Bygdaráðsfundurin 06.12.2010
 

Mál nr. 152/2010 Umsitingarmál

J. nr. 2010-0004-0012

Bygdaráðið skal at áseta og samtykkja teir almennu bygdaráðsfundirnir fyri 2011.

Uppskot er, at hava teir almennu bygdaráðsfundirnar og fundarvikurnar í 2011, hesar vikur og mánadagar kl.19.00:

Bygdaráðsfundir:       Nevndarvikur:

24.01.2011                   Viku 2

21.02.2011                        - 6

21.03.2011                        - 10

18.04.2011                        - 14

16.05.2011                        - 18

20.06.2011                        - 23

05.09.2011                        - 34

03.10.2011                        - 38

07.11.2011                        - 43

05.12.2011                        - 47
 

Fíggjarnevndin mælir til at hava hesar fundirnar í 2011.

Avgerð: Tilmælið frá Fíggjarnevndini var einmælt samtykt.
 

Mál nr. 154/2010 Fíggjarmál.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at

barnafrádrátturin fyri 2011 verður 5.000,00 kr.
 

Mál nr. 155/2010 Fíggjarmál.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at

skattaprosentið fyri 2011 verður 20,5

 

Mál nr. 157/2010 Fíggjarmál

J. nr. 2010-0023-0087

Annlis Bjarkhamar søkir um stuðul til verkætlanina “Ì menniskjum góður tokki”.

Peningurin, sum kemur inn, verður latin óskerdur til tær familjur sum søkja jólahjálp.

Fíggjarnevndin mælir til at játta 2.500,00 kr. til verkætlanina “ì menniskjum góður tokki” og taka hetta av kto. nr. 549000 “Annar Stuðul ”.

Avgerð: Tilmælið frá Fíggjarnevndini var einmælt samtykt.
 

Mál nr. 158/2010 Ansingarmál

J. nr. 2010-0031-0090

Í samráð við NSR-tænastuna søkir Barnagarðinum um 20 tímar aftrat í stuðli um vikuna til barn við serligum tørvi

Trivnaðarnevndin mælir til at játta stuðul fram til summarfrítíðina.

Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Tilmælini frá Trivnaðarnevndini og Fíggjarnevndini vóru einmælt samtykt.
 

Mál nr. 159/2010 Fíggjarmál

J. nr. 2008-0011-0010

Skálafjarðar Sløkkilið hevur sent roknskapin fyri 2009 til ummælis hjá kommununi.

Fíggjarnevndin gjøgnumgekk roknskapin fyri 2009 og mælir til, at bygdaráðið tekur hann til eftirtektar.

Avgerð: Tilmælið frá Fíggjarnevndini var einmælt samtykt.
 

Mál nr. 160/2010 Fíggjarmál

J. nr. 2010-0011-0022

Fíggjarætlanin hjá Skálafjarðar Sløkkiliðið fyri 2011 er komin til ummælis hjá Kommununi.

Teir mæla til, at gjaldið verður kr. 295 pr. íbúgva, eins og undanfarna ár.

Fíggjarnevndin mælir til, at góðkenna løgdu fíggjarætlanina hjá Skálafjarðar Sløkkiliðið fyri 2011.

Avgerð: Tilmælið frá Fíggjarnevndini var einmælt samtykt.
 

Mál nr. 163/2010 Byggimál

J. nr. 2008-0048-0044

SEV søkir um byggiloyvi til tríggjar vindmyllur av slagnum Enercon E44. Hesar eru 900 KW hvør, 45 m høgar og við 44 m veingjaspenni.

Fyri at koma undir tey kravdu ljóðvirðini eru myllurnar settar úti á Eystnesi.

Neyðugt verður at leingja vegin við o.u. 1700 m. Hesin verður annars gjørdur sum tann verandi, 4 m breiður og fer at liggja so væl í lendinum sum til ber.

Við hvørja myllu verður sett ein transformarstøð. Hvørt húsið er einar5 m².

Tekniska nevnd mælir til, at formaðurin í nevndini kannar áður gjørdar samtyktir, og alt málið nærri, áðrenn bygdaráðsfundin.

Nú tá hesir upplýsingar fyriliggja og árinsljóðskanningin fyriliggur, mælir Tekniska nevnd til at geva SEV eitt fyribils loyvi til vindmyllurnar, við teimum treytum, sum kommunan kemur at seta í einum møguligum sáttmála.

Avgerð: Tilmælið frá Teknisku nevnd var einmælt samtykt.
 

Mál nr. 164/2010 Havnamál

J. nr. 2010-0046-0048

Ansni er komið við tilboð uppá uppsetan av vakmyndatólum á havnalagið á Toftum.

Tekniska nevnd mælir frá, at kommunan setur vakmyndatól upp á havnalagnum.

Avgerð: Tilmælið frá Teknisku nevnd var einmælt samtykt.
 

Mál nr. 168/2010 Vegamál

J. nr. 2010-0044-0035

Í umsókn dagfest 27. okt. 2010 søkir samkoman Nebo um loyvi til at seta eitt skelti upp niðri við høvuðsvegin, sum vísur hvar Nebo er.

Møguleiki er eisini at kommunan setir eitt felags skelti upp við høðusvegin,

Tekniska nevnd mælir til, at kommunan setur skelti upp, sum lýsir hvat virksemi er á Kneysum, - t.e. Kommunan, Nebo, Vesturskin o.s.fr.

Avgerð: Tilmælið frá Teknisku nevnd var einmælt samtykt.
 

Mál nr. 169/2010 Skúlamál

J. nr. 2010-0023-0076

Nógvur eftirspurningur er eftir at leiga fimleikahøllina. Støða skal takast til, um høllin skal leigast út sunnudag.

Mentanarnevndin tekur undir við, at høllin verður útleiga sunnudag og mælir til, at fimleikahøllin kann leigast út, frá kl. 13,00 og úteftir.

Avgerð: Tilmælið frá Mentanarnevndini var einmælt samtykt.
 

Mál nr. 170/2010 Mentamál

J. nr. 2010-0023-0086

Í skrivi dagfest 31.10.2010 heitir Fornminnisfelagið á Nes kommunu, eins og undanfarin ár, um at veita felagnum fíggjarligan stuðul til virksemið í 2011.

Mentanarnevndin mælir til, at kommunan játtar Fornminnisfelagnum somu upphædd í 2011 sum 2010, t.v.s. 100.000,00 kr.

Avgerð: Tilmælið frá Mentanarnevndini var einmælt samtykt.
 

Mál nr. 174/2010 Byggimál.

J. nr. 2010-0031-0105

Bygginevndin hevur haft sín fyrsta fund viðv. útbyggingini av Barnagarðinum á Svangaskarði og umframt annað viðv. byggingini, var spurningurin um eina kjallarahædd viðgjørdur.

Tilfarið í útgravingini er sera vánaligt, og harvið var neyðugt at grava meira tilfar burtur enn roknað var við. Spurningurin er so um kommunan skal stoypa eina kjallarahædd undir sjálvan barnagarðin, ella fylla útgravingina við gróti. Ein full kjallarahædd hevur ein meirkostnað uppá uml. 0,5 mió. Kr.

Bygginevndin mælir til, at bygdaráðið tekur støðu til, um útbyggingin av barnagarðinum skal hava fulla kjallarahædd, ið fæst fyri 500.500,00 kr. ella ikki, so Teknistovan kann fáa boð um, hvussu útbjóðingin av betongarb. skal vera.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti einmælt, at útbyggingin av barnagarðinum skal hava fulla kjallarahædd, sum viðførir ein mettan meirkostnað uppá 500.500,00 kr.