Bygdaráðsfundurin 02.11.2009

Mál nr. 150/2009 - Fíggjarmál

(J. nr. 2009-0011-0017)
Skálafjarðar Sløkkilið hevur latið inn Fíggjar- og rakstrarætlan fyri 2010.
Brunanevndin hevur havt fund og viðgjørt gjaldið pr. íbúgva og mæla teir til, at gjaldið verður tað sama í 2010 sum í 2009, t.v.s.kr. 295,00 fyri hvønn íbúgva.
Fíggjarnevndin mælir til, at samtykkja løgdu fíggjarætlanina hjá SKS fyri 2010 og regulera inngjaldsgrundarlagið, so tað er samsvarandi íbúgvaratalið pr. 1.1.2010.

Avgerð: Tilmælið frá Fíggjarnevndini samtykt.


Mál nr. 151/2009 - Mentamál

(J. nr. 2009-0023-0062)
Diana Joensen søkir um stuðul í sambandi við M.A-ritgerð um nøvn.
Hon lesur føroyskt á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.
Mentanarnevndin mælir frá at veita stuðul.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum hjá Mentanarnevndini.

Avgerð: Tilmælini frá Mentanarnevndini og Fíggjarnevndini vóru einmælt samtykt.


Mál nr. 152/2009 - Mentamál

(J. nr. 2009-0019-0020)
Hin 01.10.2009 søkir Heilafelagið um stuðul til Danmarkarferð fyri nakrar av teirra limum. Ætlanin er at fara við Norrønnu 20.05.2010 til Skærbæk Feriecenter.
Mentanarnevndin mælir frá at veita stuðul.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.

Avgerð: Tilmælini frá Mentanarnevndini og Fíggjarnevndini vóru einmælt samtykt.


Mál nr. 153/2009 - Mentamál

(J. nr. 2009-0023-0061)
Johan E. Hansen, hevur søkt um stuðul til gerð av einum faldara sum skal koma í hvørt hús í kommununi í samband við bygdalegu í Nesvík frá 23. til 25. oktober 2009.
Við tað at hetta er eitt tiltak sum viðkemur øllum borgarum í kommununi, mælir Mentanarnevndin til at játtað umsøkta stuðul uppá 2.000,00 kr.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.

Avgerð: Tilmælini frá Mentanarnevndini og Fíggjarnevndini vóru einmælt samtykt.


Mál nr. 154/2009 - Byggimál

(J. nr. 2007-0046-0018)
Hin 07.10.2009 søkir M. J. Saltsølan um byggiloyvi til høll á økinum inni við Rætt, sambært viðløgdu tekningum av bygninginum.
Tekniska nevnd mælir til, at játtað byggiloyvi til Saltsøluna, samb. innsendu tekning (bygninginurin er 70 x 20 metur) og at Teknisku deild verður heimila at avgreiða tær formligu ásetingar í býarskipanini og byggireglugerðini í samband við sjálva byggingina.

Avgerð: Tilmælið frá Teknisku nevnd var einmælt samtykt.


Mál nr. 156/2009 - Byggimál

Í umsókn dagfest 30.10.2009, søkir Búgvi Kjeld, Toftir, um byggiloyvi til grund til sethúsini á grundstykki sítt, matr. Nr. 699 bd, og kemur síðani at søkja um byggiloyvi til sethúsini (tann endaliga tekningin av húsinum er ikki tekna enn).
Viðlagdar eru tekningar av tvørskurðinum og plantekning, tekna og datera av J.M. Kjeld, dagf. 2/11-09.
Tekniska deild hevur viðgjørt umsóknina og hevur gjørt ein tvørskurð, og byggilinju av ætlaðu bygging á matr. Nr. 699 bd.
Tekniska nevnd mælir til, at játta Búgva Kjeld byggiloyvi til at gera sær grundina til komandi sethús, samb. innsendu tekning og við teimun ásetingum og tí plasering sum Tekniska deild hevur felt niður á tekningina, dagfest 2. november 2009.

Avgerð: Tilmælið frá Teknisku nevnd var einmælt samtykt.

Jákup M. Kjeld var úti meðan málið var viðgjørt.