Bygdaráðsfundurin 30.11.2009

Mál nr. 160/2009 - Fíggjarmál

(J. nr. 2009-0011-0018)

Fíggjarætlanin fyri 2010 (Fundarfrásøgn og rakstrarætlan fyri 2010) verður at viðgera.
Fíggjarnevndin mælir til, at samtykkja løgdu fíggjarætlanin fyri 2010, ið hevur hesi høvuðstøl:
Skattaprosentið fyri 2010 verður 20,5%
Tilmælið frá Fíggjarnevndinin var einmælt samtykt.
Barnafrádrátturin fyri 2010 verður 5.000,00 kr. pr. barn.
Tilmælið frá Fíggjarnevndini var einmælt samtykt.

Rakstur: Íløgur:

§ 1 Kommunal fyrisiting 3.418.632

§ 2 Almanna- og Heilsumál 3.719.667 544.000

§ 3 Børn og ung 6.808.017 400.000

§ 4 Undirvísing 3.155.691

§ 5 Mentan og frítíð 2.026.279

§ 6 Teknisk mál 3.054.000 400.000

§ 7 Kommunal virkir 2.935.451 250.000

Rakstur 25.117.736 1.594.000

Íløgur 1.594.000

Í alt 26.711.736

Rentustuðul 1.100.000

Fas 30.000

Rentuútreiðslur 2.153.287

Rentuinntøkur -20.000

Kommunuskattur -31.017.089

Felagsskattur -500.000

Kapitaleftirlønir -100.000

Afturgjald av skuld 1.615.713

Úrslit -26.353

Afturgjald av skuld (avdráttir) 1.615.71

úrslit 26.353

Úrslit íalt 1.642.066
Avlop á fíggjarætlanini er : kr. 1.642.066

Fíggjarnevndin gjøgnumgekk eisini raksturin og fíggjarstøðuna hjá kommunu pr. 30.10.2009.

Avgerð: Fíggjarætlanin fyri 2010 var einmælt samtykt.

Mál nr. 162/2009 - Byggimál

(J.nr. 2009-0042-0259)

Borgarar í kommununi, Úti á Rætt/Líðarenda mótmæla við skrivi, at rætt og seyðhús verða bygd beint omanfyri bøgarðarnar, og so tætt við íbúðarøkið á Nesi.
Tekniska nevnd mælir til, at kommunan hevur fund við Nes haga, um møguleikan at flyta ætlaða seyðhús/rætt, longur burtur frá bygdum økið.
Byggiloyvi sum Nes hagi hevur til rættina er eldri enn tvey ár, og harvið má hagin søkja um byggiloyvi av nýggjum.
Byggisamtyktin fyri økið er eisini broytt munandi síðan byggiloyvi var útskrivað í 2007.

Avgerð: Tilmælið frá Teknisku nevnd var einmælt samtykt.


Mál nr. 165/2009 - Skúlamál
Ástaðarfundur viðv. 81-bygninginum í skúlanum, og hvørjum standi hann er í.

Tekniska nevnd mælir til, at biða ein "serfrøðing" koma at hyggja eftir betongkonstruktiónini. Kanningin skal gerðast í januar 2010.

Avgerð: Tilmælið frá Teknisku nevnd var einmælt samtykt.

Mál nr. 166/2009 - Umhvørvismál

(J. nr. 2009-0047-0017)
Skriv er komið frá Agenda 21, har møguleiki er fyri at tekna seg til umhvørvisátøk sum verða í 2010.
Í 2010 verða latnar heiðurslønir fyri:

- Best røktu bygdagøtu

- Ársins grøna stovn

- Best røktu bygd

- Besta átak

Kommunurnar melda sjálvar til, og verða tilmeldingarskjøl send út fyrst í komandi ári.

Hetta átak verður gjørt annað hvørt ár. Í 2008 vann Tofta Havn heiðursløn sum best røkta vinnuøki.

Mentanarnevnd mælir til, at kommunan meldar seg til hesi tiltøk:
- Best røkta bygdagøta
- Skúlagøtan, frá Regni niðan á Svangaskarð
- Ársins grøna stovn
- Tofta skúli – sólorkuskipanin
- Besta átak
- Ítróttarbarnagarður

Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini, men at ongir pengar, út um verandi játtanir, vera brúktir til hetta.

Avgerð: Tilmælini frá Mentanarnevndini og Fíggjarnevndini vóru einmælt samtykt.


Mál nr. 167/2009 - Skúlamál

(J. nr. 2009-0031-0077)
Grundað á niðanfyristandandi mælir NSR-tænastan til, at játtanin verður hækkað við kr. 20.000,00 fyri figgjarárið 2010.
NSR-tænastan hevur síðan 2006 lagt dent á at hava lesikanningar við øllum næmingum í 1.-4. flokk. Royndirnar hava víst stóra framgongd og eru tær komnar í fasta legu.

Ætlanin er nú at fara í holt við at gera roknikanningar við næmingum í 1.-7. flokki fyri at hækka støðið í rokning.
Royndirnar sum hava verið vóru RM-royndir. Hesar eru umsettar, men eru lærarnir ymiskir á málið um royndirnar, hóast avgjørt var at gera eina roynd um várið 2009.
Skúlabókagrunnurin hevur givið meira tíðarhóskandi royndir, SG-royndir, út upp til 9. flokk og hesar royndirnar gera lærarnir sjálvir. NSR mælir til, at SG-royndirnar skulu brúkast í mai og novembur 2010, væl vitandi um at hetta hevur við sær meirútreiðslu.
NSR bjóðar sær til at bíleggja hesar royndirnar frá Skúlabókagrunninum og harvið fáa 25% í avsláttri. Samlaði kostnaðurin fyri allar kommununar fyri 1 ár er sostatt áleið kr. 20.000,00, sum verður at býta % vís til hvørja kommunu.
NSR bjóðar seg eisini til at heinta, umsita og fordeila royndirnar.
Mentanarnevndin mælir til, at Nes kommuna betalir sín part av umsøktu 20.000,00 kr. til NSR, ið er 2.650,00 kr.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum hjá Mentanarnevndini.

Avgerð. Tilmælini frá Mentanarnevndini og Fíggjarnevndini vóru einmælt samtykt.


Mál nr. 168/2009 - Mentamál

(J. nr. 2009-0019-0021)

Skúlaflokkur í Tofta skúla søkir um stuðul til Danmarkarferð og søkir um 10.000,00 kr. Teir eru sinnaðir til at arbeiða fyri stuðulin.
Mentanarnevndin mælir frá, at játta nakran stuðul, grundað á sparingar, og at játtanin til grein 5 "Mentan og frítíð" er brúkt.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.

Tilmælini frá Mentanarnevndini og Fíggjarnevndini vóru einmælt samtykt.


Mál nr. 169/2009 - Trivnaðarmál

(J. nr. 2009-0031-0076)
Barnagarðurin hevur søkt eftir 2 námsfrøðingum at arbeiða 30 og 20 tímar um vikuna. Bæði eru tíðaravmarkaðið, annað frá 01.01.10-15.12.10, og hitt frá 16.11.2009-30.06.2010 (stuðul).

Tá umsóknartíðin var farin vóru 27 umsóknir innkomnar.
Trivnaðarnevndin samtykti at fylgja innstillingini hjá leiðsluni í Barnagarðinum, við at seta Jóhonnu F. Petersen í starv sum námsfrøðing í barnagarðinum, at arbeiða 30 tímar um vikuna frá 01.01.2010-15.12.2010.

Starv sum námsfrøðingur 20 tímar um vikuna til serligan tørv.
Trivnaðarnevndin samtykti at fylgja innstillingini hjá leiðsluni í Barnagarðinum, við at seta Karen E. Abrahamsen í starv sum hjálparfólk í barnagarðinum, at arbeiða 20 tímar um vikuna frá 16.11.2009-30.06.2010.

Avgerð: Tilmælið frá Trivnaðarnevndini var einmælt samtykt.


Mál nr. 170/2009 - Fyrisitingarmál
Bygdaráðið hevur samtykt at áseta teir almennu bygdaráðsfundirnar hesar mánadagar í 2010:
25.01.2010

22.02.2010

22.03.2010

26.04.2010

31.05.2010

28.06.2010

06.09.2010

04.10.2010

08.11.2010

06.12.2010

Nevndarfundirnir verða í viku:
2
6
10
15
20
24
34
38
42
47