Bygdaráðsfundur 16. 05. 2011
 

Fundarstað: Fundarhøli

Hjástødd vóru:
Símun Johannesen x

Súni í Hjøllum x

Elin á Torkilsheyggi x

Johannus Danielsen x

Súnfríð Jacobsen x

Petur J. Petersen x

Jákup M. Kjeld

Alfred Olsen - ref. x
 

Mál nr. 79/2011 Byggimál.

J. nr. 2011-0044-0042

Mál nr. 79 frá seinasta fundi – flisaarb. Við skúlan.

Bygdaráðið samtykti á fundi hin 18.04.2011, at koyra málið til nevndarviðgerð í Fíggjarnevndini.

Fíggjarnevndin vísir til mál nr. 94/2011 broytingar í fíggjarætlanini 2011.

Fíggjarnevndin mælir til at tikið verður av lægsta tilboðnum sum er frá Sp/f Hjálpirót, Tórshavn uppá 74.750,00 kr.

Tilmælið hjá Fíggjarnevndini var einmælt samtykt.
 

Mál nr. 78/ 2011 Havnamál. Alm.

J. nr. 2011-0046-0052

Arbeiðið við at gera bygningin hjá MJ Saltsøluni, gongur væl og verður rokna við at hesin stendur liðugur at taka móti salti 1. juni. Hetta merkir, at arbeiði rundan um bygningin eisini skal vera liðugt um somu tíð.

Fyrsta skipið kemur við salti um hálvan mai við uml. 3.000 tonsum av salti, upplýsur stjórin í felagnum.

Tekniska nevnd mælir til, at ein koyribani verður asfalteraður frá Oyrahandlinum og norður til Rætt. Tekniska deild kannar hvussu arbeiðið kann gerast og hvør kostnaðurin verður.

Bygdaráðið samtykti einmælt at koyra málið aftur í Teknisku nevnd til nærri viðgerðar.

Tekniska nevnd viðgjørdi teir ymisku spurningarnar og kemur við einum tilmælið til bygdaráðsfundin.

Á fundi 18.04.2011 samtykti bygdaráðið, “at orsakað av, at nýggjar metingar fyriliggja av, hvat skal asfalterast og somuleiðis nú ein nýggj kostnaðarmeting fyriliggur av kostnaðinum fyri asfalteringina, samtykti bygdaráðið at koyra málið aftur í nevnd.

Tekniska nevnd mælir til, at Tekniska deild kemur við prísi og kostnaði av undirlendinum við KBH og Saltsøluna til støðutakan.

Kostnaðurmeting frá tekn. deild:

Gjørt arbeiðið frá turkihúsinum og norð til Rætt

Avgrevstur og vatngrøv v.m.       35.000,00

Regulering og trumling HJ Asfalt 140.000,00

Projekt og avseting                     10.000,00

Við saltsøluna

Víðkan við útn.horn ( laga steinar frá vatnlinjuni samb. tilboð ) 39.000,00

Regulering og trumling 2000 ferm á 80 kr                             160.000,00

                                                          Projektering/avseting 10.000,00

                                                                                        394.000,00

                                                                              + 10 % 39.400,00

                                                                                       433.400,00
Mvg upphædd                                                                 108.350,00
                                                                                  Tils. 541.750,00
 

Tekniska nevnd mælir til samb. broyttu fíggjarætlanina fyri 2011, at samtykkja hesa netto íløguna uppá 433.400,00 kr.

Fíggjarnevndin vísir til mál nr. 94/2011 broytingar í fíggjarætlanini 2011.

Tilmælið frá Teknisku nevnd var einmælt samtykt.
 

Mál nr. 79/2011 Byggimál alm.

J. nr. 2011-0042-0283

Ejler Hansen, Nes, er í fer við at útbyggja hoyggjhús og bilhús síni á For.

Tekniska nevnd mælir til at játta Eiler Hansen byggiloyvi til broytingina av hoyggj- og bilhúsinum úti á For., samb. innsendu tekning og ásetingunum í byggireglugerðini.

Tilmælið frá Teknisku nevnd var einmælt samtykt.
 
Mál nr. 78/2011 Byggimál.

J. nr. 2010-0042-0281

Faroese Innovative recycling v/Stig Thomasen, Miðvágur, um byggiloyvi til eina arbeiðshøll norðast á havnaøkinum inni á Rætt.

Bygdaráðið samtykti, á fundi hin 18.04.2011, at Tekniska deild fær sær meira nágreiniligar tekningar av høllini, so sum kloakkætlan, oljuútskiljara, innrætting av høllini v.m. so sjálvar tekningarnar uppfylla tey krøv sum byggimyndugleikin setur, við tað at innsendu tekningar ikki eru nøktandi. 

Nú tekningar og innrætting v.m. fyriliggur, mælir Tekniska nevnd til, at Tekniska deild tekur sær av sjálvum byggiloyvinum, og setur tær treytir til byggingina og økið rundan um, so tað uppfyllir allar tær treytir, sum eru galdandi fyri bygging á havnalagnum inni á Rætt.

Harafturat skal góðkenning frá Heilsufrøðiligu

Tilmælið frá Teknisku nevnd var einmælt samtykt.
 

Mál nr. 83/2011 Stuðulsmál. Alm.

J. nr. 2011-0019-0025

Umsókn, um stuðul fyri námsferð til Prag, er komin frá 8. flokki í Tofta skúla.

Foreldraráðið hevur hugskot um, at næmingarnir kunna arbeiða fyri stuðulin.

Mentanarnevndin mælir til, at játta teimum 4.000,00 kr. og skulu arbeiða 8 tímar pr. næming fyri stuðulin. Hvat skal gerðast, verður avtalað við teknisku deild hjá kommununi.

Peningurin verður útgoldin tá arbeiðið er gjørt.

Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá mentanarnevndini.

Tilmælini frá Mentanarnevndini og Fíggjarnevndini vóru einmælt samtykt.
 

Mál nr. 85/2011 Skúlamál alm.

J. nr. 2011-0021-0055

Í sambandi við at 6. flokkur í Tofta skúla fær vitjan av 6. flokki í Svendborg hava tey skipað fyri túri við Norðlýsinum mikudagin 8. juni. Talan er um 40 børn 4 lærarar og kanska onkur foreldur.

Kostnaður er kr. 8.000,00 og søkja tey um stuðul soleiðis, at Nes kommuna rindar helmingin t.v.s. kr. 4.000,00.

Mentanarnevndin mælir til at játta teimum 4.000,00 kr. móti at rudda verður í bygdini ein arbeiðsdag, tvs. 8 tímar. Arbeiðið verður tilrættalagt saman við teknisku deild hjá kommununi. Peningur verður útgoldin, tá arbeiðið er gjørt.

Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá mentanarnevndini.

Tilmælini frá Mentanarnevndini og Fíggjarnevndini vóru einmælt samtykt.
 

Mál nr. 87/2011 Starvsfólkamál alm

J.nr. 2011-0003-0011

Vaskifólk í skúlanum í barsilsfarloyvi.

Trivnaðarnevndin mælir til, at søkt verður eftir fólki sum avloysari fyri fólk í barsilsfarloyvi.

Tilmælið frá Trivnaðarnevndini var einmælt samtykt.
 

Mál nr. 88/2011 Starvsfólkamál alm

J. nr. 2011-0003-0012

Námsfrøðingur í Frítíðarskúlanum søkir um farloyvi fyribils í ½ ár frá 01.07.2011 til 01.01.2012.

Trivnaðarnevndin mælir til at játta starvsfólkinum farloyvi.

Tilmælið frá Trivnaðarnevndini var einmælt samtykt.

Mál nr. 90/2011 Fíggjarmál. Alm.
 

J. nr. 2009-0011-0018

Grannskoðaravirkið SPEKT hevur grannskoða og sett upp roknskapin hjá kommununi fyri 2010.

Roknskapurin er ikki komin enn, men skal samtykkjast áðrenn 1. Juni.

Høvuðstølini eru:

Fíggjarætl. Roknskap.

                                           Útr.       Innt.     Útr.      Innt.

§ 1 Kommunal fyrisiting      3.413         0        3.359     0

§ 2 Alm. Heilsumál             3.844         0        3.872     0

§ 3 Børn og Ung                7.000         0         6.928     0

§ 4 Undirvísing                  3.130         0         3.092     0

§ 5 Mentan og frítíð           2.082         0         1.940     0

§ 6 Teknisk mál                2.975         0         2.860     0

§ 7 Kommunal virki           2.548         0          2.491    0

Tilsamans                       24.992         0        24.542    0

§ 20 aðrar útr. og skatt 2.941    31.664      2.621   34.104
Samanlagt                 27.933     31.664    27.163   34.104

Yvirskot                      3.731 6.941

Íløgur                         2.114 1.939

Yvirskot eftir íløgur      1.617 5.002
 

Fíggjarnevndin mælir til, at samtykkja roknskapin hjá kommununi fyri 2010, soleiðis sum hann er uppsettur av grannsk.

Tilmælið frá Fíggjarnevndini var einmælt samtykt.
 

Mál nr. 91/2011 Fíggjarmál alm.

J. nr. 2011-0011-0026

Bókasavnið í Nes kommunu hevur lagt fíggjarætlan fyri 2012, sum vísur hesi høvuðstøl:

Útreislur:

Lønir 61.000,00 kr.

Húsaútreiðslur 4.500,00 –

Fólkabókasøvn 51.000,00 –

Skúlabókasøvn 40.000,00 –

Aðrar útreiðslur 44.500,00 - = 201.000,00 kr.

Inntøkur:

Skúlabókasavn 40.000,00 kr.

Nes kommuna 100.500,00 –

Hølisvirði 4.500,00 –

Landskassastuðul 56.000,00 - = 201.000,00 kr.

Fíggjarnevndin mælir til at góðkenna fíggjarætlanina fyri bókasavnið í Nes kommunu, soleiðis sum hon er uppsett.

Tilmælið frá Fíggjarnevndini var einmælt samtykt.
 

Mál nr. 94/2011 Fíggjarmál. Alm.

J. nr. 2011-0011-0024

Nes kommuna hevur í síni fíggjarætlan avsett pening á teimum ymisku greinum og konti.

Samtyktir eru gjørdar í bygdaráðnum sum gera, at tørvur er á at gjøgnumganga fíggjarætlanina pr. 31.03.2011 og at gera metingar um hvørjar peningaupphæddir koma at blíva brúktar á teimum ymisku greinum og konti.

Samtyktirnar gera, at tað vera konti, sum vera yvirtrektar í 2011 (barnagarðurin og økið inni á Rætt), tí á verandi fíggjarætlan, er ov lítið av peningi avsettur til hesi arbeiðir, meðan tað á øðrum konti kemur at vera avlop, grunda á tey arbeiði sum ikki vera gjørd í 2011, grunda á sparingar.

Broytingar í fíggjarætlanin skulu hava 2 viðgerðir

§ 1 -62.000,-

§ 2 76.000,-

§ 3 2.750,000,-     -137.500,-

§ 4 154,000,-         -70.000,-

§ 5 -80.000,-

§ 6 500.000,-       -305.000,-

§ 7 1.337.000,-      -77.500,-

Skattir og rentum -411.000,00

 

1) Fíggjarnevndin mælir til at bygdaráðið samtykkjur uppskot til broytingarnar.

Bygdaráðið samtykti einmælt gjørdu broytingar.

2) Fyri at tryggja at kommunan kemur at hava ein burðardyggan likvitet ígjøgnum árið 2011, mælir fíggjarnevndin harafturat til, at kommunan upptekur lán uppá 2 mill. kr.

Bygdaráðið samtykti einmælt at taka eitt lán uppá 2 milliónir kr.

3) og ein kassakredit uppá 2 mill. kr.

Bygdaráðið samtykti at taka ein kassakreditt uppá 2 mió. kr.