Tíðindarkiv


17. juni 2011
Tað eru Halgerð M. Højgaard og Kristian Poulsen, ið lata upp eina heilsustova, í Saltangará. Móttøka verður leygardagin 18.juni millum kl. 14-17. Les meira
10. juni 2011
Í sambandi við, at gøtan frá Svangaskarð til Skúlan við Løkin er samankomin var skipað fyri hugnaløtu við Vatnið tann 31.mai. Les meira
4. juni 2011
Áðrenn landsdystin í gjár móti Slovenia, heilsaði borgarstjórin uppá landsliðið, og venjaran Brian Kerr. Les meira
30. mai 2011
Í sambandi við, at arbeiðið at gera gøtuna millum Toftir og Runavík, framvið Toftavatni, er væl liðið, er ætlanin at skipa fyri einari hugnaløtu við Toftavatn týskvøldið 31. mai. kl. 18.30. Les meira
30. mai 2011
Nes Sóknar Musikkskúli hevur sína seinnu musikkskúlakonsert í skúlanum á Toftum týskvøldið 31. mai klokkan 18:00 – stundisliga. Les meira
23. mai 2011
Aftur í ár skipar Handilsmiðdepilin fyri tiltakinum Sansa, sum í ár verður í Tofta skúla mikukvøldið 1. juni kl. 19.30 Evnið verður “Broyting” og vendir sær til fólk í øllum aldri. Les meira
23. mai 2011
Nes Sóknar Musikkskúli hevur sína fyrru musikkskúlakonsert í býráðshøllini í Runavík týskvøldið 24. mai klokkan 19:00 – stundisliga. Les meira
17. mai 2011
Í besta summarveðrið var bátafestivalurin 7. mai á Toftum á skránnið. Les meira
6. mai 2011
Leygardagin tá Bátafestivalur verður, sendir Rás 2 beinleiðis av Toftum. Les meira
6. mai 2011
Ársins fyrsti bátafestivalur fer av bakkastokki. Skráin fyri festivalin er løgd, og her verður ymiskt til undirhald, har nógvur tónleikur og sangur er á skránnið. Les meira
5. mai 2011
Fríggjadagin kl. 15 letur Hilmar J. Højgaard, Saltnes, upp málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík Les meira
4. mai 2011
Árligi umhvørvisdagurin hjá kommununi var leygardagin 30. apríl í besta summarveðri. Les meira
26. apríl 2011
Síðst í hesum mánaðinum fær Kórið hjá Jóhan vitjan av kamarkóri á teknologiska universitetinum í Szczecin.Í polska ferðalagnum eru átjan fólk. Tvey teirra eru við sum umboð fyri býin Szczecin. Les meira
20. apríl 2011
Tórshavnar Kamarkór hevur tvær spennandi konsertir komandi dagarnar: Tann fyrra verður í Fríðrikskirkjuni á Toftum, langa fríggjadag kl. 16:00, og hin seinna verður í Vesturkirkjuni í Havn, leygardagin 23. apríl kl. 17:00. Les meira
20. apríl 2011
Motorbáturin, sum var heimahoyrandi á Toftum frá 1944 til 1966, skal verða ein livandi partur av skipasøguni í kommununi. Les meira
14. apríl 2011
Sangkór úr Hveragerði vitjar á Toftum leygardagin 16. apríl, har stór konsert verður saman við kórinum í Fríðrikskirkjuni. Les meira
13. apríl 2011
Svimjifelagið FLOT hevur hildið aðalfund á Svangaskarði. Forkvinnan seinastu árini bar seg á aðalfundinum undan at halda fram, so nýggj forkvinna er sett. Roknskapurin vísti eitt lítið hall í fjør. Les meira
8. apríl 2011
Framsýningin verður sunnudagin 10. apríl frá kl. 15.00 til 18.00. Les meira
7. apríl 2011
Ole Andersen, aðalskrivari hjá danska felagsskapinum “Ordet & Israel”, fer um vikuskifti at tala á Toftum. Evnini, ið hann fer at viðgera, hava øll við Ísrael at gera. Eisini verður aktuella støðan í Ísrael lýst. Les meira
31. mars 2011
Leygardagin 2. apríl er Fríðrikskirkjan karmur um "Kórtreff" í Eysturoy Les meira
30. mars 2011
Eftir at Landsverk hevur noktað at seta busskýli upp á Toftagjógv, hevur Nes kommuna nú sjálv sett eitt skýli upp á havnalagnum. Hetta hevur verið tiltronkt leingi. Les meira
26. mars 2011
Kaj Leo Holm Johannesen løgmaður avdúkaði "Ársins íverkseta 2011" á ársins íverksetaradegi í dag 25. mars í Múllers Pakkhúsi Les meira
10. mars 2011
Aftur í ár skipar Bátafelagið á Toftum fyri bátafestivali. Vikuskiftið 7. – 8. mai eiga bátaeigarar og onnur at seta sær tíðina av til hvíld, hugna og veitlsulag á Toftum. Les meira
10. mars 2011
Teir seinastu mánaðarnar hevur verið arbeitt við at sniðgeva nýggju heimasíðuna hjá Tofta skúla www.toftaskúli.fo. Les meira
4. mars 2011
Fríggjadagin hin 4. mars helt Tofta skúli føstulávint Les meira
22. februar 2011
Týsdagin var móttøka í nýggja Ungdómshúsinum, sum er eitt samstarv millum Nes kommunu og Runavíkar kommunu. Les meira
17. februar 2011
P/F Framherji á Toftum hevur saman við P/F Varðin í Gøtu og Samherji á Akureyri í Íslandi nú keypt partar av ognunum hjá Føroya Fiskavirking, har ímillum saltfiskavirkið á Toftum. Les meira
7. februar 2011
Í lesaragrein minnir Martin Heinesen á, hví tað ikki skal bíðast við at gera Skálafjarðartunnilin... Les meira
4. februar 2011
Missiónsvikan í ár, byrjar við einum spennandi og øðrvísi familjumøti. Familjumøti fer at verða um ferðuna, sum Ísraels fólk hevði úr Egyptalandi til Ísrael. Les meira
3. februar 2011
Línubáturin Volunteer er seldur, báturin fær nú heimstað á Eiði. Les meira
3. februar 2011
Leygarkvøldið 5. februar, kl. 20, verður Blákross ungdómsmøti í missiónshúsinum, Tabor, á Toftum Les meira
2. februar 2011
Sjálvhjálpin er ein ókeypis tænasta, har fólk við persónligum trupuleikum kunnu fáa samrøðu við sálarfrøðing, sosialráðgeva, samlívsfrøðing og gudfrøðing. Les meira
25. januar 2011
Nú eru fyrireikingarnar til nýggja Ungdómshúsið á Toftum komnar so mikið áleiðis, at leiðari er settur. Avgjørt er at seta Johnleif Gerðisá, av Nesi, í starv, sum leiðara fyri Ungdómshúsið á Toftum Les meira
24. januar 2011
Innskriving av næmingum Les meira
18. januar 2011
Ætlanin er at savna skipasøguna í Nes kommunu. Her á staðnum hevur verið og er, framvegis nógv virksemi í samband við skip, fisk og fiskiskap. Serliga í seinastu øld, var fiskivinnan fyri stórum frambrotum her á landi, og var fólkið her á staðnum við í fremstu røð. Les meira
14. januar 2011
Kirkjukórið hevur sangløtu, í Fríðrikskirkjuni, leygardagin 15. jan. kl. 20 Les meira
13. januar 2011
ALS-kortið skal ikki latast inn hjá Posta Les meira
12. januar 2011
Tann 7. sept. 2009 setti Innlendismálaráðið kunngerð í gildi um útleiðing av spillivatni. Henda kunngerð áleggur øllum kommunum í landinum, at gera eina spillivatnsætlan, sum skal sendast Umhvørvisstovuni fyri 1. jan. 2011. Les meira
6. januar 2011
Formennirnir í Føroya Kommunufelag, Kommunusamskipan Føroya, landsstýrisfólkini í Almanna-, Heilsu- og Mentamálum undirskrivaðu í dag nýggjan SSP-sáttmála. Les meira
6. januar 2011
Skattainntøkan hjá kommununi var 3,17 % hægri í 2010 enn í 2009, og er hetta við sama skattaprosenti, nevnliga 20,5. Les meira
6. januar 2011
Almennu fundirnir hjá bygdaráðnum í 2011 verða hesar mánadagar kl. 19.00 í bygdaráðsalinum. Les meira