TÝ­indarkiv


3. februar 2014
Nú mikukvøldið 5. februar kl. 19.30 verður lýsta bygdasøgukvøldið í Tofta skúla. Kvøldið verður hildið í sambandi við, at nú verður av álvara farið undir at skriva søguna hjá okkara bygdum, Nesi, Toftum og Saltnesi. Les meira
31. januar 2014
Næmingarnir í Tofta skúla hava hesa vikuna havt øðrvísi skúlaviku. Evnisvika hevur verið á skúlaskemanum, og evnið hevur verið "Rúmdin". Les meira
31. januar 2014
Leygardagin verður svimjikapping fyri tey yngstu í svimjihylinum í Tofta skúla. Henda kappingin, sum ber heitið FLOT kappingin, er ætlað svimjarum, ið eru tólv ár og yngri. Les meira
28. januar 2014
Í nógva uppganginum sunnukvøldið og mánanáttina, fekk nýggja atløgubryggjan við Rætt stóran skaða. Les meira
28. januar 2014
Týsdagin 28. januar kl. 13.00 møttu 23 spent børn, saman við teirra foreldrum í Miðhøll skúlans Les meira
27. januar 2014
Týsdagin, 28. januar, verður Undirhúsið á Toftum 2 ár, og í hesum sambandi verður bjóða til kaffi og kaku, umframt at sangur eisini verður á skránni. Les meira
26. januar 2014
Týskvøldið 21. Januar vóru skúlastýrini í kommunalu skúlunum kring Skálafjørðin samlað til ein fund í Tofta skúla Les meira
22. januar 2014
Týsdagin, 28. januar, verður innskriving av næmingum til 1. flokk, sum komandi skúlaár koma at ganga í Tofta skúla Les meira
19. januar 2014
Í vikuni hevði Olja.fo samrøðu við borgarstjóran í Nes kommunu, Jóhannus Danielsen, um skatting av inntøku í samband við oljuarbeiði í Føroyum og uttanlanda Les meira
15. januar 2014
Samstarvið um grundskúla, millum Barnagarðin á Svangaskarði og Tofta skúla, heldur fram í 2014. Talan er um eina verkætlan, har barnagarðurin og skúlin samstarva um ta málsligu menningina hjá 6 ára gomlum. Nes kommuna stuðlar og fíggjar hesa verkætlan Les meira
14. januar 2014
Eldhugaðir luttakarar í trimum lesiringum Les meira
13. januar 2014
Í gjár fóru telvararnir undir landskappingina aftur, eftir ein steðg síðani hálvan november. Í 1. deild fekk Tofta Talvfelag javnleik í móti Klaksvík 2, sum vitjaði á Toftum Les meira
13. januar 2014
Síðani heystfrítíðina í 2013 hava Nes kommuna og Tofta skúli skipað fyri einari matarskipan, sum hevur givið næmingunum møguleika fyri at keypa heilsugóðan mat í skúlatíðini Les meira
8. januar 2014
Í 2014, eins og undanfarin ár, er skattaprosentið í Nes kommuna, niðanfyri meðal, samanborið við hinar kommunurnar í Føroyum Les meira
8. januar 2014
Á bygdaráðsfundi 2. desember 2013, samtykti bygdaráðið í Nes kommunu, fundarskránna hjá bygdaráðnum fyri 2014 Les meira
4. januar 2014
Fríggjakvøldið, 3. jan. 2014, hevði Sambandsflokkurin fund á Svangaskarði, har tingmanningin, landsstýrisfólk og umboð fyri lokalfeløgini hjá Sambandsflokkinum viðgjørdu tunnilsætlanina hjá Landsstýrinum Les meira
3. januar 2014
Byrjað verður á vegnum til Funningsfjørð kl. 11.00, og málið er á Toftum, við vegin oman á Toftakaj. Les meira
3. januar 2014
Skattainntøkan, hjá Nes kommunu, fyri 2013, er næstan tann sama sum í 2012, ella 0,18 prosent hægri. Ein vøkstur uppá 61.118 krónur. Hetta vísir fyribilsuppgerðin fyri 2013, sum Taks kunngerð í dag Les meira
2. januar 2014
Janus Jensen helt røðu á nýggjárshaldinum, sum Tofta Ítróttarfelag skipaði fyri. Les meira
31. desember 2013
Annað árið á rað varð skipað fyri Nes Kommunu Cup í fimleikarhøllini í Tofta Skúla. Hesaferð fór ”Poulsen Klanen” avstað við steypinum Les meira
29. desember 2013
Eins og undanfarin ár verður skipað fyri nýggjárshaldið á Toftum, Nýggjárshaldið verður á kajøkinum, norðanfyri bygningin hjá P/F Eysturoy / Snodd. Les meira
24. desember 2013
Tað sum higartil hevur verið skrivað um søguna hjá okkara plássi, er komið í ymiskum bitum, ið ymisk fólk hava skrivað ella sagt. Eingin skipað bygdsøga er skrivað og enn minni givin út í bók, eins og fleiri aðrar bygdir kring landið hava fingið sína søgu í bók, sum eftirtíðin kann hava gagn og gleði av. Les meira
23. desember 2013
Á jólahugnaði hjá Skálafjarðar Sløkkiliði leygarkvøldið 21. des., takkaði formaðurin í tilbúgvingarnevndini, Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu, Niclasi og Hanusi fyri teirra trúfesti móti hesum felagsskapi hjá kommununum um Skálafjørðin. Les meira
19. desember 2013
Skrivstovan er stongd frá 20. desembur 2013, aftaná kl. 15.00. Opið verður aftur hósdagin 2. januar 2014. Eru átrokandi ørindi, kann ringjast á vakttelefonina tlf. 448144. Les meira
19. desember 2013
Aftur í ár vitja jólamennirnir á Toftum. Teir koma í brandbili leygardagin, 21. desember, kl. 16.00. Les meira
18. desember 2013
Tíðindaskriv: Kommunurnar kring Skálafjørðin hava í dag avtala at fara undir eina tilgongd, har tær í felag skulu skipa eldraøkið, tá tað eftir ætlan verður lagt út til kommunurnar at umsita 1. januar 2015. Les meira
16. desember 2013
Nú stundar til jóla, og tá er nýggjári eisini í hondum. Heitt verður tí á teir borgarar í Nes kommunu, sum hava ætlanir um at brenna bál á nýggjárinum, um at senda umsókn um loyvi til at brenna bál. Nú skulu umsóknirnar sendast til Skálafjarðar Kommunala Sløkkiliði, skalslok@olivant.fo, innan 31. desember, klokkan 12.00 Les meira
14. desember 2013
Líka síðani Nes kommuna í 1967, saman við 7 øðrum kommunum stovnaðu Føroya Kommunufelag, hevur Nes kommuna verið limur í sama felag. Higartil hava verið tvey feløg, Føroya Kommunufelag, sum var stovnað í 1967, og Kommunusamskipan Føroya, sum var stovnað í 1999. Les meira
6. desember 2013
Ídag hevur Landingarmiðstøðin á Toftum fingið nýggjar eigarar. Nýggju eigararnir eru teir somu sum síðani hálvan apríl í ár hava leigað Landingarmiðstøðina frá Trotabúnum. Les meira
6. desember 2013
Leygardagin, 7. des. 2013, skipa handlanir Navia, Insito og Hjá Pidda saman við Nes kommunu fyri familjudegi á Toftum. Les meira
6. desember 2013
Komandi viku byrja konsertirnar hjá næmingum í Musikskúlanum. Undirvíst verður á ymsikum ljóðførum og hetta fer at seta sín dám á, við tað at samanspæl verður. Les meira
4. desember 2013
Sunnudagin verður liturgisk guðstænasta í Fríðrikskirkjuni. Kirkjukórið luttekur við kórsangi og 9 lestrar verða lisnir. Les meira
2. desember 2013
Leygardagin, 28. desember 2013, verður fimleikarhøllin í Tofta skúla karmur um eina innandura fótbóltskapping. Les meira
30. november 2013
Hóast tað var nokk so nógvur vindur, tá jólatrøini í Nes kommunu í dag blivu tendraðið, so vóru nógv fólk samankomin, bæði børn og vaksin. Les meira
29. november 2013
Týsdagin kom skip við 3.450 tonsum av salti til M.J. Saltsølu. Talan var um farmaskipið Wilson Grip, sum kom við saltinum úr Ibiza. Hetta er 5 lastin av salti í ár, og íalt eru innflutt 16.500 tons. Wilson Grip hevur verið á Toftum fyrr í ár. Les meira
27. november 2013
Sunnudagin, 1. desember, sum er fyrsti sunnudagur í advent, verður hátíðarhald í samband við, at Nes kirkja, í ár, er 170 ár. Les meira
26. november 2013
Jólakonsert verður í Fríðrikskirkjuni leygarkvøldið, 30. november, kl. 18.00. Kór og einstaklingar úr Nes kommunu luttaka. Les meira
26. november 2013
Jólatrøini í Nes kommunu verða tendrað 30. november kl. 16.00, og tað verður Jens Chr. Olsen, sum kemur at halda taluna og at tendra jólatrøini. Les meira
21. november 2013
Nú er Landsverk byrjað uppá arbeiðið við at gera eina vinstrasnaringsbreyt (kanalisering) við vegamótið, har Toftavegur og Høganesvegur koma saman. Tað er JHR Entreprenørar sum ger arbeiðið fyri Landsverk, og arbeiðið skal verða liðugt 31. mars 2014. Les meira
20. november 2013
Hósdagin, 21. november, kl. 15.30, vitjar Sigmar Bláberg í Undirhúsinum á Toftum, har hann fer at greiða frá bókini, Stállínuskipini, sum hann hevur skrivað, og sum kom út fyrr í ár. Les meira
19. november 2013
Í gjárkvøldið hevði bygdaráðið 2. viðgerð av fíggjarætlanin fyri 2014 hjá Nes kommunu. Skattaprosentið og barnafrádrátturin eru óbroytt. Les meira