TÝ­indarkiv


30. desember 2016
Aftur í ár skipar Tofta Ítróttarfelag fyri nýggjárshaldi á Toftakaj Les meira
19. desember 2016
Skrivstovan er stongd frá 23. desembur 2016, aftaná kl. 16.00. Opið verður aftur mánadagin 2. januar 2017, sum vanligt. Eru átrokandi ørindi, kann ringjast á vakttelefonina tlf. 448144. Les meira
19. desember 2016
Nú stundar til jóla, og tá er nýggjári eisini í hondum. Heitt verður tí á teir borgarar í Nes kommunu, sum hava ætlanir um at brenna bál á nýggjárinum, um at senda umsókn um loyvi til at brenna bál. Umsóknirnar skulu sendast til Skálafjarðar Kommunala Sløkkiliði, skalslok@olivant.fo, innan 31. desember, klokkan 12.00 Les meira
16. desember 2016
Í hesum døgum umvælir kommuna brúnna um Toftavatn Les meira
16. desember 2016
Eins og undafarin ár verður fimleikarhøllin í Tofta skúla opin í jólafrítíðini. Tey ið ynskja at leiga høllina skulu seta seg í samband við Hans Erik Danielsen, telefon 291967. Les meira
16. desember 2016
Nes kommunu Cup verður aftur í ár. Tað er fimta ári á rað, at skipað verður fyri hesi innandura fótbóltskapping í fimleikarhøllini í Tofta skúla. Kappingin verður mikudagin 29. desember Les meira
15. desember 2016
Aftur í ár koma jólamennirnir út á Toftir at vitja, nú teir eru á rundferð í Eysturoynni. Hesaferð koma teir leygardagin 17.12.2016 kl. 16.00. Les meira
7. desember 2016
Sunnudagin, 11. desember kl. 16, fara Kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni og Kristiliga Sangkórið at hava jólakonsert í Fríðrikskirkjuni. Kórini hava eisini jólakonsert í Havnar kirkju leygardagin, 10. desember kl. 17 Les meira
5. desember 2016
Fríggjakvøldið 2. Desember, á árliga jólaborðhaldinum hjá starvsfólkunum í Nes kommunu, blivu 6 starvsfólk heiðrað fyri trúgva tænastu Les meira
1. desember 2016
Á almennum bygdarráðsfundi í gjárkvøldið skipaði nývalda bygdarráðið í Nes kommunu seg. Jóhannus Danielsen heldur fram sum borgarstjóri og Súni í Hjøllum heldur fram sum varaborgarstjóri Les meira
1. desember 2016
Mánakvøldið var triðja og seinasta viðgerð av fíggjarætlanini hjá Nes kommunu fyri 2017. Skattaprosentið verður óbroytt eins og barnafrádráttur eisini verður óbroyttur í mun til undanfarin ár Les meira
1. desember 2016
Bygdaráðið hevur samtykt nær teir almennu fundirnir 2017 skulu verða. Les meira
1. desember 2016
Mikukvøldið 7. desembur skipar bituff fyri áhugaverdum fyrilestri um, hvussu tað er at liva við sálarsjúka tætt inn at kroppinum, og hvussu man sum familja, vinir og onnur avvarandi, skulu bera seg at tá, ið tey merkja fordómar í samfelagnum. Tormóður fer eisini at tosa um hvussu vit, sum samfelag, kunnu hjálpa tí sálarsjúka at finna røttu hjálpina fyri soleiðis at fyribyrja at sjúkan gers ov álvarslig og byrðan ov tung at bera. Les meira
1. desember 2016
Tríggjar næmingakonsertir hjá Nes Sóknar Musikkskúla standa fyri durum. Týskvøldið 6. des klokkan 19:00 í LØKSHØLL, mikukvøldið 7. des klokkan 19:00 í Cafeteria á Ellis- og Røktarheiminum og mánakvøldið 12. des klokkan 19:00 Í Cafeteria á Ellis- og Røktarheiminum Les meira
30. november 2016
Bygdarráðið, sum bleiv valt á kommunuvalinum 8. novembur, fer á almennum fundi í kvøld at skipað seg. Fundurin verður kl. 18.00 Les meira
28. november 2016
Týskvøldið, 29. november kl. 19.00, verður bókaprát á bókasavninum í Tofta skúla. Rithøvundurin, Marjun Syderbø Kjelnæs, vitjar bókasavnið Les meira
28. november 2016
Nógv fólk vóru samankomin á Toftum leygardagin í samband við at jólatrøini í Nes kommunu blivu tendrað í góðveðrinum. Í ár var tað Kári á Torkilsheyggi sum helt talu Les meira
24. november 2016
Nes kommuna søkir í hesum døgum eftir umsjónarfólki til Svangaskarð og barnaansingarstovnarnar í kommununi. Freistin at søkja er 4. des. 2016. Sí niðanfyristandandi starvslýsing Les meira
16. november 2016
Jólatrøini í Nes kommunu verða tendrað leygardagin 26. november kl. 16.00, og verður tað Kári á Torkilsheyggi, sum kemur at halda taluna og tendra jólatrøini. Eins og 3 tey seinastu árini verður jólakonsert í Fríðrikskirkjuni eftir, at jólatrøini eru tendrað Les meira
10. november 2016
8. novembur var skúlastýrisval í Tofta skúla. Av tí at verandi foreldraumboð ikki stillaðu uppaftur, blivu 3 nýggj foreldraumboð vald Les meira
9. november 2016
Á bygdarráðsvalinum 8. Nov. 2016, blivu tey hesi 7 vald: Jóhannus Danielsen, Súni í Hjøllum, Niclas Davidsen og Elin á Torkilsheyggi blivu afturvald, umframt Petur Jákup (Dakko) Petersen, Kaj Eli Hansen og Høgni Hansen. Nývalda bygdarráðið hevur í kvøld skipað seg við Jóhannus Danielsen sum borgarstjóra Les meira
8. november 2016
Í dag hava P/F Eystur- og Sandoyartunlar og NCC undirskrivað sáttmála um bygging av Eystur- og Sandoyartunlinum við tilhoyrandi vegum. Sáttmálin er uppá 2.073 milliónir krónur Les meira
3. november 2016
Leygardagin, 5. november kl 11.00, byrjar TF-Vetrarkappingin aftur. Byrjað verður á Toftum Les meira
3. november 2016
Leygarkvøldið, 5. november kl. 19.00, verður basarur og tombola á Svangaskarði, sum B68 skipar fyri Les meira
2. november 2016
Val til skúlastýrið í Tofta skúla verður 8. november 2016, sama dag sum kommunustýrisval verður. Eins og til kommunuvalið er valstaðið fimleikarhøllin í Tofta skúla Les meira
2. november 2016
Leygardagin, 5. nov. 2016 kl. 16.00, skipar Fornminnisfelagið í Nes kommunu fyri áhugaverdum almennum fyrilestri í Gamla Prestagarði á Nesi, við heitinum "føroyskir uppkallingarsiðir" Les meira
1. november 2016
Í dag 1. nov. kl. 19.30 verður val-cafe í miðhøllini í Tofta skúla. Øll valevnini, ið stilla upp til komandi bygdaráðsval, vera við og fáa møguleika, í stuttum, at greiða frá, hvat tey ætla at gera komandi valskeið Les meira
1. november 2016
Í gjárkvøldið var onnur viðgerð av fíggjarætlanini hjá Nes kommunu fyri 2017. Skattaprosentið verður óbroytt eins og barnafrádráttur eisini verður óbroyttur í mun til undanfarin ár Les meira
31. oktober 2016
Týsdagin, 1. november kl. 15.00, verður minningarhald teirra sjólætnu í Fríðrikskirkjuni á Toftum Les meira
31. oktober 2016
Bingjuplássið er stongt týsdagin 01.11.2016, Alla halganna dag. Les meira
26. oktober 2016
Eldraøkið er í góðum og tryggum hondum - bæði politiskt og fakligt. Aftursvar til forkvinnuna í felagnum fyri føroysku sjúkrarøktarfrøðingarnar, óluvu í Gong Les meira
26. oktober 2016
Svarskriv frá Kommunufelagnum til landsmyndugleikarnar Les meira
20. oktober 2016
Roðin hevur ognað sær eina mobila tannviðgerðar eind. Hendan íløgan ger, at tannlæknaviðgerðir nú kunnu fremjast á Røktarheiminum í Runavík og somuleiðis á sambýlunum, sum Roðin hevur ábyrgdina av, nevnliga á Vesturskin á Toftum og Sjóvarlon á Strondum Les meira
19. oktober 2016
Nú Tofta kvøldskúli er byrjaður frítíðarundirvísingina fyri 2016/2017, eru enn nøkur pláss eftir til nakrar av lærugreinunum Les meira
19. oktober 2016
Tá freistin at lata valevnislistar til kommunuvalið í Nes kommunu 8. nov., var úti 18. oktober kl. 18.00, vóru 2 listar komnir inn, við ávikavist 11 og 7 valevnum Les meira
19. oktober 2016
Mánadagin varð skipað fyri móttøku í Tofta skúla fyri Mariu Rasussen, sum hevur undirvíst í 40 ár í Tofta kvøldskúla Les meira
18. oktober 2016
Systkini Jóna Højgaard og Jógvan Martin Olsen hava málningaframsýning í Atelier Gráastein í Saltnesi frá 21. oktober til síðs í november Les meira
18. oktober 2016
Mikudagin 19.10.2016 kl. 19.00 verður felags foreldrafundur í Tofta skúla. Laila Hentze frá Gallup leggur skúlakanningina 2016 fra Les meira
14. oktober 2016
Mánadagin, 17. oktober frá kl. 16.00 til 18.00, verður skipað fyri móttøku fyri Mariu Rasmussen, í sambandi við, at hon hevur undirvíst í 40 ár í Tofta skúla Les meira
13. oktober 2016
FSF hevur í morgun kunngjørt nøvnini á teimum 4 fótbóltsmennarunum, sum eru settir. Millum hesar eru toftamennirnir og B68´arnir Jógvan Martin Olsen og Øssur Hansen. 30 umsøkjarar vóru Les meira
10. oktober 2016
Tað verður Innspark úr Havn, sum hevur fingið til uppgávu at levera og seta upp nýggja spæliplássið og útfitnessi økið á stadionøkinum á Svangaskarði Les meira