Tíðindarkiv


5. mai 2015
Leygardagin, 9. Mai kl 15.00, verður MC-gudstænasta hildin í Fríðrikskirkjuni Les meira
3. mai 2015
Ársins fyrsti bátafestivalur, sum var á Toftum í góðveðrinum í gjár, var sera vælvitjaður og væleydnaður Les meira
2. mai 2015
Seinastu vikuna hevur Nes kommuna skipað fyri Várdøgum í samband viðbátafestivalin sum er á Toftum í dag. Seinast á skránni fyri hesar dagar er framførsla av Jóhannespassióninií Fríðrikskirkjuni í morgin, sunnudagin 3. mai, kl 16.00 Les meira
1. mai 2015
Tað sær út til, at Bátafestivalurin á Toftum kann haldast í allar bestu líkindum. Sambært veðurforsøgnunum verður turt, sól fyri tað mesta og lítil ella eingin vindur. Nógv áhugavert er á skránni á ársins fyrsta bátafestivali Les meira
30. apríl 2015
Dýra biðjidag, fríggjakvøldið 1. mai kl. 20.00, skipar Blái krossur fyri stórum sangtiltakið í festvalteltinum á kajøkinum á Toftum Les meira
30. apríl 2015
Dýra biðidag, 1. mai kl. 17.00, verður fernisering í Oyrahandlinum á Toftum í sambandi við málningaframsýning hjá Jógvan Martin Olsen Les meira
29. apríl 2015
UH!, Ungdómshúsið á Toftum, skipar fyri Tombola, Loppumarknaði, sølutorgi, FIFA kapping og biografi komandi leygardag millum kl. 15.00 - 19.00, tvs. tá bátafestivalurin verður Les meira
29. apríl 2015
Hóskvøldið, 30. apríl kl. 19.00, skipar Tofta Kvinnufelag fyri hugnaløtu í húsum felagsins. Kvinnufelagið fær m.a. vitjan úr Vágunum Les meira
29. apríl 2015
Fitt av fólki vóru møtt upp til gongutúrin í morgun, sum Nes kommuna skipaði fyri saman við Góðan morgun Føroyar. Josefina Jacobsen, fyrrverandi skúlastjóri var frásøgufólk Les meira
28. apríl 2015
Mikukvøldið, 29. apríl kl 20.00, verður skipað fyri bygdasøgukvøldi í Tofta skúla, har Helgi Jacobsen, rithøvundur, kemur at greiða frá bygdasøguni, sum hann í løtuni skrivar um bygdirnar í Nes kommunu Les meira
28. apríl 2015
Mikumorgunin, 29. apríl kl 08.00, verður skipað fyri gongutúri mitt á Toftum, saman við Góðan morgun Føroyar. Møtt verður við kommunuskrivstovuna Les meira
27. apríl 2015
Týskvøldið, 28. apríl kl. 19.00, skipar Tofta Ítróttarfelag fyri Mannfólkakvøldi á Svangaskarði Les meira
27. apríl 2015
Týskvøldið, 28. apríl kl 19.00, verður undirvíst í løttum Line-dansi í Oyrahandlinum á Toftum, har Navia og Insito halda til Les meira
26. apríl 2015
Mánakvøldið, 27. apríl kl 20.00, verður konsert við Lenu Anderssen og Niclas Johannesen í Tofta skúla. Konsertin er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin Les meira
24. apríl 2015
Morgumaturin, sum er lýstur at vera kl 9.00 í einum telti omanfyri egningarskúrarnar, er fluttur í matarhøllina hjá Faroorigin (Nyki) somu tíð. Les meira
23. apríl 2015
Í samband við Várdagar, sum Nes kommuna skipar fyri, verður almenna svimjingin í Tofta skúla ókeypis í døgunum frá 25. apríl til 2. mai, báðir dagar íroknaðir Les meira
21. apríl 2015
Árligi ruddingardagurin hjá Nes kommunu verður komandi leygardag, flaggdagin 25. apríl. Byrjað verður við morgunmati kl. 09.00 Les meira
17. apríl 2015
Aftur í ár skipar bátafelagið á Toftum fyri bátafestivali. Bátafestivalurin, sum verður 2. mai, og skráin er nú løgd Les meira
16. apríl 2015
Nes kommuna fer aftur í ár at skipa fyri ymiskum tiltøkum í døgunum undan bátafestivalinum, nevndir Várdagar. Skráin byrjar Flaggdagin, 25. apríl Les meira
15. apríl 2015
Enn eru pláss eftir til skeiðið í binding, sum Tofta køldskúli skipar fyri. Byrjað verður 22. apríl Les meira
10. apríl 2015
Flaggdagin 25. apríl hevur Tofta kvøldskúli framsýning. Framsýningin letur upp kl. 14.00. Kl. 15.00 heldur Elin á Torkilsheyggi, bygdaráðslimur, røðu, og næmingar í Tofta skúla framføra sang og tónleik. Framsýningin er opin til kl. 18.00 Les meira
9. apríl 2015
Skattainntøkan hjá Nes kommunu 1. ársfjórðing í 2015 er 8,57 prosent hægri enn fyri sama tíðarskeið í 2014. Ein meirinntøka uppá 688.417 krónur. Hetta vísir fyribilsuppgerðin fyri 1. ársfjórðing í 2015, sum Taks kunngjørdi í hesi vikuni Les meira
7. apríl 2015
Leygardagin, 11. apríl kl 16.00, verður árligi aðalfundurin í Fornminnisfelagnum í Nes kommunu. Aðalfundurin verður í gamla prestagarði á Nesi, sum Fornminnisfelagið eigur og rekur Les meira
7. apríl 2015
Komandi sunnudag, 12. Apríl, verður konfirmatión í Nes prestagjaldi. Konfirmatiónin verður í Gøtu kirkju kl 11.00. Konfirmantarnir eru 23 í tali, herav 10 úr Nes kommunu Les meira
7. apríl 2015
Nú er gulllaksafiskiskapurin byrjaður aftur og í gjár, annan páskadag, landaðu Eysturbúgvin og Vesturbúgvin fyrstu lastirnar í ár á Landingarmiðstøðini á Toftum Les meira
31. mars 2015
Aftur í ár verður skipað fyri tónleikafestivali á røktarheimsøkinum í Runavík. Leygardagin 16. mei kl. 16.00 fer “Seniorfestivalurin - festivalurin fyri tey tilkomnu” av bakkastokki. Les meira
31. mars 2015
Fríggjadagin var Helgi Jacobsen, rithøvundur, og vitjaði í Undirhúsinum á Toftum. Helgi skrivar í løtuni bygdarsøgu fyri bygdirnar í Nes kommunu, og tað var í tí sambandinum, at hann vitjaði Les meira
25. mars 2015
Í sambandi við sólarmyrkingina bjóðaði Nes kommuna øllum borgarum í kommununi til morgunmat, og meiri enn helmingurin av borgarunum møttu upp Les meira
24. mars 2015
Bátafelagið á Toftum, sum skipar fyri Bátfestivalinum á Toftum fyri 11. ferð, er komið væl áleiðis í fyrireikingunum av bátafestivalinum fyri 2015, sum verður 2. mai Les meira
23. mars 2015
Tofta kvøldskúli skipar fyri undirvísing í binding og hjálp til egna binding. Skeiðið er ætlað bæði royndum og óroyndum bindarum Les meira
19. mars 2015
Í samband við sólarmyrkingina í morgin, heitir Nes kommuna á allar íbúgvar í kommununi um ikki at fara við bili eftir Agninum, men ístaðin njóta sólarmyrkingina til fóts. Hetta fyri at minka trýstið á hesum vegastrekki, á vegnum millum Gaddavegin á Nesi og Æðuvíksvegin Les meira
18. mars 2015
Í sambandi við sólarmyrkingina fríggjadagin, hevur tað alstóran týdning at verja eyguni. Eysturoyar Kunningarstova hevur hesi ráð: Les meira
17. mars 2015
Í sambandi við sólarmyrkingina fríggjadagin 20 mars, hevur bygdasavnið og kirkjurnar í Nes kommunu meira opið hesa vikuna Les meira
16. mars 2015
Í morgin letur upp framsýning av føroyska tjóðbúnanum í Oyrahandlinum á Toftum. Framsýningin er partur av skránni, sum Eysturoyar Kunningarstova hevur sett saman í sambandi við sólarmyrkingina. Les meira
16. mars 2015
Mánadagin 16. mars klokkan 16.00 letur fjølbroytt málningaframsýning upp á Bókasavninum við Løkin í Runavík. Hetta er ein stór felags framsýning við fimm kendum málarum úr nærumhvørvinum á Skálafjørðinum. Les meira
12. mars 2015
Seinnu árini hevur tað verið fastur táttur, at Tofta skúli skipar fyri Grækarismessuhaldi. Soleiðis var eisini í morgun, tá næmingar og onnur leitaðu sær út í Lágabø á Toftum, har Grækarismessuhaldið bleiv hildið Les meira
9. mars 2015
Fólkatalið í Nes kommunu vaks við 26 fólkum ella við 2,15 prosentum í 2014, ímóti eini minking í 2013 við júst sama tali. Pr. 1. jan. 2015 búgva 1.235 fólk í Nes kommunu og tað gjørdi tað sostatt eisini pr. 1. jan 2013 Les meira
8. mars 2015
Í sambandi við sólarmyrkingina, sum verður 20. mars, bjóðar Nes kommuna til morgunmat í B68-húsinum á Svangaskarði. Húsið opnar kl 07.30. (dagført 12/3-15) Les meira
5. mars 2015
Forritan, fjarlestur, filmsýningar og lesiringar fyltu mest í kalendaranum hjá Bókasavninum við Løkin farna árið. Bókasavnið letur væl at í ársfrágreiðingini fyri 2014. Les meira
3. mars 2015
Fríggjakvøldið, 13. mars kl 21,00, verður Country gospel konsert í Nebo á Toftum. Blátt Gras og Alex & Kristina Bærendsen við bólki fara at luttaka Les meira
28. februar 2015
Næmingar av Toftum og úr Runavík, sum hava felags undirvísing í Íverksetan í Skúlanum við Løkin, blivu ígjár nr. 3 í SkúlaFM 2015. FM var hildið í fullsettum sali í Norðurlandahúsinum. 2 bólkar umboðaðu skúlarnar av Toftum og Runavík Les meira