TÝ­indarkiv


20. januar 2015
22. - 25. januar er Change ungdómsmøtirøð í Nebo. Talari til øll møtini er Billy Hansen, sum er búsitandi í Randers. Jógvan Jacobsen úr Tórshavn hevur seminarið leygardagin Les meira
19. januar 2015
Øll, eisini allir íbúgvar í Nes kommunu, hava nú ókeypis atgongd til føroysku orðabøkurnar Les meira
16. januar 2015
Ætlaða Flot stevnan, sum skuldi verða á Toftum ímorgin, er útsett til næsta leygardag. Almenn svimjing verður sum vant ímorgin. Les meira
16. januar 2015
Í sambandi við, at tað ikki var koyrandi úr Eysturoynni til Havnar í morgun avgjørdi Strandferðslan at seta Ternuna í sigling millum Toftir og Tórshavn. Langa bilkøin minti um gamlar dagar Les meira
13. januar 2015
Nú er tíðin komin at skriva næmingar inn í 1. flokk komandi skúlaár í Tofta skúla Les meira
13. januar 2015
Leygardagin, 17. jan. 2015, skipar Flot fyri svimjikapping í Tofta skúla fyri gentur og dreingir. Kappingin byrjar kl 13.00 Les meira
12. januar 2015
Eins og undanfarin ár verður bátafestivalurin á Toftum fyrsta leygardag í mai, sum í ár er 2. mai Les meira
8. januar 2015
Í januar og februar skipar Tofta kvøldskúli fyri undirvísing í sunnum lívsstíli hvørt mikukvøld frá kl. 19.00 til 20.30. Byrja verður 14. januar 2015 Les meira
8. januar 2015
Flakavirkið á Toftum, sum fyrr kallaðist Nykur, og sum seinastu árini burturav hevur havt saltfiskaframleiðslu, opnar nú aftur, aftir at einki virksemi hevur verið á virkinum síðani 1. sept. 2014 Les meira
5. januar 2015
Fyribilsskattainntøkan fyri 2014 er 1.340.471 krónur hægri enn í 2013, ella 4,04 prosent hægri Les meira
30. desember 2014
Økistænastan hjá Skálafjarðarsamstarvinum hevur fingið eina fyribils heimasíðu Les meira
28. desember 2014
Eins og undanfarin ár skipar Tofta Ítróttarfelag fyri nýggjárshaldi á Toftum. Nýggjarshaldið verður á kajøkinum, norðanfyri bygningingin hjá P/F Eysturoy Les meira
28. desember 2014
So eru vinnararnir í Nes Kommunu Cup 2014 funnir, og hesaferð fóru Nes Girls og FC Toftir avstað við heiðurinum Les meira
17. desember 2014
Í gjárkvøldið samtykti stýrið fyri Eysturoyar røktar-og ellisheim at avtaka sjálvsognarstovnin og avhenda allar ognir stovnsins pr. 1. januar 2015 til Skálafjarðarsamstarvið. Stýrið hevði sostatt sín seinasta fund í gjár Les meira
16. desember 2014
Skrivstovan er stongd frá 23. desembur 2014, aftaná kl. 15.00. Opið verður aftur mánadagin 5. januar 2015. Eru átrokandi ørindi, kann ringjast á vakttelefonina tlf. 448144. Les meira
16. desember 2014
Nú stundar til jóla, og tá er nýggjári eisini í hondum. Heitt verður tí á teir borgarar í Nes kommunu, sum hava ætlanir um at brenna bál á nýggjárinum, um at senda umsókn um loyvi til at brenna bál. Nú skulu umsóknirnar sendast til Skálafjarðar Kommunala Sløkkiliði, skalslok@olivant.fo, innan 31. desember, klokkan 12.00 Les meira
16. desember 2014
Í annaðkvøld, mikukvøldið 17. desember kl. 19.30, hevur Nes Sóknar Musikkfelag sína árligu jólakonsert í Glyvra kirkju. Hornorkestrið fer at framføra hópin av kendum jólaløgum, ensk og føroysk, í hugnaligu kirkjuni. Les meira
16. desember 2014
Í seinastu viku var trygdarnevndin í Nes kommunu á trygdarskeið í 3 dagar, har nevndin fekk neyðuga vitan og útbúgving í trygdarspurningum Les meira
11. desember 2014
Sunnudagin, 14. desember kl. 16, fara Kirkjukórið í Fríðrikskikjuni og Kristiliga Sangkórið at hava jólakonsert í Fríðrikskirkjuni. Harumframt hava kórini eisini jólakonsert í Havnar kirkju leygardagin, 13. desember kl 17 Les meira
11. desember 2014
Aftur í ár koma jólamennirnir út á Toftir at vitja, nú teir eru á rundferð í Eysturoynni. Hesaferð koma teir leygardagin 20.12.2014 kl. 16.00. Les meira
9. desember 2014
Næmingakonsert hjá Nes Sóknar Musikkskúla verður í skúlanum við Løkin mikukvøldið 10. desembur klokkan 18:00. Les meira
4. desember 2014
Leygardagin, 27. desember, verður fimleikarhøllin á Toftum karmur um eina innandura fótbóltskapping Les meira
3. desember 2014
Mánakvøldið samtykti bygdaráðið fíggjarætlanina fyri 2015 hjá Nes kommunu við aðru viðgerð. Skattaprosentið verður óbroytt 20,5% og barnafrádrátturin verður eisini óbroyttur, kr. 5.000. Harumframt verða gjøldini í kommunalu barnaansingini óbroytt og skipanin við systkinafrádráttinum, har ansingin av 3. barni er ókeypis, verður framvegis galdandi Les meira
3. desember 2014
Jólakonsert verður í Fríðrikskirkjuni sunnudagin, 7. desember klokkan 20.00. Tað eru tvey kór, ið samstarva um hetta tiltakið, Kórið hjá Jóhan og Fuglafjarðar Sangkór Les meira
2. desember 2014
Nes kommuna hevur avgjørt at lækka grundstykkjaprísin á nýggju útstykkingini við Lýðarsveg á Toftum við 100 túsund krónum Les meira
30. november 2014
Í góðveðrinum ígjár var nógv fólk samankomin tá jólatræið á Toftum bleiv tendrað Les meira
28. november 2014
1. Sunnudag í advent fyllir Fríðrikskirkjan á Toftum 20 ár. Kl. 10 verður drekkamuður í kirkjukjallaranum fyri øllum kirkjufólkinum. Kl. 11 verður gudstænasta við Meinhardi Bjartalíð, presti. Kirkjukórið syngur. Ein søga verður eisini til børnini Les meira
24. november 2014
Jólatrøini í Nes kommunu verða tendrað leygardagin 29. november kl. 16.00, og verður tað Torleif Johannesen av Nesi, sum kemur at halda taluna og tendra jólatrøini Les meira
17. november 2014
Nýstovnaða bátafelagið, Kongshavnar frítíðarsiglarar, hevur fingið heimasíðu Les meira
13. november 2014
Bókaframløga av bókini "Trolaralív - søgur úr Barentshavinum" verður í Tofta skúla týsdagin 18. nov., kl 19.30 Les meira
12. november 2014
Hóskvøldið, 13. november kl 20.00, skipar Samhald fyri almennum tunnilsfundi á Svangaskarði. Nevndarformaður og stjóri fyri P/F Eystur- og Sandoyartunlar luttaka Les meira
5. november 2014
Leygarkvøldið, 8. november, skipar Tofta Ítróttarfelag fyri basari í B68 húsinum. Byrjað verður kl. 19.00 Les meira
4. november 2014
Í gjárkvøldið hevði bygdaráðið 1. viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2015 hjá Nes kommunu. Eingin broyting verður í skattaprosentið og barnafrádráttinum í mun til 2014 Les meira
3. november 2014
Leygardagin 8. november byrjar TF-Vetrarkappingin aftur. Fyrsta kappingin byrjar á Toftum og runnið verður runt Agnið. Les meira
31. oktober 2014
Stýrið fyri Skálafjarðarsamstarvið hevur samtykt at seta Mary J. í Garði, búskaparfrøðing og sjúkrarøktarfrøðing, í starvið, sum leiðara fyri Økistænastuna hjá Skálafjarðarsamstarvinum. Samstarvið telur Runavíkar, Nes – og Sjóvar kommunur, sum við ársskiftið taka yvir eldraøkið frá landinum. Les meira
27. oktober 2014
Leygardagin, 1. november kl 15.00, verður minningarhald teirra sjólætnu í Fríðrikskirkjuni á Toftum Les meira
22. oktober 2014
Komandi leygarkvøld verður ársveitslan hjá B68. Veitslan, sum eins og vanligt verður á Svangaskarði, byrjar kl 19.00 og tað er ikki neyðugt at tekna seg frammanundan Les meira
21. oktober 2014
Komandi leygardag hevur Føroya Symfoniorkestur konsert í Fríðrikskirkjuni. Konsertin byrjar kl 14.30 Les meira
17. oktober 2014
Eftir heystferiuna byrjar kvøldskúlin í Nes kommunu aftur, har fleiri møguleikar eru fyri undirvísing og sosialari samveru Les meira
16. oktober 2014
Skálafjarðarsamstarvið hevur seinastu tíðina søkt eftir leiðara, og nú umsóknarfreistin er úti kann staðfestast, at 8 umsóknir eru komnar inn Les meira
15. oktober 2014
Anna Maria Olsen hevur konsert í Fríðrikskirkjuni komandi hóskvøld kl. 20.00. Anna Maria hevur júst givið út nýggja fløgu, sum hevur heitið Sálareygað. Talan er um eina fløgu við kendum sálmum, og tað eru hesar sálmar, hon fer at framføra. Les meira