Bygdaráðsfundurin 27.04.2009

Mál nr. 65/2009 – Fyrisitingarmál

(Vísandi til mál nr. 50/2009 )

(Onnur viðgerð)

Sambart gjøgnumgongd av budgetsaldolistanum pr. 30.12.2008 er staðfest, at neyðugt er við nøkrum rættingum á ávísum konti í mun til løgdu fíggjarætlanina.

Bygdaráðið samtykti einmælt við fyrstu viðgerð, at nevndu broytingar vera beindar í fíggjarnevndina og viðgjørdar í fíggjarnevndini á komandi nevndarfundi, og síðani løgd fyri bygdaráðið.

Nývalda fíggjarnevndin hevur gjøgnumgingið bókhaldið fyri 2008 og samanborið hetta við fíggjarætlanina fyri 2008.

Í mun til fíggjarætlanina fyri 2008, er staðfest ein minni inntøka í 2008 uppá 4.015.550,00 kr. Umframt ein nettovøkstur í rakstrarkostnaðinum uppá kr. 3.747.708,00.

Á íløgusíðuni er staðfest ein meiríløga uppá í alt kr. 6.660.915,00.

Sundurgreiningin er í viðløgdum skjali.

Fíggjarnevndin mælir til, at meirnýtslan verður fíggjað soleiðis:

At peningur verður fluttur av kontum sum ikki eru brúktar fult út, eisini í øðrum bólkum.

Meðan restin verður tikið av tøkum peningi.

Avgerð: Tilmælið frá Fíggjarnevndini var einmælt samtykt.

Avgerð. Bygdaráðið samtykti, við aðru viðgerð tilmælið frá Fíggjarnevndini.


Mál nr. 66/2009 – Fíggjarmál

(J. nr.2009-0031-0063)

Rokning fyri NSR 2008 er komin og hjálagt er yvirlit fyri 2008, sum vísir, at nýtslan samanlagt hevur verið 503.001,73 kr. svarandi til 106,13% av fíggjarætlanini upp á 473.962,06 kr.

Fíggjarnevndin mælir til, at kommunan biður um at fáa roknskapin fyri 2008, áðrenn hon kemur við nøkrum tilmæli.

Staðfest er, at rokniskapurin fyri 2008 ikki er liðugur, og verður málið tikið uppaftur, tá roknskapurin fyriliggur.

(Mál nr. 52/2009 Tilmælið frá Fíggjarnevndini var einmælt samtykt).

Hin 06.04.2009 kom kontoskema frá NSR tænastuni sum vísir eina meirnýtslu áljóðandi kr. 29.039,67.

Fíggjarnevndin mælir til at gjalda kommununar part samb. avtaluna millum kommunurnar ið er 13 % = kr. 65.845,39.

Fíggjarnevndin mælir eisini til, at ein kunningarfundur verður millum avvarandi kommunur um NSR-tænastuna.

Avgerð: Tilmælið frá Fíggjarnevndini var einmælt samtykt.


Mál nr. 67/2009 – Havnamál

(J. nr. 2008-0048-0038)

Felagið Dvørgamoy hevur ætlanir um at fara í holt við at laða og gera neystið til bátin hjá teimum, og ynskir tí at fáa avsett byggilinjuna á neystinum hjá teimum við Rætt, sum er 6x12 metur.

Tekniska nevnd mælir til, at Tekniska deild og Teknistovuna fara á staðið til at avseta byggilinjuna av neystinum, og at felagið kemur við eini formligari umsókn um byggiloyvið, áðrenn bygdaráðið tekur støðu til, um byggiloyvi skal gevast til neystið ella ikki.

Tilmælið frá Teknisku nevnd var einmælt samtykt.

Skriv er komið frá felagnum Dvørgamoy, har søkt verður um byggiloyvi til neyst sambært viðløgdu tekning.

Tekniska nevnd ynskir, at Tekniska deild fyrst kannar, hvussu plaseringin av neystinum kann vera og vísur á tekning, hvussu plaseringin er í forhold til økið annars inni á Rætt, áðrenn støða verður tikin til, um byggiloyvi verður játtað ella ikki, áðrenn bygdaráðsfundin.

Tekniska deild hevur lagt neystið inn á kort, men hetta er ikki í tráð við kortið, sum vísur samtykta økið inni á Rætt og tí er neyðugt at gera neyðugar broytingar av plaseringini av neystinum, og at Tekniska nevnd fær heimild til at plasera neystið sambært góðkendu tekning nr. 154-Ì01, dagf. 05.02.2008.

Tilmælið frá Teknisku nevnd var einmælt samtykt.

Tekniska nevnd mælir til, at fáa Teknistovuna í Gøtu til at tekna nýggju niðankoyringina, har sum neystið er innteknað og húsini hjá Palla inni á Rætt, eru vekk.

Tekniska nevnd mælir til, at geva byggiloyvið til neystið, samb. Tekning frá Teknistovuni D.01, dagf. 27.04.2009, og skullu sethúsini vera tikin úr økinum, áðrenn loyvið verður útskrivað.

Avgerð: Tilmælið frá Teknisku nevnd var einmælt samtykt.


Mál nr. 68/2009 – Byggimál

(J. nr. 2008-0047-008)

Tekniska nevnd viðgjørdi spurningin, hvussu langt frá markið vindmyllur skulu vera.

Tekniska nevnd mælir til, at broyta treytirnar soleiðis:

Punkt 4 stk. C. til nærmasta grannamark, skal hæddin á vindmylluni ikki vera meira enn fráleikin til grannamark, t.v.s. er avstandurin til grannamark 5 ella 6 metur, skal hæddin á vindmylluni ikki vera meir enn ávíkavist 5-6 metrar.

4 stk. B hæddin upp til lægsta punkt á veingjunum skal í minsta lagið vera 3 metrar.

Og játta byggiloyvi til uppsetan av vindmyllum eftir teimum treytum, sum Føroya Kommunufelag hevur ásett, við nevndu broytingum.

Tilmælið frá Teknisku nevnd varð einmælt samtykt.

Tekniska deild hevur gjørt eina reglugerð fyri Nes kommunu, og var henda gjøgnumgingin og viðgjørd, soleiðis at tær broytingar sum bygdaráðið samtykti á seinasta fundi, vera settar inn í hesa byggireglugerð, sum framyvir verður galdandi fyri byggiloyvir til vindmyllur í Nes kommunu.

Málið er avgreitt og øll byggimál viðv. vindmyllum (tekn.mál. nr. 25, 26, 27, 28, 29 og 30) verða avgreidd av teknisku deild eftir samtyktu byggireglugerð fyri byggiloyvir til vindmyllum.

Avgerð: Tekniska nevnd mælir til, at staðfesta hesa reglugerð.


Mál nr. 70/2009 – Mentamál

(J. nr. 2009-0023-0050)

Hin 26.03.2009 kom skriv frá borgara, við ynski um at svimjuhøllin er opin t.d. týsdag og hósdag frá kl. 6.30-7.30.

Eisini er fyrispurningur, um tað kann verða ein møguleiki at keypa 10 ferðir kort frá Nes Kommunu til Svimjuhøllina.

Mentanarnevndin mælir til, at málið verður sent til ummælis hjá umsjónarfólkunum.

Avgerð: Tilmælið samtykt.


Mál nr. 72/2009 – Umhvørvismál

(J. nr. 2009-0025-0051)

Agenda 21-stovan hevur sent skriv dagf. 24.03.2009, um fund á Tvøroyri.
Mentanarnevndin mælir til, at umboð fyri kommununa møtir til fundin.

Mentanarnevndin mælir eisini til, at Jan Petersen, arbeiðsform. verður valdur til at vera Agenda 21 ábyrgdarfólk fyri Nes kommunu.

Avgerð: Tilmælið frá Mentanarnevndini var einmælt samtykt.


Mál nr. 73/2009 – Skúlamál/fíggjarmál

Í skrivi dagf. 14.04.2009 heitir Tofta Skúli á kommununa um at keypt verða 4 eintøk av ljóðútbúnaði til undirvísing, sum hevur verið lænt frá Steingrund Akustik, og sum er royndarkoyrt nú í skjótt tvey skúlaár.

Kostnaðurin er uml. 12.000,00 kr. x 4 = 48.000,- kr.

Nes Kommuna hevur keypt og goldið tað eina anleggið, sum hevur verið royndarkoyrt.

Fíggjarnevndin mælir til at málið verður beint í Mentanarnevndini.

Avgerð: Tilmælið frá Fíggjarnevndini samtykt.


Mál nr. 74/2009 – Fíggjarmál

Nes Kommuna skal viðgerða, og koma við tilmælið um hvussu nógva løn formaðurin í skattakærunevndini fyri Eysturoyar Øki skal hava. Talan er um alt seinasta skeiðið, og núverandi.

Yvirlit er viðlagt.

Fíggjarnevndin mælir til, at samsýningin til formannin verður sum higartil, t.v.s. 15.000,00 kr. um árið.

Avgerð: Tilmælið frá Fíggjarnevndini samtykt.


Mál nr. 76/2009 – Ansingarmál

(J. nr. 2009-)

Borgari í kommununi hevur ynski um at fáa barnið inn í dagrøkt kl. 7.00 um morgunin, grundað á arbeiðsumstøðurnar hjá foreldrunum, og at tey kunnu møta til arbeiðstíð kl. 08.00

Dagrøktin hevur fingið bæði umsóknina og skrivið.

Dagrøktarlógin sigur, at barnið kann koma í dagrøkt frá kl 7.30 til 17.15. Leiðarin sigur at tað ber altíð til at tosa um hetta fyri at finna eina felags loysn.

Trivnaðarnevndin mælir til, at leiðarin fyri dagrøktina tekur sær av málinum, og um møguligt finnur fram til eina nøktandi loysn, bæði fyri barnið og dagrøktaran.

Avgerð: Tilmælið frá Trivnaðarnevndini var einmælt samtyk