TÝ­indarkiv


16. november 2012
Handilin er opin hvønn dag. Mánadag og fríggjadag fast eisini okkara ”steikiklára gulllaxafars” Steikiklárt gulllaxafars fyri einans 100 kr/Posa á 2,0 kg Les meira
14. november 2012
Karlakór Reykjavíkur hevur adventskonsert í Føroyum leygardagin. 1. og sunnudagin. 2 desember. Karlakórið vitjaði seinast í Føroyum í 2007, og helt adventskonsertir í stúgvandi fullum kirkjum. Les meira
14. november 2012
Foreldraumboðini í nýggja skúlastýrinum eru nú Annfríð Neslíð og Justin Philbrow, sum blivu afturvald, og Jaspur Langgaard, sum er nývaldur. Les meira
14. november 2012
Nývald í bygdaráðið eru Niclas Davidsen, Mortan Højgaard og Jákup A. Olsen. Petur Jákup Petersen og Jákup Martin Kjeld vóru ikki afturvaldir, og borgarstjórin Símin Johannesen stillaði ikki uppaftur. Les meira
9. november 2012
Til kommunuvalið týsdagin 13. novembur 2012 eru innkomnir tveir listar, listi A og listi B. Og til Skúlastýrisvalið er innkomin ein listi. Les meira
6. november 2012
Fornminnisfelagið fer at hava hugnaløtu leygardagin 10. novembur 2012 kl. 16.00 í Miðhøllini í Tofta skúla. Les meira
1. november 2012
Christmas Child er eitt afturvendandi tiltak, sum seinastu árini hevur glett líðandi børn við at geva teimum eina skógvaeskju við gávum. Tað er felagsskapurin Samaritans Purse , sum stendur aftanfyri tiltakið. Les meira
1. november 2012
Minnigarhald teirra sjólætnu verður í Fríðrikskirkjuni á Toftum 01.november kl. 15.00, har Martin R. Jacoben,prestur talar. Kransar verða lagdir við minnisvarðan. Aftaná minningarhaldið verður bjóða til kaffi í Kirkjukjallaranum. Les meira
26. oktober 2012
Mint verður á uppstillingarfundin til Skúlastýrið, ið verður í Tofta skúla, mánakvøldi 29.okt. kl. 20.00. Foreldrini vera kunnað um valið og fáa høvi at umrøða spurningar í hesum sambandi. Eftir fundin hava tey, sum møtt eru, høvi til at stilla upp valevni og lata inn uppstillingarlistar. Les meira
25. oktober 2012
Tá freistin var úti, tann 23. oktober, var greitt, at tveir listar verða til kommunustýrisvalið í Nes kommunu. Eingin kvinna er á almenna listanum, við tað at tær hava valt at stilla upp á kvinnulistanum. Les meira
9. oktober 2012
Almennur uppstillingarfundur til bygdaráðsvalið í Nes kommunu verður í miðhøll skúlans mikudagin 10. oktober kl. 19.00. Les meira
8. oktober 2012
Nú byrjar Juniorarbeiðið, í missiónshúsinum Tabor á Toftum, aftur. Byrjað verður í kvøld kl. 19 til uml. kl. 21. Les meira
8. oktober 2012
Endurnýtslan á Bakka hevur selt fyri meira enn 250.000 krónur, síðani hon lat upp í februar í ár. - Sølan hevur gingið væl, og vit fegnast um, at fólk á Skálafjørðinum og aðrastaðni kring landið hava tikið so væl undir við endurnýtsluhandlinum, sigur Frants Jensen, aðalskrivari hjá Bláa Krossi. Les meira
5. oktober 2012
Eins og undanfarin ár, fer kvøldskúlin at bjóða ymisk áhugaverd handalig og rørslulig frítíðarítriv. Eisini er ætlanin at hava handalig vikuskiftisskeið sum verða lýst á heimasíðu skúlans. Les meira
5. oktober 2012
Søkt verður eftir fólki til vaktarhald í svimjihøllini í Tofta skúla í sambandi við almenna svimjing og útleigan. Arbeiðstíðin er seinrapart á degi, og leygardag uml. 20 tímar um vikuna. Les meira
4. oktober 2012
Fyri fyrstu ferð er tað møguligt hjá øllum foreldrum at børnum í Tofta skúla at vera við í eini umfatandi meiningakanning, sum Tofta skúlastýrið skipar fyri nú um daganar. Les meira
25. september 2012
Símin Johannesen, sum seinastu 8 árini hevur verið borgarstjóri á Toftum, hevur tikið avgerð um, ikki at stilla upp til komandi bygdaráðsval. Les meira
25. september 2012
Útimissiónsbarnaringurin í Tabor á Toftum byrjar sítt arbeiði aftur í morgin 26. septembur 2012 kl. 17.30. Les meira
25. september 2012
Skúlastýrið skipar fyri felags foreldrafundi 26. septembur 2012 kl. 19.30, har greitt verður frá um skúlaárið 2011-2012. Eisini verður uppstillingarfundur til skúlastýrisvalið, sum verður tann 13. novembur 2012. Les meira
21. september 2012
Nes kommuna og Blái Krossur skrivaðu í vikuni undir ognarbræv, sum staðfestir, at grundøkið sum Nes kommuna gjørdi byggibúgvið í 2006, nú er ogn hjá Blá kross. Les meira
18. september 2012
Nes kommuna og Agenda 21 Stovan tóku í 2007, í samstarvi við trolaran M/T Búgvin, stig at kanna nøgd og slag av ruski, ið rekst í føroyskum sjóøki. Mikukvøldið kl. 19.00 verður fundur í Tofta Skúla, har greitt verður frá Fishing For Litter verkætlanini. Les meira
17. september 2012
Svimjihøllin á Toftum letur nú upp aftur fyri veturin. Svimjifelagið Flot hevur longu byrja sínar venjingar, og í dag 17. sept. byrjar so almenna svimjingin. Les meira
13. september 2012
Í sambandi við stórmøtini hjá Heimamissiónini í ítóttarhøllini í Runavík 21. - 23. september, verður stórt og serstakt familjutiltak leygardagin 22. kl.16. Les meira
7. september 2012
Í gjárkvøldi hevði sp/f VIST 09 framløgu av verkætlanini í høllini hjá KBH. Eini 70 fólk vóru møtt at hoyra um áhugaverdu ætlanina. Les meira
6. september 2012
Kirkjukórið byrjar aftur at venja í kjallaranum í Fríðrikskirkjuni mánakvøldið 10. septembur 2012 kl. 19.30. Les meira
22. august 2012
Í døgunum 2-9 Juli var Akureyri í Íslandi karmur um NOVU 2012. Har møttust umleið 100 ungdómar í aldrinum 16 til 20 ár. Joan Kristina í Jákupstovu og Jóhan Gaardbo, bæði av Toftum, luttóku fyri Føroyar. Les meira
21. august 2012
Í gjár, 20.august 2012 kl. 11.00, møttu tey 34 børnini, ið vóru teknað til 1.fl., til teirra fyrsta skúladag. Les meira
16. august 2012
Í gjár 15. august byrjaði Lars L. Larsen í starvi sum havnafúti við Tofta Havn. Lars er útbúgvin skipsførari, og hevur seinastu tvey árini starvast á Sjóvinnustýrinum. Les meira
10. juli 2012
Sáttmáli undirskrivaður um atløgusíðu við Rætt. Nes kommuna og J&K Petersen hava í morgun undirskrivað sáttmála um bygging av atløgusíðu við MJ-Saltsøluna við Rætt á Toftum. Les meira
2. juli 2012
Graslíkisvøllurin var tikin alment í nýtslu leygardagin 30. juni 2012. Fyrsti dysturin, sum var spældur á vøllinum, var millum B-68 og TB í Effodeildini. Les meira
26. juni 2012
Mánadagin 25. juni var nýggi vøllurin handaður. Arbeiðið at leggja nýggjan graslíkisvøll á Svangskarði er nú liðugt, og væntandi verður nýggi vøllurin tikin alment í nýtslu leygardagin 30. juni, tá B68 og TB bresta saman í Effodeildini. Les meira
25. juni 2012
Fríggjadagin 15. juni var starvsfólkadagur hjá kommununi. Farið var av Toftum kl. 09.00 við ferðabátinum Sir Humphry, sum silgdi starvsfólkið út á Borðina, har ferðaleiðarin á túrinum, Hanus Pál tók ímóti. Les meira
21. juni 2012
Í sambandi við Umhvørvisátakið 2012, hevur bygdagøtan millum Svangaskarð og Løkin, sum Nes- og Runavíkar kommunur hava gjørt í felag, fingið fyrstu virðisløn. Les meira
7. juni 2012
Árligi ítróttardagurin verður 15. juni á Svangaskarði. Byrjað verður kl. 10.00 og enda á leið kl. 15.00. Les meira
7. juni 2012
Løgmansskrivstovan: Í dag varð Martin V. Heinesen valdur sum limur í landgrunnsnevnd ST (Commission on the Limits of the Continental Shelf) í eitt fimm ára skeið. Les meira
7. juni 2012
Í gjár kom amerikumaðurin Chris Duff, sum hevur róð úr Skotlandi til Føroyar inn á Toftir. Í morgun hevði hann fyrilestur í Tofta skúla Les meira
7. juni 2012
í samband viðútivikuna í ár, var skipað fyri gongutúrum v.m. Les meira
6. juni 2012
Í ár hevði kommunan skipað soleiðis fyri, at næmingarnir í 9. flokki sluppu til arbeiðis eftir skúlatíð, frá 10. apríl til 3. mai Les meira
31. mai 2012
Sunnudagin hevur Havnarkórið tvær konsertir, eina á Toftum, og eina í Fuglafirði. Skráin er umfatandi, og millum annað verða satsir eftir Knút Olsen, Eyðun á Lakjuni, Sunleif Rasmussen, Kára Bæk, Paula í Sandágerði og Leif Hansen. Eisini eru satsir til føroyskar tekstir eftir Vagn Holmboe og John Høyby. Les meira
29. mai 2012
Tofta skúli hátíðarheldur 40 ára starvsdag. Les meira
25. mai 2012
Týskvøldið 29. mai skipa Nes og Runavíkar Kommunur aftur fyri hugnaløtu við Toftavatn. Til tiltakið í fjør møttu eini 300 fólk í øllum aldri, og vóna fyriskipararnir, at væl av fólki møtir hesa ferð eisini. Les meira