Bygdaráðsfundurin  22.06.2009 

 

Mál nr. 99/2009 - Skúlamál/fíggjarmál 

(J.nr. 2009-0021-0027)

Í skrivi dagf. 14.04.2009 heitir Tofta Skúli á kommununa um at keypt verða 4 eintøk av ljóðútbúnaði til undirvísing, sum hevur verið lænt frá Steingrund Agustik, og sum er royndarkoyrt nú í skjótt tvey skúlaár.

Kostnaðurin er uml. 12.000,00 kr. x 4 = 48.000,- kr.

Nes kommuna hevur keypt og goldið tað eina anleggið, sum hevur verið royndarkoyrt.

Fíggjarnevndin mælir til, at málið verður beint í Mentanarnevndini.

Tilmælið frá Fíggjarnevndini var einmælt samtykt.

Mentanarnevndin mælir til, at bíða við at játta nakrar pengar til henda ljóðútbúnað, inntil gjøgnumgongdin av fíggjarætlanini fyri 2009 hevur verið.

 

Málið beint í Fíggjarnevndina.

 

Fíggjarnevndin hevur síðani viðgjørt umsóknina og mælir frá at keypa ljóðútbúnaðinum í ár, orsakað av at ongin játtan er til hetta á verandi fíggjarætlan og tað skerdu fíggjarligu orkuna hjá kommununi í 2009.

Men megnar skúlin at finna pengar til hetta keyp á teirra játtan (blokkinum), so hevur fíggjarnevndin onki ímóti, at skúlin keypir henda ljóðútbúnað.  

 

Avgerð: Tilmælið frá Fíggjarnevndini var einmælt samtykt.


Mál nr. 100/2009 - Fíggjarmál    

(2008-0011-0008)

Grannskoðaður roknskapur fyri 2008 hjá Skálafjarðar Sløkkiliðið er komið Nes kommunu til ummælis.
Fíggjarætlanin fyri 2008 liggur í málinum.
Fíggjarnevndin mælir til, at bygdaráðið tekur roknskapin hjá SKS fyri 2008, til eftirtektar.

Avgerð: Tilmælið frá Fíggjarnevndini var einmælt samtykt .


Mál nr. 101/2009 - Jarðarmál  

(J. nr. 2008-0042-0216)

Viðv. umsøkn um grundstykki til Hervør og Kára á Torkilsheyggi, hvar Búnaðarstovan hevur heitt á kommununa um at eftirhyggja støddina á stykkinum.
Tekniska deild hevur kannað málið og gjørt nýggja tekning har avlagt er ein geiri uppá 5 metur, sum møguleiki er at selja til grannan norðanfyri, har møguleika so er at byggja eitt bilhús ella líknandi sunnan fyri sethúsini.
Tekniska nevnd mælir til, at kommunan gevur sítt tilmæli til, at Hervør og Kári á Torkildsheyggi fáa loyvi at keypa hetta grundstykkið við broytingum hjá Teknisku deild.

Avgerð: Tilmælið frá Teknisku nevnd var einmælt samtykt.


Mál nr. 102/2009 - Tekniskt mál 

(J. nr. 2009-0013-0002)
Til viðgerðar møguligt keyp av gravimaskinu, sum primert skal nýtast í kirkjugarðinum.
Tekniska nevnd samdist um, at møguligt keyp av eini slíkari maskinu, sum umframt at vera brúkt í kirkjugarðinum, eisini kann brúkast til ymisk arbeiðir í kommununi, verður kannað meira og at fáa til vega fleiri tilboð uppá ”maskinuna og útgerðina”, og síðani leggja hetta fyri Fíggjarnevndina og bygdaráðið til støðutakan.

Um gjørligt verður hetta fingið til vega innan fundirnar í fíggjarnevndini og bygdaráðnum.
Fíggjarnevndin mælir til, at Tekniska nevnd saman við Teknisku deild setir seg saman at finna út av, hvør nýtslan verður av slíkari maskinu í ár, hvar pengarnir skulu takast frá og hvussu henda skal fíggjast.
Tilmælið frá Teknisku nevnd er nú, at taka av tilboðið frá KJ-Hydraulik um keyp av eini lítið brúktari maskinu og mæla til, at keypa maskinuna frá KJ-Hydraulik fyri kr. 198.000,00 móti einum útgjaldi uppá 45.000,00 kr. og einum avdrátti sum verður 2.800 kr. um mánaðin, íalt fyri árið 2009 uppá 16.800, 00 kr. - íalt kr. 61.800,00.

Mælt verður til at peningurin verður tikin av hesum konti:

kto. nr. 310150 kr. 30.000,00  - og nr.310810 kr.  31.800,00

Avgerð: Tilmælið frá Teknisku nevnd og fyrisitingini annars, var einmælt samtykt (maskinan skal ikki brúkast í kapping við verandi fyritøkur í kommununi, men verður primert keypt til at brúka í kirkjugarðinum, og at verandi skipan við at fáa 3.000,00 kr. pr. grøv, verður tikin upp til nýggja viðgerð).


Mál nr. 103/2009 - Jarðarmál  

(J. nr. 2009-0048-0053)

Jens Chr. Olsen søkir um frábýti av matr. nr. 467 uppá 163 m² og at hetta verður lagt afturat matr. nr. 336a.

Nes kommuna skal geva sítt ummæli til hesa marknaumskipan.
Tekniska nevnd viðgjørdi broytingina, og hvat henda marknaumskipan førir við sær, og mælir til, at bygdaráðið gevur sítt viðmæli til ætlaðu marknaumskipan millum matr. nr. 467 (Kirstin Olsen) og 336a (Jens Chr. Olsen) kann verða gjørd.

Avgerð: Tilmælið frá Teknisku nevnd var einmælt samtykt.


Mál nr. 104/2009 - Byggimál 

(J. nr. 2009-0042-0238)

Hin 6. juni søkir Alfred Olsen um byggiloyvi til garð niðanfyri hús síni inni í Rók. Garðurin verður úr føroyskum gróti millum 80 cm og 1 m høgur og umleið 12 m langur, har hornini verða avskorin við innkoyringina.
Garðurin verður frá garðinum hjá grannanum norðanfyri, og harfrá í beinari linju til verandi garð hjá umsøkjarunum sunnanfyri.
Kommunan hevur fyri meira enn tveimum árum síðan givið byggiloyvi til garðin, og tí verður søkt av nýggjum.
Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvið til garðin, og at Tekniska deild fer á staðið til at avseta byggilinjuna.

Avgerð: Tilmælið frá Teknisku nevnd var einmælt samtykt.


Mál nr. 106/2009 - Fyrisitingarmál

(J. nr. 2009-0049-0007)

Tekniska nevnd søkir bygdaráðið um at fáa heimild til at avgreiða møgulig átroðkandi mál í summarsteðginum.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at geva Teknisku nevnd hesa heimild frá 1. juli 2009 til 1. sept. 2009.


Mál nr. 108/2009 - Mentamál

(J. nr. 2009-0011-0013)

Hin 25.05.2009 kom uppskot til fíggjarætlan 2010 hjá Bókasavninum.

Tølini liggja í sakini.
Mentanarnevndin mælir til at góðkenna løgdu fíggjarætlanina hjá Bókasavninum fyri 2010.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.

Avgerð: Tilmælini frá Mentanarnevndini og Fíggjarnevndini vóru einmælt samtykt.


Mál nr. 109/2009 - Trivnaðarmál

(J. nr. 2009-0031-0066)
Í samband við at barnagarðurin ikki hevur pláss fyri øllum børnunum sum hava barnagarðsaldur eftir summarsteðgin, hevur Trivnaðarnevndin viðgjørt støðuna, og er niðurstøðan at møguleiki er fyri at leiga kjallarahæddina í spælistovuni at ansa hesum børnum.
Trivnaðarnevndin mælir til:

At gjørdur verður ein 3 ára sáttmáli, sum umfatar leigu av øllum húsinum.

At leigusáttmálin kemur í gildið 1. juli ella so skjótt sum gjørligt.

At kannað verður hvørjar broytingar eru neyðugar, til at uppfylla tey krøv, brunaumsjónin setur og hvør kostnaðurin er fyri møguligar broytingar.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Tilmælini frá Trivnaðarnevndini og Fíggjarnevndini vóru einmælt samtykt.


Mál nr. 110/2009 - Trivnaðarmál

(J. nr. 2009-0031-0068)

Í skrivi dagf. 25. mai 2009, sendur Føroya Kommunufelag eitt spurnarskema  viðv. børn og ung, til viðmerkingar hjá kommununum.

Hetta er viðv. verandi tilboðum og skipanum til børn og ung undir 18 ár, eftir forsorgarlógini og barnaverndarlógini, og til gráøkis- og marknamótstrupulleikar til verandi skipan.
Eru kommunur í einum samstarvi um barnaverndartænastu, kunnu hesar lata barnaverndartænastuna svara fyrispurnignunum.
Viðmerkingarnar eru til hesar spurnignar:

Hvørji tilboð og skipanir virka?

Hvat kundi verið broytt, so tað virkar betur?

Hvørji tilboð mangla?

Hvar gráøkis- og marknamótstrupulleikar eru?

Hvørjir trupulleikar standast av verandi “uppbýting”?.

Hvussu er samskiftið millum teir ymisku myndugleikarnar/ skipanirnar?

Møguligar aðrar viðmerkingar.
Samb. avtalu við Jákup Foldbo, leiðara fyri barnaverndartænastuni, hevur borgarstjórin sent hetta til hansara hin 27.05.2009.
Trivnaðarnevndin tekur undir við, at leiðarin fyri Barnaverndartænastuni svarar settu spurningunum.
Harumframt ynskir nevndin at fáa at vita, hvat svarið er uppá spurningarnar og hvørjir trupulleikar møguliga eru í kommununi á Barnaverndarøkinum.

Avgerð: Tilmælið frá Trivnaðarnevndini var einmælt samtykt.


Mál nr. 111/2009 - Roknskaparamál

(J. nr. 2009-0011-0014)

Í skrivi dagfest 10.06.2009 leggur nevndin fyri Kongshavnar Havn roknskapirnar 2004-2005-2006-2007 og 2008 fyri bygdaráðini til góðkenningar.

Á fundi hin 08.06.2009 samtykti nevndin roknskapirnar sum hava hesi høvuðstøl:

Ár:            2004 2005 2006 2007 2008

                Kr. tús.      Kr.tús.       Kr.tús.       Kr.tús.       Kr.tús

Havnagjøld         683   554   432   613   647

Uppkrevjingargjøld      170   138   108   153   162

Netto inntøka      513   416   324   460   485  

Fyrisiting            120     95     92   128   102  

Úrslit áðrenn rentur     393   321   232   332   383  

Rentuinntøkur       16     17     19     28     37

Ársúrslit             409   338   251   360   420

 

Eginpeningur (mió.)     2,354 1,842 2,163 2,488 2,135

 

Fíggjarnevndin ynskir at fáa at vita, hvussu skipanin er og hvør fær  uppkrevjingargjødini, nú allar kommunurnar hava kajfúta.

 

Inniogn hjá komm.     

Gøtu kommuna   733   898   916   944   1,129

Runavíkar komm.        0      0      0      0      0

Skála kommuna  7      7      6      6      5

Nes kommuna    1      1      1      1      12

Sjóvar kommuna 173   173   173   173   174

 

Tøkur peningur (felags)        924   311   693   841   260

 

Kommunan skal viðgera og góðkenna evt. við viðmerkingum, innsendu roknskapirnar.
Fíggjarnevndin átalar, at roknskapirnir og fíggjarætlanir ikki eru gjørdir til tíðina øll hesi árini, vísandi til skriv frá Nes kommunu frá 2007, annars mælir fíggjarnevndin til at taka roknskapirnar til eftirtektar.

Avgerð: Tilmælið frá Fíggjarnevndini var einmælt samtykt.


Mál nr. 112/2009 - Fíggjarmál

(J. nr. 2009-0011-0015)

Kongshavnar havnastýrið, fíggjarætlanin fyri 2009:

Havnagjøld         660

Uppkrevjingarkost.      165

Inntøkur netto    495

Fyrisiting            210

Úrslit áðrenn rentur     285

Rentuinntøkur       35

Ársúrslit             320

 

Bygdaráðið skal viðgera og samtykkja løgdu fíggjarætlanina fyri 2009.
Fíggjarnevndin mælir til at góðkenna løgdu fíggjarætlanina fyri 2009.

Avgerð: Tilmælið frá Fíggjarnevndini var einmælt samtykt.


Mál nr. 113/2009 - Mentamál

(J. nr. 2009-0023-0050)
Hin 26.03.2009 kom skriv frá borgara, við ynski um at svimjuhøllin er opin t.d. týsdag og hósdag frá kl. 6.30-7.30.

Eisini er spurningur, um tað kann verða ein møguleiki at keypa 10 ferðir kort frá kommununi til Svimjuhøllina.
Eftir at hava kannað ymisk viðurskiftir hesum viðvíkjandi mælir Mentanarnevndin frá, at hava svimjuhylin opnan frá kl. 6,30 til 7,30 á morgni. Harafturat verður mælt frá at kommunan innførir eina skipan við 10 túra korti, tí prísurin neyvan kann vera lægri enn hann er í dag.

Avgerð: Tilmælið frá Mentanarnevndini var einmælt samtykt.


Mál nr. 114/2009 – Fíggjarmál
Viðv. arbeiðið til ung í kommununi summari 2009, hevur kommunan  móttikið íalt 26 umsøknir frá ungum frá 15 ár og eldri.
Tíverri má bygdaráðið ásanna, at grundað á sparingar sum kommunan skal gera, er ikki pláss fyri hesum frálíka átakið í ár.
Vónandi verða umstøðurnar, fyri arbeiðið, betri komandi ár.

Avgerð: Einmælt samtykt av bygdaráðnum.


Mál nr. 115/2009 - Fíggjarmál

Onnur viðgerð.
Fyrr viðgjørt á bygdaráðsfundi hin 28.05.2009, sum mál nr. 98/2009    Fíggjarmál.
Fíggjarnevndin hevur endurskoða fíggjarætlanini fyri 2009. Roknskapurin fyri 2008 er liðugur og eftirkannar nevndin verandi avseting, við nýtsluna í 2008. Eftir fyrstu gjøgnumgongd metir nevndin, at ov lítið er sett av á ymiskum økjum fyri í alt tkr. 2.842, eisini metur nevndin at inntøkan kemur at minkað við tkr. 900. Eftir hesar niðurstøður, metur fíggjarnevndin tað neyðugt við sparingum fyri í alt tkr. 4.529, fíggjarætlanin verður enn einaferð endurskoða og peningurin verður funnin til vega.
Fíggjarnevndin staðfestir eina meirútreiðslur á tkr. 2.842 eina minni inntøku á tkr. 900 og mælir til eina sparing á tkr. 4.529.

Avgerð: Tilmælið frá Fíggjarnevndini var einmælt samtykt.