TÝ­indarkiv


15. november 2013
Undirtøkan var góð, til fundin, tá Bókasavnið í Nes kommunu og Bókasavnið við Løkin, í samstarvi, høvdu boðað til stovnandi fund av lesiringum hóskvøldið 14. november. Eini 20 áhugaði fólk møttu og teknaðu seg til lesiringar. Les meira
14. november 2013
Týsdagin 19. november 2013 kl. 19.00 verður fyrilestur á Bókasavninum í Nes kommunu, har Livar Nysted fer at greiða frá sínum ferðum um heimshøvini Les meira
14. november 2013
Leygardagin, 30. november, kl. 16.00, verða jólatrøini í Nes kommunu tendrað. Umframt talu við jólatræið á Toftum, luttekur Nes Sóknar Hornorkestur og jólamenn vitja. Les meira
12. november 2013
Dámar tær væl at lesa? Og manglar tær onkran at tosa við um tað, tú lesur? Ella kundi tú hugsað tær at komið í gongd við at lesa? So er ein møguleiki her! Les meira
10. november 2013
Heili 81 rennarar luttóku í gjár í fyrstu TF-kappingini í vetur, Runt Agnið. Herav vóru 46 menn, 22 kvinnur, 8 dreingir og 5 gentur. Tey vaksnu runnu 10,3 km, meðan tey yngru runnu 5 km. Fyrireikarnir minnast ikki at luttøkan nakrantíð fyrr hevur verið so stór Runt Agnið. Les meira
6. november 2013
Leygardagin, 9. november kl. 11.00, byrjar vetrarkappingin, sum nú eitur TF-vetrarkappingin, aftur. Frælsur Ítróttur Føroya (FÍF) hevur gjørt høvuðsstuðulsavtalu við Tryggingarfelagið Føroyar, og harav navnið á kappingini. Les meira
6. november 2013
Á kirkjuráðsvalinum í Nes kirkjusókn í gjár komu 2 nýggj limir í kirkjuráðið, Bjørg Reinert Højgaard og Hilmar Jónfinn Højgaard, hinir 5 eru afturvaldir. Les meira
5. november 2013
Fyribilskattauppgerðin, hjá Nes kommunu, fyri 10 teir fyrstu mánaðirnar í ár, er næstan tann sama sum fyri sama tíðarskeið í fjør, ella 0,32 prosent hægri. Les meira
5. november 2013
Í gjárkvøldið hevði bygdaráðið 1. viðgerð av fíggjarætlanin fyri 2014 hjá Nes kommunu. Skattaprosentið og barnafrádrátturin eru óbroytt. Les meira
1. november 2013
Týsdagin, 5. november, verður kirkjuráðsval í Nes kirkjusókn. Valstaðið er kirkjukjallarin í Fríðrikskirkjuni, og er opið frá kl 10.00 til kl. 20.00. Hesi eru uppstillað: Les meira
29. oktober 2013
Fríggjadagin, kl. 15.00, verður minngarhald teirra sjólætnu á Toftum. Les meira
28. oktober 2013
Leygarkvøldið, 26. nov. 2013, høvdu Tofta Kvinnufelag og Tofta Talvfelag eydnuhjól á Svangaskarði. Les meira
23. oktober 2013
Hóskvøldið, 24. okt., kl. 19,00, kemur Páll Kunoy at hava fyrilestur í Miðhøllini í Tofta skúla, um sluppirnar “Imanuel” og Lauru”, ið gingu burtur somu nátt á várið 1932. Les meira
23. oktober 2013
Í samband við at nýggja viðgerðarheimið hjá Bláa Krossi er innilokað, verður "opið hús" í bygninginum leygardagin 26. oktober, frá kl. 14.00 til kl. 17.00. Les meira
18. oktober 2013
Arbeiðið við at gerða atløgusíðuna við Rætt, sum byrjaði seinasta heyst, er nú liðugt. Í byrjanini var ætlanini, at atløgusíðan skuldi verða 20 metur, men tíðliga í summar var avgjørt at leingja hana til 40 metur. Les meira
17. oktober 2013
Komandi vikuskifti fara 300 fólk á Toftalegu. Tað er Tabor, sum annaðhvørt ár, skipar fyri Toftaleguni í leguhúsinum í Nesvík, og fyrireikarnir siga, at luttakaratalið ongantíð hevur verið so stórt sum hesaferð. Les meira
17. oktober 2013
Í næstum byrjar Landsverk uppá arbeiðið at gera eina vinstrasnaringsbreyt (kanalisering) við vegamótið, har Toftavegur og Høganesvegur koma saman. Arbeiði, skal verða liðugt 31. mars 2014. Les meira
14. oktober 2013
3 ferðir um vikuna møtast kvinnur á Toftum til sosiala samveru í Dagtilhaldinum á Toftum, sum húsast í sambýlinum Vesturskin. Dagtilhaldið er opið týsdag, mikudag og hósdag, frá kl. 15.00 til 18.00. Les meira
10. oktober 2013
Í heystfrítíðini vitjar “Roskilde Domkirkes Drengekor” á Toftum. Kórið kemur til Føroyar leygardagin 12. oktober, og fer avstað aftur 19. oktober. Talan er tó ikki um alt kórið, men um uml. 20 av teimum eldru kórlimunum, sum eru um 20-30 ára aldur. Les meira
8. oktober 2013
Á bygdaráðsfundi í gjárkvøldið tók bygdaráðið í Nes kommunu undir við, at allar kommunur í Føroyum verða skipaðar í eitt felag. Les meira
7. oktober 2013
Í samband við slaktið, er skipað soleiðis fyri, at fólk sleppa av við seyðskinnini á Endurnýtsluvirkinum á Toftum, uttan at tey fara til brenningar. Les meira
7. oktober 2013
Næstu 2 vikurnar er Endurnýtsluvirkið opið hvønn gerandisdag frá kl 16.00 til kl. 20.00. Leygardagar er opið sum vanligt. Les meira
5. oktober 2013
B68 gjørdist í ár suverenur vinnari av 1. Deild, 8 stig frammanfyri nr. 2. Hetta bragd er framt við lokalum kreftum. Venjarar og leikarar eru allir uppvaksnir í B68. Les meira
4. oktober 2013
Í summar vóru gott 300 føroyingar á TeenStreet legu í Týsklandi. Leygardagin, 5.oktober, møtast 2/3 av ferðalagnum í Nebo á Toftum. Les meira
1. oktober 2013
Í dag eru tað 25 ár síðani at Heilsumiðstøðin í Runavík varð tikin í nýtslu. Tað eru Nes og Runavíkar kommunur, sum tóku stig til at byggja, reka og samstarva um Heilsumiðstøðina. Les meira
1. oktober 2013
Nú sunnudagin, 6. oktober klokkan 11, verður konfirmatión í Fríðrikskirkjuni, og tað eru bert 5 konfirmantar hesaferð, og bara gentur. Les meira
28. september 2013
Eins og undanfarnar vertrar verður kvøldskúli í Tofta skúla komandi vetur. Byrja verður eftir heystfrítíðina, í viku 43. Les meira
26. september 2013
Næstan 800 fólk eru nú í góðveðrinum til barnatiltak á Svangaskarði, harav 600 børn og 200 vaksin. Les meira
25. september 2013
Nes kommuna hevur avgjørt at rennibreytin verður reinsað, og verður arbeiðið gjørt fyrst í oktober. Les meira
21. september 2013
B68 hevur í dag tryggja sær rætt til at luttaka í bestu fótbóltsdeildini í 2014, eftir bert eitt ár í næstbestu deildini. Les meira
20. september 2013
Leygarkvøldið, 28. september, kl 19.00, skipar Fornminnisfelagið í Nes kommunu fyri hugnaløtu á Svangaskarði. Les meira
20. september 2013
Síðani Roysnið bleiv endurstovnað fyrst í hesum árinum, hevur nógvur aktivitetur verið í felagnum. Les meira
14. september 2013
B68 er 5 stig á odda í 1. deild, aftaná teir í dag vunnu oddadystin á Svangaskarði, 3 - 1 ímóti HB. Les meira
13. september 2013
Kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni byrjar aftur at venja í kirkjukjallaranum mánakvøldið, 16. septembur, kl. 19.30. Les meira
12. september 2013
Av tí at starvsfólkatalið er minkað við tveimum, søkir Nes kommuna nú eftir tveimum fólkum til tekniska økið. Les meira
10. september 2013
Eins og undanfarin ár er luttøkan sera góð. Les meira
9. september 2013
Venjingarnar hjá flogbóltsfelagnum Ternan eru byrjaðar aftur. Les meira
6. september 2013
Venjingartíðirnar til fimleikaárið 2013/14 eru nú klárar. Skemaðið liggur undur stokk.fo Les meira
5. september 2013
Næmingarráðið í Tofta skúla hevur sett ynski fram um eina matarskipan í Tofta skúla. Ein royndarskipan fer nú av bakkastokki. Les meira
5. september 2013
Skattainntøkan fyri teir fyrstu 8 mánaðirnar í ár er 2,6 prosent lægri enn fyri sama tíðarskeið í fjør. Tó er skattainntøkan bert 0,6 prosent lægri enn tað sum roknað er við í fíggjarætlanini fyri 2013. Les meira
4. september 2013
Síðani 1. august hevur Theodor Poulsen røkt starvið sum havnaumsjónarmaður í Nes kommunu. Les meira