TÝ­indarkiv


2. september 2014
Sólrún Michelsen vitjar lesiringin hóskvøldið 4. septembur kl. 19.00 á Bókasavninum hjá Nes kommunu. Les meira
2. september 2014
Eftir ætlan skuldi eitt kór, úr eysturgrønlendska býnum, Tasiilaq, koma á vitjan í Føroyum í døgnum 2-5 september, men vegna vánaligt veður í Eysturgrønlandi, er kórið ikki komið avstað, og hava tískil avlýst ferðina til Føroyar á hesum sinni Les meira
30. august 2014
Nú skúlin er byrjaður aftur eftir summarfrítíðina, er almenna svimjingin í Tofta skúla eisini byrjað Les meira
28. august 2014
Síðani Undirhúsið á Toftum byrjaði sítt virksemi, í januar 2012, hava útferðir javnan verið gjørdar. Í morgin er aftur útferð á skránni, og tá ætla mennirnir til Mikladals, at síggja nýggju standmyndina av kópakonuni. Les meira
25. august 2014
Í sambandi við, at tað eru 10 ár liðin síðini fyrstu búfólkini fluttu inn í sambýlið Vesturskin á Toftum, verður skipað fyri almennari móttóku á Vesturskin 5. september Les meira
22. august 2014
Sunnudagin, hin 31. august, verður minningarhald við Tofta vatn í sambandi við, at tað eru 50 ár liðin síðani syndarligu vanlukkuna, tá 3 smádreingir druknaðu á Innara vatni. Les meira
21. august 2014
Nógvar myndir blivu tiknar týskvøldið, tá West Hercules legði inn á Skálafjørðin Les meira
18. august 2014
Í dag kl. 11.00 møttu tey 23 børnini, ið vóru teknað til 1.fl., til teirra fyrsta skúladag Les meira
17. august 2014
Nógv fólk vóru møtt upp til almennu móttøkuna í Steinprenti fríggjadagin, í sambandi við at fimtanda bindið av Føroya Siglingarsøgu er útgivin. Í hesum bindinum verður sagt frá skipum, útgerðarvirkjum og skiparum á Toftum í einum hundrað ára tíðarskeiði 1895-1995 Les meira
13. august 2014
Komandi mánadag, 18. august, byrjar skúlagongdin í Tofta skúla aftur eftir summarfrítíðina Les meira
13. august 2014
Í sambandi við útgávuna av Tofta Siglingarsøgu, verður móttøka á Steinprenti, sum er á Skáltrøð í Tórshavn, fríggjadagin 15. august, frá kl 16 til 18 Les meira
12. august 2014
Nú fer at líða móti endanum við byggingini av nýggja Blákrossheiminum á Nesi. Tað seinasta verður gjørt komandi vikurnar, og ætlanin er at taka heimið í brúk 19. september 2014 Les meira
12. august 2014
Tá umsóknarfreistin var úti klokkan 4 seinnapartin í gjár, vóru 20 umsóknir komnar til stjórastarvið í P/F Eystur- og Sandoyartunlar, tað veit KVF at siga frá ímorgun Les meira
8. august 2014
Føroya Loftmyndir, v/ Ari Hansen, hevur tikið nakrar loftmyndir fyri Nes kommunu í summar Les meira
7. august 2014
Í sambandi við umrøðuna av løgmansrøðuna í løgtinginum seinastu tveir dagarnar, hevur løgmaður, og fleiri tingfólk við honum, róð framundir, at tað eru kommunurnar, sum skulu geva teimum lágløntu skattalætta. Men veruleikin er, at sama løgting als einki hevur gjørt fyri at skapa kommununum møguleikar fyri at geva skattalætta, heldur tvørtur ímóti Les meira
11. juli 2014
Seinnu árini hevur tað verið vanligt at kommunuskrivstovan hevur verið stongd í 3 vikur, men soleiðis verður ikki í ár. Skrivstovan verður opin sum vanligt í summar Les meira
11. juli 2014
Í gjárkvøldið hevði Pól á Kletti, ritstjóri, eina sera áhugaverd framløga um fimtanda bind av Føroya Siglingarsøgu eftir Páll J. Nolsøe rithøvunda. Í hesum bindinum verður sagt frá skipum og útgerðarvirkjum á Toftum í einum hundrað ára tíðarskeiðið 1895-1995 Les meira
7. juli 2014
Nú er bókin Føroya Siglingarsøga 1895 - 1995 hjá Poul J. Nolsøe, sála, ið serliga viðger skipasøguna í Nes sókn og her um leiðir, greið til prentingar. Bókin verður sýnd fram hóskvøldið, 10. juli kl 20.00, í matarhøllin hjá Vaðhorn á Toftum fyri áhugaðum. Les meira
4. juli 2014
Fólkaheilsuráðið eggjar øllum føroyingum at fara út at ganga. Tí skipar ráðið fyri gongutúrum hvønn mikudag í summar ymsa staðni í Føroyum, og 9. juli verða skipað fyri gongutúri kring Toftavatn Les meira
3. juli 2014
Nýstovnaða felagið SP/F Steinholm hevur keypt bygningin á havnalagnum á Toftum, sum SP/F HV-Import hevur átt síðani 2008. Virksemið hjá SP/F Steinholm er serliga innanfyri flutningsemballagu til framleiðsluvinnuna. Les meira
2. juli 2014
Felags lesiringurin hjá Bókasavninum í Nes kommunu og Bókasavninum við Løkin fær tvær áhugaverdar rithøvundavitjanir eftir summarsteðgin. Sólrun Michelsen hóskvøldið 4. september á bókasavninum í Nes kommunu. Lisbeth Nebelong hóskvøldið 2. oktober á Bókasavninum við Løkin Les meira
1. juli 2014
Skattainntøkan hjá Nes kommunu fyri fyrra hálvár í 2014 royndist nakað betur enn mett, og er eisini nakað betur enn hon var fyri sama tíðarskeið í fjør Les meira
26. juni 2014
Nógv fólk vóru samankomin á bryggjuni við Toftagjógv, tá Váðsteinur fyri fyrstu ferð legði at landi á Toftum, eftir at Toftamenn hava keypt skipið. Les meira
24. juni 2014
Nes kommuna fer í ár at hava Ung í arbeiði. Kommunan hevur áður skipað soleiðis fyri, at ung kunnu fáa arbeiði í summarfrítíðini, og tað hava tey vanliga tikið væl ímóti. Eins og undanfarin ár eru tað næmingar í 9. flokki í hava møguleikan at fáa arbeiði. Les meira
23. juni 2014
Í sambandi við, at línuskipið Váðasteinur er keyptur til Toftir, verður skipað fyri móttøku komandi mikukvøld, 25. juni, kl. 19.00 Les meira
23. juni 2014
Í sambandi við, at børnini, sum nú verða liðug við 2. flokk, og samstundis eisini gevast í frítíðarskúlanum, vóru tey á vitjan á kommunuskrivstovuni í dag, har borgarstjórin tók í móti. Les meira
19. juni 2014
Í morgun hevur ítróttarbarnagarðurin á Svangaskarði skipað fyri Olympiskum leikum fyri teimum 80 børnum, sum ganga í barnagarðinum Les meira
18. juni 2014
B68 tapti í kvøld seinnu hálvfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið 1-0 í móti HB í Gundadali. Fyrru hálvfinaluna vann HB eisini 1-0. Les meira
16. juni 2014
Mikukvøldið, 18. juni kl 19.30 fara tvey tey kendastu kórini í Svøríki at hava konsert í Frírikskirkjuni. O.u. 120 børn og ung frá Uppsala domkyrkas gosskör och flickkör fara at syngja. Ein av fyriskiparunum er Osva Olsen úr Vestmanna, og dóttir hennara syngur í gentukórinum Les meira
13. juni 2014
Eysturbúgvin og Vesturbúgvin landaðu mikudagin, Vesturhavið í gjár meðan Jákup B og Stapin landaðu í dag. Les meira
12. juni 2014
Línu- og garnaskipið Váðasteinur, sum Jóhan í Hoyvík lat byggja í 1977, er keypt inn á Toftir av nýstovnaða felagnum, P/F 19. mai 2014 Les meira
11. juni 2014
Í sambandi við, at arbeiðið við Tofta søgu nú er byrjað, sendir fyrireikingarbólkurin í hesi vikunu skriv í hvørt hús í Nes kommunu, har heitt verður á borgarar um at lata myndir til søguna. Les meira
3. juni 2014
Filmvísingar og lesiringar hava verið tvey afturvendandi tiltøk á Bókasavninum við Løkin henda veturin. Undirtøkan hevur verið góð og ætlanin er at halda áfram eftir summarfrítíðina. Les meira
3. juni 2014
Skattainntøkan hjá Nes kommunu fyrstu 5 mánaðirnar í 2014, er næstan 1,72 % hægri enn sama tíðarskeið í 2013. Ein meirinntøka uppá 233.153 krónur. Hetta vísir fyribilsuppgerð frá Taks Les meira
2. juni 2014
Bátafelagið, sum m.a. á hvørjum ári skipar fyri bátafestivalinum, hevur árliga aðalfundin mikukvøldið, kl 19.00 Les meira
30. mai 2014
Aftur í ár var felags hugnaløta við Toftavatn, sum Nes- og Runavíkar kommunur skipaðu fyri. Veðrið var gott, og nógv fólk vóru samankomin. Jóannes S. Hansen spældi undir felagssangin, sum gekk av tí besta. Hesaferð helt Torbjørn Jacobsen røðuna og verður hon endurgivin her. Les meira
28. mai 2014
Á bygdaráðsfundinum seinasta mánakvøld var roknskapurin fyri 2013l viðgjørdur og samtyktur. Staðfest var, at samlaðu útreiðslurnar til rakstur og íløgur fyri 2013 vóru minni enn rokna bleiv við í ætlanini. Les meira
28. mai 2014
Á bygdaráðsfundinum seinasta mánakvøld var ársroknskapurin fyri 2013 viðgjørdur og samtyktur. Staðfest var, at inntøkan fyri 2013 samsvaraði við løgdu ætlanina. Les meira
26. mai 2014
Mikukvøldið 28. mai kl. 18 skipa Nes og Runavíkar Kommunur aftur fyri hugnaløtu við Toftavatn. Les meira
22. mai 2014
Sunnukvøldið, 25. mai kl. 20.00, hevur Kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni várkonsert í Fríðrikskirkjuni, undir leiðslu av Mikael Jóhan Heinesen. Les meira
22. mai 2014
Vegna serliga nógvan aktivitet á Skálafjørðinum hetta vikuskiftið, hava fyrireikararnir valgt at flyta tiltakið til vikuskiftið 26. til 28. september. Les meira