Tíðindarkiv


27. apríl 2017
Aftur í ár skipar Nes kommuna fyri várdøgum í vikuni undan Bátafestivalinum, hetta er fjórðu ferð at skipað verður fyri várdøgum. Her verður lýst við skránni Les meira
25. apríl 2017
Leygardagin, 29. apríl, verður árligi ruddingardagurin í Nes kommunu. Byrjað verður við morgunmati kl. 09.00 í matarhøllini hjá Faroe Origin Les meira
24. apríl 2017
Bingjuplássið verður stongt flaggdagin 25.04.2017 Les meira
22. apríl 2017
Sunnudagin, 23. apríl, hevur Tofta kvøldskúli framsýning av handaligum arbeiði. Framsýningin byrjar kl 14.00 Les meira
11. apríl 2017
Í samband við, at tað í apríl í ár eru 100 ár síðani, at missiónsarbeiðið á Toftum byrjaði, verður almenn móttøka í missiónshúsinum Tabor á Toftum leygardagin 22. apríl millum kl. 15.00 – 18.00 Les meira
10. apríl 2017
Bygdasavnið- og Fornminnisfelagið í Nes Kommunu hava ársaðalfund leygardagin 22.apríl 2017 í gamla prestagarðinum á Nesi kl. 16.30 Les meira
10. apríl 2017
Eldrafelagið á Toftum hevur aðalfund í Dagtilhaldinum á Toftum 20.04.2017 kl. 20.00 Les meira
9. apríl 2017
Týsdagin, 11. apríl kl. 16.00, bjóðar Fríðrikskirkjan til eldragudstænastu. Talan er um stutta gudstænastu við felags skriftamáli og altargangi Les meira
5. apríl 2017
Komandi sunnudag, pálmasunnudag 9. apríl, er konfirmatión í Nes prestagjaldi. Konfirmatiónsgudstænastan er í Gøtu kirkju kl. 11.00. Ovi Brim prædikar Les meira
3. apríl 2017
Í myndasavninum síggjast myndir frá 50 ára hátíðarhaldinum hjá Nes kommunu í Tofta skúla 1. apríl 2017 Les meira
3. apríl 2017
Heilsan frá borgarstjóranum, Tórbjørn Jacobsen, í Runavíkar kommunu á 50 ára degnum hjá Nes kommunu Les meira
2. apríl 2017
Á 50 ára hátíðardegnum hjá Nes kommunu 1. apríl, bjóðað borgarstjórin, Jóhannus Danielsen, vegna bygdarráðið vælkomin og segði nøkur orð. Talan er endurgivin her niðanfyri Les meira
30. mars 2017
Ókeypis tiltak fyri PENSJONISTAR í Runavíkar, Nes og Sjóvar kommunu . ROÐIN-økistænastan skipar fyri áhugaverdum og hugnaligum tiltaki fyri pensjonistar búgvandi í Runavíkar,Nes og Sjóvar kommunu. Tiltakið verður í Løkshøll mikudagin 5. apríl kl. 19.00 Les meira
28. mars 2017
Mikukvøldið, 29. mars kl. 19.00, verður mentanarkafein hjá Kringvarpi Føroya send beinleiðis í Útvarpi Føroya úr Tofta skúla. Mentanarkafein verður á Toftum í sambandi við at Nes kommuna verður 50 ár 1. apríl Les meira
27. mars 2017
Týskvøldið, 28. mars kl. 19.30, verður almennur fiskivinnufundur í Tofta skúla, har uppskot um nýggja fiskivinnunýskipan verða viðgjørd Les meira
24. mars 2017
Leygardagin, 1. apríl kl.14.00, verður alment hátíðarhald í Tofta skúla, í sambandi við at Nes kommuna verður 50 ár. Hátíðarhaldið byrjar kl. 14.00, øll eru hjartaliga vælkomin Les meira
24. mars 2017
Barnagarðurin og Vøggustovan á Svangaskarði søkja eftir námsfrøðingum til at byrja eftir summarfrítíðina Les meira
17. mars 2017
Komandi hóskvøld, 23. mars kl. 19.30 hevur kórið Tarira konsert í Tofta skúla, har kórið fer at framføra verk eftir Shakespeare. Talan verður bæði um framførslur í kórsangi og drama. Kostnaður kr. 120.00. Ókeypis fyri tey undir 18 ár. Les meira
17. mars 2017
Nýggja nevndin fyri bygdabókasavnið í Tofta skúla skipaði seg á fundi mikukvøldið, og Josefina Jacobsen heldur fram sum forkvinna Les meira
14. mars 2017
Komandi hóskvøld er aftur føstugudstænasta í Nes kirkju kl. 20.15. Jógvan Fríðriksson, bispur, prædikar og kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni luttekur eisini. Aftaná eru øll vælkomin til ein drekkamunn í gamla prestagarðinum Les meira
10. mars 2017
Leygardagin, 11. mars, frá kl. 19.00 til kl. 22.00, bjóða Marjun og Alfred Olsen til Grannakaffi í Gráasteinshúsinum, Saltnesvegur 9. Les meira
9. mars 2017
Mánadagin 13. mars kl. 11.00 skipar næmingaráðið í Tofta skúla fyri grækarismessuhaldi úti í Láabø á Toftum. Les meira
2. mars 2017
Urtagarðsskeið verður á hesum støðum kring landið í apríl 2017, 1. apríl kl. 10.00 og kl. 13.00 í Matmøðrafelagum í Vági, 10. apríl kl. 18.00 í Tofta skúla, 11. apríl kl. 18 í Glæmuni í Kvívík og 12. apríl kl. 18.00 í Ribarhúsi í Fuglafirði Les meira
28. februar 2017
Fyrsta føstugudstænastan í Nes prestagjaldi verður komandi hóskvøld, 2. mars kl. 20.15, í Nes kirkju. Í ár verða allar føstugudstænasturnar í Nes kirkju Les meira
27. februar 2017
Komandi mikudag tann 1. mars byrjar altjóða bindiklubburin í Runavík aftur. Sambinding snýr seg um at binda saman, bæði við stokkum og við práti. Les meira
20. februar 2017
1. apríl 2017 eru 50 ár liðin síðani Nes kommuna gjørdist sjálvstøðug kommuna fyri bygdirnar Nes, Toftir og Saltnes. Í hesum sambandi verður skipað fyri 50 ára hátíðarhaldi í Tofta skúla leygardagin, 1. apríl 2017, kl. 14.00 Les meira
10. februar 2017
Sambært P/F Eystur- og Sandoyartunlar, eru fyrireikingarnar við at byrja uppá Eysturoyartunilin komnar so væl áleiðis, at fyrsta skotið kann verða latið av 21. februar, kl. 14.00, á Strondum Les meira
10. februar 2017
Í morgin, 11. februar, skipar ungdómsnevndin hjá B68 fyri innandura fótbóltskapping fyri umgdómslið, í høllini í Tofta skúla Les meira
2. februar 2017
Komandi týskvøld, 7. februar kl. 19.00, fer nýggja felagið Kinavinir, at hava stovnandi aðalfund í Saltnesi. Fundurin verður í nýístandgjørdu Gráasteinshúsinum, Saltnesvegur 9 Les meira
27. januar 2017
Árliga Flot svimjikappingin verður leygardagin, 28. januar, í svimjihylinum í Tofta skúla. Ì tí sambandi verður eingin almenn svimjing leygardagin Les meira
26. januar 2017
Mánadagin blivu børn innskrivað til komandi 1 flokk. Børnini eru 14 í tali Les meira
23. januar 2017
Svimjihylurin í Tofta skúla er stongdur í dag. Opið verður aftur í morgin sum vanligt Les meira
18. januar 2017
Í Tofta skúla er soleiðis skipað fyri, at 3. flokkur hvønn fríggjadag hevur útiskúla, sum tey kallað. Seinasta fríggjadag vitjaðu tey borgarstjóran í Nes kommunu Les meira
17. januar 2017
Hagstova Føroya hevur ídag kunngjørt nýggjastu fólkatølini í Føroyum, sum eru pr. 30. november 2016. Uppgerðin vísir ein vøkstur í Nes kommunu seinasta ári á 30 fólk, ella 2,4 % Les meira
17. januar 2017
Tofta kvøldskúli bjóðar undirvísing í binding og hjálp til egna binding. Skeiðið er ætlað bæði royndum og óroyndum Les meira
13. januar 2017
Barnagarðurin á Svangaskarði, Toftir, verður søkt eftir 1 námsfrøðingi at arbeiða 30 tímar um vikuna á barnagarðsstovu, at byrjað 01.03.2017 Les meira
11. januar 2017
Fyri fyrstu ferð verður skipað fyri innandura fótbóltskapping í fimleikarhøllini í Tofta skúla fyri yngri lið. Kappingin verður 11. februar Les meira
10. januar 2017
Innskriving av næmingum til 1. flokk í Tofta skúla verður í skúlanum mánadagin 23. januar, kl. 13.00. Havi dóps- ella navnaseðil við Les meira
4. januar 2017
Fyribilsskattainntøkan í Nes kommunu í 2016 var 39,7 mió. krónur, sum er 3,8 mió. krónur meiri enn í 2015. Ein vøkstur uppá 10,7 prosent. Ongantíð áður hevur skattainntøkan hjá Nes kommunu verið so høg Les meira
3. januar 2017
Seinastu fimm árini er skipað fyri fótbóltskapping í fimleikarhøllini í Tofta skúla millum jól og nýggjár, nevnd Nes kommunu Cup. Hesaferð, í 2016, var kappingin 29. desember. Hjá monnunum var fullteknað, men tað var hon ikki hjá kvinnunum Les meira
2. januar 2017
Hesa vikuna, viku 1, fer IRF undir at tøma rottangar á Nesi Les meira
Aftur | 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 | Fram