TÝ­indarkiv


30. mars 2014
A-landsliðið hjá kvinnunum skal í ár leika 2 landsdystir á Svangaskarði. Talan er um 2 heimadystir í HM-undankappingnini. Tann fyrri verður í móti Póllandi 8. mai og tann seinni í móti Svøríki tann 19. juni Les meira
26. mars 2014
Ársins fyrsti bátafestivalur plagar altíð at verða á Toftum, og soleiðis verður eisini í ár. Bátafelagið á Toftum skipar fyri 10. ferð fyri bátafestivalinum, sum verður leygardagin 3. mai Les meira
25. mars 2014
Fyrsta lastin av salti í ár, var í vikuskiftinum uppskipað til M. J. Saltsøluna á Toftum Les meira
22. mars 2014
í dag, kl. 15.00, verður fyrsti heimadystur hjá B68 í Effo deildini síðani 29. septembur 2012. Eins og ta ferðina, er mótstøðuliðið í dag EB/Steymur Les meira
19. mars 2014
Í tíðarskeiðnum frá 24. mars til 10. apríl bjóðar kvøldskúlin í Tofta skúla frálæru í binding. Les meira
19. mars 2014
Í døgunum 20.-23. mars verða barnamøtir í Nebo hvønn dag kl. 17.30. Les meira
15. mars 2014
Um vit hyggja eftir landskappingardystunum tey 23 kappingarárini, B68 og NSÍ hava leikt samstundis í bestu fótbóltsdeildini, siga hagtølini, at stór sannlíkindi eru fyri jøvnum dysti Les meira
15. mars 2014
Í vikuskiftinum byrjar kappingin í Effo deildini fyri 2014. B68 flutti niður úr Effo deildini í 2012, men vann 1. deild sannførandi í 2013, tískil er Effo fótbóltur aftur á skránni hjá B68 í 2014, og hjá íbúgvum í Nes kommunu Les meira
14. mars 2014
Í samband við kunnandi átøk um sálarsjúku, skipar Psykiatriski depilin fyri fyrilestri. Tormóður Stórá, serlækni á Psykiatriska Deplinum greiðir frá um ótta. Les meira
12. mars 2014
Í dag, Grækarismessudag, kl. 10 fóru næmingar og lærarar í Tofta skúla út í náttúruna at heilsa tjaldrinum vælkomin. Í viðførinum høvdu tey eitt sanghefti við vársangum Les meira
10. mars 2014
Mikumorgunin, 12. mars, kl. 10.00, skipar næmingarráðið í Tofta skúla fyri Grækarismessuhaldi í Lágabø á Toftum. Les meira
4. mars 2014
Sum undanfarin ár, verður fyrsta føstugudstænasta í Nes prestagjaldi, í Nes kirkju, hóskvøldið 6. mars kl. 20.15. Tað verður Theodor E. D. Olsen prestur sum talar. Aftaná verður boðið til kaffi í gamla prestagarðinum á Nesi Les meira
3. mars 2014
Talv: Í gjár var Sandavágur á vitjan á Toftum. Talan var um næst seinasta umfar í landskappingini, og undan dystinum var greitt, at Sandavágur kundi endurvinna føroyameistaheitið í gjár, um úrslitini lagaðu seg soleiðis. Les meira
1. mars 2014
Leygardagin, 8. mars kl. 16.00, verður aðalfundur í Fornminnisfelagnum í Nes kommunu. Aðalfundurin verður í gamla prestagarðinum á Nesi. Les meira
24. februar 2014
Country-Gospel Konsert á Toftum. Fríggjakvøldið 14. mars 2014 kl. 21:00 verður ein spennandi Country-Gospel konsert við 4 fjølbroyttum og framúrskarandi føroyskum country-bólkum. Midnáttar-Sangbólkurin, Heine Lutzen, Kristina Bærendsen og Blátt Græs luttaka. Les meira
21. februar 2014
Tofta skúli fær javnan vitjanir. Í februar hava fleiri vitjanir verði, m.a. hava Barnaútvarpið, Fólkaheilsuráðið, Fiskivinnuskúlin og Eysturoyar Danisfelag vitja Les meira
20. februar 2014
Í sambandi við 20 ára dagin hjá missiónshúsinum Tabor, á Toftum, hósdagin 13. februar, var víst til søguna um hvussu missiónsarbeiðið byrjaði á Toftum. Í yvirlitinum er kostnaðurin fyri at byggja fyrra missiónshúsið í 1939, og kostnaðin fyri núverandi hús frá 1994 nevndir. Les meira
17. februar 2014
Gentur og dreingir 16 ár høvdu leikt seg í steypafinalurnar, sum vóru leiktar sunnudagin. Tíverri eydnaðist hvørgum liðinum at vinna, og vendu tí heimaftur við silvur heiðusmerkjum Les meira
13. februar 2014
Um vikuskifti verða steypafinalurnar í flogbólti leikar í høllini á Hálsi í Havn. Sunnudagin, 16. februar, er Ternan umboðað við 2 liðum í finalunum, talan eru gentur og dreingir 16 ár. Les meira
10. februar 2014
Komandi vikuna verður árliga missiónsvikan í Tabor. Samstundis verður missónshúsið í hesum døgum 20 ár, og í tí verður føðingardagshald hóskvøldið, 13. Februar Les meira
7. februar 2014
Undirtøkan var sera góð, tá bygasøgukvøld var í Tofta skúla í gjárkvøldið. Yvir 100 fólk vóru møtt upp, og tað fegnast fyrireikingarbólkurin og kommunan um Les meira
6. februar 2014
Fríggjadagin hin 07. februar eru hundrað ár liðin síðani fyrsti fundurin varð hildin í Kongshavnar havnastýri. Orsøkin var, at lóg bleiv samtykt hin 18. oktober 1913 um Kongshavn (Skálafjørðin) sum skipahavn. Nú, táið felagsskapurin setir á næstu øldina, er ætlanin at marka dagin í Løkshøll fríggjadagin hin 07. februar frá kl. 16-18 Les meira
4. februar 2014
Tofta skúli hevur í eina tíð arbeitt við at fáa eina nýggja heimasíðu, og er hon nú liðug, og tikin í nýtslu Les meira
4. februar 2014
Í dag fyri 30 árum síðan - 4. februar 1984 – varð Eysturoyar Røktar- og Elllisheim í Runavík alment tikið í nýtslu. Les meira
3. februar 2014
Nú mikukvøldið 5. februar kl. 19.30 verður lýsta bygdasøgukvøldið í Tofta skúla. Kvøldið verður hildið í sambandi við, at nú verður av álvara farið undir at skriva søguna hjá okkara bygdum, Nesi, Toftum og Saltnesi. Les meira
31. januar 2014
Næmingarnir í Tofta skúla hava hesa vikuna havt øðrvísi skúlaviku. Evnisvika hevur verið á skúlaskemanum, og evnið hevur verið "Rúmdin". Les meira
31. januar 2014
Leygardagin verður svimjikapping fyri tey yngstu í svimjihylinum í Tofta skúla. Henda kappingin, sum ber heitið FLOT kappingin, er ætlað svimjarum, ið eru tólv ár og yngri. Les meira
28. januar 2014
Í nógva uppganginum sunnukvøldið og mánanáttina, fekk nýggja atløgubryggjan við Rætt stóran skaða. Les meira
28. januar 2014
Týsdagin 28. januar kl. 13.00 møttu 23 spent børn, saman við teirra foreldrum í Miðhøll skúlans Les meira
27. januar 2014
Týsdagin, 28. januar, verður Undirhúsið á Toftum 2 ár, og í hesum sambandi verður bjóða til kaffi og kaku, umframt at sangur eisini verður á skránni. Les meira
26. januar 2014
Týskvøldið 21. Januar vóru skúlastýrini í kommunalu skúlunum kring Skálafjørðin samlað til ein fund í Tofta skúla Les meira
22. januar 2014
Týsdagin, 28. januar, verður innskriving av næmingum til 1. flokk, sum komandi skúlaár koma at ganga í Tofta skúla Les meira
19. januar 2014
Í vikuni hevði Olja.fo samrøðu við borgarstjóran í Nes kommunu, Jóhannus Danielsen, um skatting av inntøku í samband við oljuarbeiði í Føroyum og uttanlanda Les meira
15. januar 2014
Samstarvið um grundskúla, millum Barnagarðin á Svangaskarði og Tofta skúla, heldur fram í 2014. Talan er um eina verkætlan, har barnagarðurin og skúlin samstarva um ta málsligu menningina hjá 6 ára gomlum. Nes kommuna stuðlar og fíggjar hesa verkætlan Les meira
14. januar 2014
Eldhugaðir luttakarar í trimum lesiringum Les meira
13. januar 2014
Í gjár fóru telvararnir undir landskappingina aftur, eftir ein steðg síðani hálvan november. Í 1. deild fekk Tofta Talvfelag javnleik í móti Klaksvík 2, sum vitjaði á Toftum Les meira
13. januar 2014
Síðani heystfrítíðina í 2013 hava Nes kommuna og Tofta skúli skipað fyri einari matarskipan, sum hevur givið næmingunum møguleika fyri at keypa heilsugóðan mat í skúlatíðini Les meira
8. januar 2014
Í 2014, eins og undanfarin ár, er skattaprosentið í Nes kommuna, niðanfyri meðal, samanborið við hinar kommunurnar í Føroyum Les meira
8. januar 2014
Á bygdaráðsfundi 2. desember 2013, samtykti bygdaráðið í Nes kommunu, fundarskránna hjá bygdaráðnum fyri 2014 Les meira
4. januar 2014
Fríggjakvøldið, 3. jan. 2014, hevði Sambandsflokkurin fund á Svangaskarði, har tingmanningin, landsstýrisfólk og umboð fyri lokalfeløgini hjá Sambandsflokkinum viðgjørdu tunnilsætlanina hjá Landsstýrinum Les meira
3. januar 2014
Byrjað verður á vegnum til Funningsfjørð kl. 11.00, og málið er á Toftum, við vegin oman á Toftakaj. Les meira