyri 2010 Les meira
1. desember 2009
Seinastu dagarnar eru fleiri gøtuljós í Nes Kommunu útsett fyri umfatandi herverki Les meira
29. november 2009
Leygardagin 28. november varð jólatræið í Nes Kommunu tendrað Les meira