Tíðindarkiv


16. august 2012
Í gjár 15. august byrjaði Lars L. Larsen í starvi sum havnafúti við Tofta Havn. Lars er útbúgvin skipsførari, og hevur seinastu tvey árini starvast á Sjóvinnustýrinum. Les meira
10. juli 2012
Sáttmáli undirskrivaður um atløgusíðu við Rætt. Nes kommuna og J&K Petersen hava í morgun undirskrivað sáttmála um bygging av atløgusíðu við MJ-Saltsøluna við Rætt á Toftum. Les meira
2. juli 2012
Graslíkisvøllurin var tikin alment í nýtslu leygardagin 30. juni 2012. Fyrsti dysturin, sum var spældur á vøllinum, var millum B-68 og TB í Effodeildini. Les meira
26. juni 2012
Mánadagin 25. juni var nýggi vøllurin handaður. Arbeiðið at leggja nýggjan graslíkisvøll á Svangskarði er nú liðugt, og væntandi verður nýggi vøllurin tikin alment í nýtslu leygardagin 30. juni, tá B68 og TB bresta saman í Effodeildini. Les meira
25. juni 2012
Fríggjadagin 15. juni var starvsfólkadagur hjá kommununi. Farið var av Toftum kl. 09.00 við ferðabátinum Sir Humphry, sum silgdi starvsfólkið út á Borðina, har ferðaleiðarin á túrinum, Hanus Pál tók ímóti. Les meira
21. juni 2012
Í sambandi við Umhvørvisátakið 2012, hevur bygdagøtan millum Svangaskarð og Løkin, sum Nes- og Runavíkar kommunur hava gjørt í felag, fingið fyrstu virðisløn. Les meira
7. juni 2012
Árligi ítróttardagurin verður 15. juni á Svangaskarði. Byrjað verður kl. 10.00 og enda á leið kl. 15.00. Les meira
7. juni 2012
Løgmansskrivstovan: Í dag varð Martin V. Heinesen valdur sum limur í landgrunnsnevnd ST (Commission on the Limits of the Continental Shelf) í eitt fimm ára skeið. Les meira
7. juni 2012
Í gjár kom amerikumaðurin Chris Duff, sum hevur róð úr Skotlandi til Føroyar inn á Toftir. Í morgun hevði hann fyrilestur í Tofta skúla Les meira
7. juni 2012
í samband viðútivikuna í ár, var skipað fyri gongutúrum v.m. Les meira
6. juni 2012
Í ár hevði kommunan skipað soleiðis fyri, at næmingarnir í 9. flokki sluppu til arbeiðis eftir skúlatíð, frá 10. apríl til 3. mai Les meira
31. mai 2012
Sunnudagin hevur Havnarkórið tvær konsertir, eina á Toftum, og eina í Fuglafirði. Skráin er umfatandi, og millum annað verða satsir eftir Knút Olsen, Eyðun á Lakjuni, Sunleif Rasmussen, Kára Bæk, Paula í Sandágerði og Leif Hansen. Eisini eru satsir til føroyskar tekstir eftir Vagn Holmboe og John Høyby. Les meira
29. mai 2012
Tofta skúli hátíðarheldur 40 ára starvsdag. Les meira
25. mai 2012
Týskvøldið 29. mai skipa Nes og Runavíkar Kommunur aftur fyri hugnaløtu við Toftavatn. Til tiltakið í fjør møttu eini 300 fólk í øllum aldri, og vóna fyriskipararnir, at væl av fólki møtir hesa ferð eisini. Les meira
21. mai 2012
1 mai byrjaði Hansa Maria Hansen í starvi sum bókhaldari hjá Nes kommunu, fyri Oddvør Harryson, sum fer frá vegna aldur. Les meira
8. mai 2012
Aftur í ár skipar Nes kommuna fyri gongutúrum. Les meira
7. mai 2012
Næmingarnir í Tofta skúla til skrivliga próvtøku Les meira
3. mai 2012
Í sambandi við, at Alfred Olsen hevði 35 ára starvsdag sum skrivari hjá Nes Kommunu tann 30. apríl, skipaði kommunan fyri almennari móttøka í Miðhøll skúlans. Les meira
26. apríl 2012
Í sambandi við fólkaatkvøðuna, sum verður tann 3. mai, verður borgarafundur mánakvøldið 30. apríl. kl. 20.00 í fimleikahøllini í Tofta skúla. Les meira
24. apríl 2012
Árligi umhvørvisdagurin verður sum vanligt vikuskiftið áðrenn bátafestivalin, tvs. leygardagin 28. apríl Les meira
23. apríl 2012
Útferð. Sunnudagin 29. apríl fara Seinnapartssamkoman og Sjómanskvinnuringurin í Tabor, útferð yvir á Strendur. Farið verður við bussi frá Tabor kl.10. Les meira
17. apríl 2012
Tofta Kvinnufelag skipar fyri almennum Hugnakvøldi í felagshúsinum Toftavegur 20, hóskvøldið 19.04 kl. 19.30 Skrá: Anna á Torkilsheyggi sigur frá virkseminum umborð á Logos Hope. Les meira
3. apríl 2012
Gratisavísin hevur í seinasta blaði tosað við fleiri borgarstjórar um samanleggingar av kommunum. Les meira
3. apríl 2012
30. mars 2012
Mánadagin 2.apríl kemur nýggj stuttsøgubók fyri børn og ung í bókhandlarnar. Tað er Jonna Poulsen, á Toftum sum hevur skrivað. Bókin hevur 176 síður, Les meira
29. mars 2012
Fríggjakvøldið kl. 20.00 verður bókakafé í Missiónshúsinum. Les meira
27. mars 2012
Eftir summarferiuna verður farið undir at byggja nýggja Blákrossheimið á Nesi, og gongst sum ætlað, verður flutt inn í nýggja viðgerðarheimið komandi ár. Les meira
23. mars 2012
Filmurin Courageous verður sýndur í Nebo komandi sunnudag tann 25. mars kl. 20.00. Filmurin hevur fingið sera góða umtalu í USA. Les meira
22. mars 2012
Bátafestivalurin verður á Toftum fyri 8. ferð tann 5. mai 2012 Les meira
21. mars 2012
Hóskvøldið 22. mars kl. 19.30 verður áhugavert Mentanartiltak í Tofta skúla. Egon Hansen, lærari, ættaður úr Nólsoy Les meira
6. mars 2012
Fornminnisfelagið hevur ársaðalfund í Gamla Prestagarði á Nesi leygardagin 10. mars 2012 kl. 16.00. Les meira
5. mars 2012
Nes Kommuna fekk í februar í ár - eins og í januar - væl hægri inntøkur í kommunuskatti. Í februar í 2011 var kommunuskatturin 2.322.439 kr, meðan hann í ár er 3.158.814 kr, vøksturin er 836.375 kr ella 36,01 %. Les meira
23. februar 2012
Svimjihøllin nýggj vindeygu Les meira
21. februar 2012
Fiskivinna: Sera nógv fólk var komið saman til fund á Toftum, har Nes Kommuna skipaði fyri. Fundurin skuldi lýsa nógv ymisk vinnuviðurskiftir. Les meira
21. februar 2012
Tað verður svimjikapping á Toftum 3. mars 2012 Les meira
16. februar 2012
Í kvøld kl. 19.00 verður almenni fundurin í Tofta skúla um føroyska fiskivinnu, við heitinum: Føroyar sum tilfeingisdepil. Við á fundinum verða: Kai Leo Holm Johannesen, Løgmaður, Johan Dahl, Vinnumálaráðharri og Jacob Vestergaard, nýggjur Fiskimálaráðharri. Fyrilestrar verða frá vinnuni. Les meira
13. februar 2012
Hósdagin 16. feb. kl. 19.00 verður almennur fundur í Tofta skúla um føroyska fiskivinnu. - Føroyar sum tilfeingisdepil. Við á fundinum verða Kai Leo Holm Johannesen, løgmaður. Jákup Mikkelsen, Fiskimálaráðharri og Johan Dahl, Vinnumálaráðharri. Les meira
10. februar 2012
Í morgun kl. 10.30 komu uml. 200 pedagogar, saman við fleiri børnum, á vitjan hjá kommununi. Les meira
9. februar 2012
Áheitan frá Teknisku deild um at parkera við skili, og virða tey, sum skulu verða á gonguteigunum. Les meira
6. februar 2012
So leingi Pedagogfelagið er í verkfalli, skulu foreldur ikki gjalda fyri ansingarpláss. Les meira
6. februar 2012
Missiónsvikan heldur fram í Tabor á Toftum. Les meira undir tiltøk. Les meira