Almenni bygdaráðsfundurin 03.12.2007


Mál nr. 120/2007 Fíggjarmál. (2. viðgerð)

Í 2007 hevur bygdaráðið samtykt at gera arbeiðir, sum ikki vóru, ella partvís ikki vóru á fíggjarætlanini fyri 2007.


Hesi arbeiðini eru:

Havnaøki inni á Rætt

2.400.000,-

Øki omanfyri kommunuskrivstovuna

300.000,-

Kommunuskrivstovan

900.000,-

Gøtan niðan á Svangaskarð

250.000,-

Sparkivøllur á Kvíggjarheyggi

370.000,-

Moldgoymsla í Rituvík

400.000,-

Blákrossheimið plus veg

543.000,-

Lýarsvegur

500.000,-

Útstykkingin undir Nesinum

518.000,-

Í alt

6.181.000,-

Meirainntøkum 2007

3.000.000,-

Tøkum peningi

3.181.000,-

Í alt 6.181.000,-

Tilmælið frá Fíggjarnevndini var einmælt samtykt á bygdaráðsfundinum 05.11.2007.

Broytingar á Fíggjarætlanini skulu hava tvinnar viðgerðir.

Fíggjarnevndin leggur hetta til 2. viðgerð í bygdaráðnum.

Avgerð: Tilmælið frá Fíggjarnevndini var einmælt samtykt.


Mál nr. 121/2007 Heilsumál.

Á fundi hin 19.11.2007 viðgjørdi borgmeistarnir í Nes- og Runavíkar kommunu, telduútgerð til Heilsumiðstøðina, kostnaðarmeting er 88.800 kr.

Semja var um at Heilsumiðstøðin tekur av hesum tilboðið.


Landssjúkrahúsið og kommunurnar hava arbeitt við eini skipan um eina avtalu um talgilda journalskipan sum verður online.

Avtalan kemur at kosta 70.000,00 kr. fyri hvønn læknan á Heilsumiðstøðini.

Avtalan var undirskrivað av báðum kommununum og er sent til Almanna- og Heilsumálaráðið.


Fíggjarnevndin mælir bygdaráðnum at taka undir við at telduútbúnaðurin verður keyptur og at avtalan við Almanna- og Heilsumálaráðið um eina talgilduga journalskipan er undirskrivað. Pengar eru tøkir til hesar báðar postarnar á kontoini hjá Heilsumiðstøðini.

Avgerð: Tilmælið frá Fíggjarnevndini var einmælt samtykt.

Avtalan er undirskrivað av báðum kommununum og er sent til Almanna- og Heilsumálaráðið.

Mál nr. 122/2007 Brunamál.

Í skrivi dagfest 12.11.2007 boðar Skálafjarðar kommunala Sløkkilið frá, at teir hava lagt fíggjarætlanina fyri 2008 sum viðførir, at gjaldið ferð úr 280,00 kr. pr. íbúgvara upp í 295,00 kr. pr. íbúgva.

Neyðugt verður at endurnýggja útgerðina og um ikki so langa tíð er neyðugt at skifta stóra bilin í Runavík/Nes út.

Fíggjarætlanin javnvigar við 1.924.425,00 kr.


Fíggjarnevndin mælir til, at gjaldið verður 295,00 kr. pr. íbúgva fyri 2008, so fíggjarætlanin fer úr 352.000,- kr. upp til 366.000,00 kr.

Avgerð: Tilmælið frá Fíggjarnevndini var einmælt samtykt.

Mál nr. 123/2007 Roknskaparmál.

Roknskapurin hjá kommununi er sendur Innlendismálaráðnum og er góðkendur við nøkrum viðmerkingum. Roknskapurin vísur ein størri rakstur, men eina minni íløgu í mun til fíggjarætlanina fyri 2006.

Bygdaráðið skal gerast kunnugt við viðmerkingarnar, sum eru gjørdar til roknskapin.


Fíggjarnevndin mælir til at taka hetta til eftirtektar.

Avgerð: Tilmælið frá Fíggjarnevndini var einmælt samtykt.

Mál nr. 124/2007 Jarðarmál

Í skrivið dagfest 14.11.2007 sendir Búnaðarstovan eina umsókn frá arvingunum hjá Svenhildu Olsen, har søkt verður um, at fáa øki omanfyri húsini, sum er planta við trøðum og blomstrum, til keyps sum eitt uppískoytisstykki til verandi grundøki.


Tekniska nevnd mælir til, at játtað uppískoytisstykki.

Avgerð: Tilmælið frá Teknisku nevnd var einmælt samtykt.

Mál nr. 125/2007 Vegamál.

Arbeiðið við leingjan av Lýðarsvegi er nú farið í gongd, og talan er um veg og 25 grundstykkir.

Kommunan hevur samtykt, at kommunan ber kostnaðin av vegnum tvørtur um Nýggjagerðsá og gili norðanfyri ánna. Og somuleiðis hevur kommunan samtykt, at prísurin fyri grundstykkini skal vera 297.500,00 kr. pr. Stk.

Tekn. Nevnd skal taka støðu til um øll grundstykkini skulu hava sama prís óansæð stødd, tí munurin er stórur millum tað minsta ið er 593 m² til tað stórsta sum er 759 m².


Tekniska nevnd mælir til at kostnaðurin verður eins, tí byggiflatan er eins.

Somuleiðis skal ein tíðarfreist setast á nær grundstykkini skulu gjaldast.

Annars eftir vanligum treytum.

Møguliga eru aðrir spurningar viðv. hesi útstykkingini.

Brøvini til umsøkjarar skulu út nú, og tí má verða heilt greitt hvussu teksturin skal verða í brævinum, og nær fólk skulu kallast inn til fund.


Avgerð: Tilmælið frá Teknisku nevnd var einmælt samtykt.

Mál nr. 126/2007 Byggimál.

Í umsókn dagf. 19.11.2007 søkir Eyðbjørn Hansen, Høganesvegur 71,

Toftir, um økið til bygging av bilverkstað. Bygningurin verður 14 x 8,5 metur. Ynski er um økið sum er millum 300-500 m2 til støddar.


Tekniska nevnd mælir til at tosa við Eyðbjørn um møguleikan við økinum omanfyri bátahylin.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at koyra málið aftur í Teknisku nevnd.

Mál nr. 127/2007 Byggimál.

Bygdaráðið hevur viðgjørt spurningin um hvussu garðarnir fram við Gaddavegnum skulu vera og hvørja hædd hesir skulu hava.


Tekniska deild kemur við nýggjari orðing um garðarnar.

Avgerð: Bygdaráðið tók hetta sum kunning.

Mál nr. 128/2007 Fyrisitingarmál.

Uppskot er gjørt um dagfestingina av Bygdaráðsfundum í 2008, og eru teir hesar mánadagar:
4. februar

3. mars

7. apríl

5. mai

2. juni

30. juni

1. september

6. oktober

3. november

1. desember


Nevndarfundirnir vera í hesum vikum :

 
Viku 4, 8,13,17,21,25,34,39,43,47

Avgerð: Uppskotið samtykt.

Mál nr. 129/2007 Fíggjarmál.


Fíggjarætlanin (høðustølini)


Skattaprosenti 20,5 % (sama sum seinasta ár)
Barnafrádrátturin 5.000,00 kr. (hækkar við 500 kr.)
Raksturin javnvigar við 25.373.300,00 kr.
Íløgurnar javnviga við 19.600.000,00 kr.
Fíggjarætlanin javnvigar 44.973.300,00 kr.
Skattainntøkur 31.867.758,00 kr.
Aðrar inntøkur 5.870.000,00 kr.
Nýtsla av tøkum penigni 7.230.000,00 kr.
Munur 5.542,00 kr.
Inntøkurnar javnvigar 44.973.300,00 kr.

Bygdaráðið samtykti einmælt løgdu fíggjarætlanina fyri 2008.