Bygdaráðsfundur 05.05.2008

 

 

Mál nr.   44/2008 - Fíggjarmál.

(J. nr. 08-11-04)

Hin 14.04.2008 hevur Fornminnisfelagið og bygdasavnið í Nes kommunu, sent sínar roknskapir til Nes kommunu. 

Somuleiðis hevur Bygdasavnið sent sína rakstrarætlan fyri 2008, sum vísur rakstrarútreiðslur, sum eru studningsgevandi uppá 326.000,00 kr.og eina rakstrarinntøku uppá 486.000,00 kr.

Tær 160.000,00 kr. sum er munurin millum inntøkur og rakstararútreiðslur, ætlar felagið at brúka til tær størri umvælingarnar og byggitiltøk, sum standa fyri framman t.d. í Gamla gerði og prestagarðinum.

Fíggjarnevndin mælir til at góðkenna roknskapin fyri 2007, hjá Fornminnisfelagnum og Bygdasavninum, soleiðis sum teir eru uppsettir.

 

Avgerð: Tilmælið frá Fíggjarnevndini var einmælt samtykt.

 

 

Mál nr.  45/2008 - Byggimál.

(08-15-01)

Hin 10.04.208 kom kostnaðarætlan yvir umvælingar á Frítíðarskúlan.

Umvælingin umfatar múrararbeiðið, gólvarbeiðið, betongarbeiðið, timburarbeiðið íroknað vindeygu v.m. og asfaltering av fortov og parkeringsøki.

Kostnaðurin verður mettur til 161.000,00 kr. við mvg.

Tekniska nevnd mælir til at bíða við hesum arbeiðið til næsta ár.

Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

Avgerð: Tilmælini frá Teknisku nevnd og Fíggjarnevndini vóru einmælt samtykt.

 

 

Mál nr. 46/2008 - Byggimál.

(J. nr. 08-42-203)

Hin 07.04.2008 søkir SEV um graviloyvi til há- og lágspenningslinju í samband við nýggja transformarastøð inni á Rætt.

Talan er um at leggja há- og lágspenningskaðalar frá skápinum, ið er líka norðanfyri vegkrossin Heygsvegur/Høganesvegur, samb. viðløgdu tekning nr. T-80.01 dagf. 03.04.2008.

Tekniska nevnd mælir til, at SEV fær loyvi til at grava há- og lágspenningsleiðingin, við teirri treyt, at leiðingin kann leggjast sunnan fyri húsini og síðani norður gjøgnum vegin, um hetta er tann betra loysnin. 

 

Avgerð: Tilmælið frá Teknisku nevnd var einmælt samtykt.

 

 

Mál nr. 47/2008 - Byggimál.

(J. nr. 08-42-203)

Hin 07.04.2008 søkir SEV um byggiloyvi til nýggja transformarastøð, í samband við havnaøki, inni á Rætt.

Transformarahúsið verður 2,48 metur breitt, 3,88 metur langt og 2,65 metur høgt úr betongelementum við sløttum taki og hurðin verður úr jarni.

Lendið til støðina er uml. 50 m², sum kommunan skal fáa til vega, og er ætlanin at seta Transformarahúsið niðanfyri húsini inni á Rætt.  

Tekniska nevnd mælir til, at geva SEV eitt prinsipielt byggiloyvi, men at endaligt byggiloyvi til transformarastøðina verður givið, tá serstaka  ”byggisamtyktin” fyri økið inni á Rætt, er endaliga góðkend og blivin ein partur av býarsamtyktini hjá kommununi.

 

Avgerð: Tilmælið frá Teknisku nevnd var einmælt samtykt.   

 

 

Mál nr. 48/2008 - Byggimál.

(J. nr. 08-42-204).

Hin 14.04.2008 søkir Tórunn F. Gaardbo um byggiloyvi til at gera reising á tilbygningin sambart viðløgdu skitsu.

Reisingin verður 1,80 metur høg.

Tekniska nevnd mælir til at játta byggiloyvið til umsøktu reising, men áðrenn byggiloyvið verður útskrivað, skal Tekniska deild fara á staðið.

 

Avgerð: Tilmælið hjá Teknisku nevnd samtykt.

 

 

Mál nr.  49/2008 - Jarðarmál.

(J. nr. 2008-0048-0030).

Búnaðarstovan hevur hin 15.04.2008 sent umsókn frá Havgrími Nielsen til ummælis hjá kommununi.

Í umsóknini søkir Havgrímur Nielsen um at fáa loyvi til at keypa grundstykki undir húsunum (sum hann fekk byggiloyvi til 15.03.1966),

hjallinum og seyðhúsinum, alt í einum.

Skitsa er viðløgd, sum vísur tað umbidna økið.

Tekniska nevnd mælir frá at Havgrímur Nielsen fær loyvi til at keypa grundstykki undir húsunum v.m. – vísandi til, at hetta hevur eisini verið noktað áður.

 

Avgerð: Tilmælið frá Teknisku nevnd var einmælt samtykt.

 

 

Mál nr.  50/2008 - Byggimál.

(J. nr. 08-45-03)

Í umsókn dagfest 21.04.2008 søkir Sp/f SKOT, v/Hans Jørgin Djurhuus, Saltangará, um loyvi til at keypa tað norðaru høllina frá SEA-STAR, Nes kommunan hevur givið SEA-STAR byggiloyvi til hesa høllina, og tí skal kommunan siga gott fyri hesum.

Høllin skal brúkast til at pakka ”fýrverk” og tí kann í sjálvari høllini koma at vera upp í 2 tons av fýrverkið, meðan ætlanin er at gera eitt innihegnað øki, í breidd við høllina og 8 metrar norðurfrá, har bingjur av fýrverkið koma at standa og tær kunnu koma at innihalda upp til 20 tons av fýrverkið.

Skot søkir tí um at fáa yvirtikið leigumálið uppá tað norðaru høllina hjá SEA-STAR, og fáa loyvi til at brúka hana til pakking av fýrverkið, sum nevnt frammamfyri.

Tekniska nevnd mælir frá, at játtað SKOT loyvi til at fáa yvirtikið leigumálið uppá tað norðaru høllina hjá SEA-STAR, tí nevndin heldur at ein slík pakkihøll als ikki hoyrir heima á havnalagnum.

Slíkt virksemi hoyrir heima uttan fyri bygt øki, burtur frá húsum og har fólk arbeiða ella samlast.

 

Avgerð: Tilmælið frá Teknisku nevnd var einmælt samtykt.

  

 

Mál nr. 51/2008 - Havnamál.

P/F Ambolt søkir um loyvi til at byggja eina høll sum er 30 x 20 metrar, á Ídnaðarøkinum í Oyrunum, norðanfyri pierin í bátahylinum og inn móti Rætt.

Tekningin av bygninginum er ikki komin, men søkja teir um byggiloyvi til høllina.

Tekniska nevnd mælir til, at Teknistovan í Gøtu, ger eina neyvari uppmáting av øllum ídnaðarøkinum í Oyrunum, og er pláss fyri eini høll uppá 20x30 metrar mælir Tekniska nevnd til, at játta byggiloyvi til hesa høllina, eftir vanligum treytum.

Er ikki pláss fyri so stórari høll á økinum, (tekningin kemur frá Teknistovuni mánadagin)  mælir Tekniska nevnd til, at kommunan kontaktar Ambolt, fyri at kanna, um teir kunnu noyðast við at byggja eina minni høll.

Viðv.  undirlendinum, kemur kommunan at gera leigusáttmála fyri  grundstykkið, og ger ikki meira við økið fyrr enn Ambolt er klárt at fara undir byggjing.

 

Avgerð: Tilmælið frá Teknisku nevnd var einmælt samtykt.

 

 

Mál nr. 52/2008 - Havnamál.

Tekniska nevnd mælir til, at Teknistovan og Tekniska deild gera eina serstaka byggisamtykt fyri ”marinuna” inni á Rætt, sum skal innihalda mest møguligt av tí sum hoyrir til slíkan frítíðaraktivitet, t.d. wc bygning við brúsu, pláss fyri spæliøki, trygt at fara um vegin, fjørðan verður so víð og góð sum gjørligt og møguleiki skal vera fyri at byggja neyst v.m. út eftir pierinum norðanfyri.  

Tekning  nr. 154-Í.01 dagfest 05.02.2008, er eitt uppskot um hvussu hetta møguliga kann gerast.

Tekniska nevnd mælir sostatt til, at Teknistovan og Tekniska deild arbeiða við at gera eina serstaka byggisamtykt fyri økið inni á Rætt, við støði í nevndu tekning.

 

Avgerð: Tilmælið frá Teknisku nevnd , sum er komin til kommununa 05.05.2008 við sama teknings nummari og dato,  og sum vísur eina linjuføring sum markerar havnaøkið og frítíðarøkið,  var einmælt samtykt. 

 

 
Mál nr.  53/2008 - Mentanarmál/fíggjarmál.

(J.nr. 08-19-11)

Hin 01.04.2008 søkir Árnafjarðar Róðrarfelag um kr. 5.000,00 í stuðul til róðrarárið 2008.Mentanarnevndin mælir frá at játta Árnafjarðar Róðrafelag stuðul.

Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Mentanarnevndini.

 

Avgerð: Tilmælini frá Mentanarnevndini og Fíggjarnevndini vóru einmælt samtykt.

 

 
Mál nr.  54/2008 - Mentanarmál/fíggjarmál.

(J.nr. 08.19-10)

Hin  09.04.2008 søkir Tóri R. Jacobsen, Nes,  um stuðul til Finnlandsferð.

Tóri ætlar sær eina námsferð í døgunum 1. til 15. Mai á East Helsinki Music Institute, ið er slógbrótandi innan undirvísing av børnum heilt niður til 2 ára aldur.

Hann metir ferðina at kostað 10.600,00 kr.

Mentanarnevndin mælir til at játta Tóra R. Jacobsen 1.000,00 kr.

Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum hjá Mentanarnevndini.

 

Avgerð: Tilmælini samtykt. 

 

 

Mál nr. 55/2008 - Mentanarmál/fíggjarmál.

J. nr. 08-19-09)

Hin 04.04.2008 søkir Verkhúsið Stíggjur um stuðul til summarlegu í Danmark.

Ætlanin er at fara í summarhús og vitja vard verkstøð, líknandi sum  Stíggjur, og onnur áhugaverd støð, fyri at styrkja felagskapin í húsinum.

Kostnaðurin er uml. 130.000,00 kr. og ongir pengar eru á teirra fíggjarætlan, so tað vera brúkararnir sjálvir sum koma at gjalda.

Men letur kommunan stuðul, vilja tey gjarna gera okkurt arbeiði í kommununi afturfyri.

Mentanarnevndin mælir til at játta Stíggjur kr.  3.000,00 móti at tey arbeiða

við at rudda v.m. øki úti við kanónina.

Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum hjá Mentanarnevndini.

 

Avgerð: Tilmælini samtykt.

 

 

Mál nr.  56/2008 - Mentamál.

(J. nr. 08-23-21).

Hin 9. Apríl 2008 sendir Umhvørvisstovan skriv viðv. Umhvørvistiltakinum 2008, sum í stuttum gongur út uppá at finna ”Best røktu bygd”, men sum í ár verður broytt til, at  nú verður kappast í 3 greinum:

Best røkta bygd, býur ella býlingur.

Best røkta vinnuøki.

Sermerkt náttúruøki.

Harumframt verður virðisløn latin fyri “Besta átak” innan náttúru- og umhvørvisvernd v.m..

Nes kommuna kundi luttikið við t.d. Havnaøkinum á Toftum. Ella Toftavatni. Ella sólorkuskipanini í Tofta skúla, bara fyri at vísa á nøkur økir.

Mentanarnevndin mælir til, at Nes kommuna meldar seg til:

Havnaøki á Toftum,  sum best røkta vinnuøki.

Toftavatn, sum sermerkt náttúruøki.

Sólorkuskipanina í Tofta skúli, sum besta átak innan náttúru- og umhvørvisvernd.

 

Avgerð: Tilmælið frá Mentanarnevndini var einmælt samtykt.

 

 

Mál nr. 57/2008 - Havnamál.

Planeringin rundan um høllina hjá SEA-STAR.

Nú er byggingin hjá SEA-STAR komin so langt, at virksemið kemur at byrja í nærmastu framtíð og tí ynskja teir at fáa planera økið rundan um høllina.

Tekniska nevnd mælir til, at kommunan planerar økið sunnan-oman-og norðanfyri, meðan planeringin vestanfyri verður uml. 2 metur, so sjálv vegaføringin bíðar til seinni.

 

Avgerð: Tilmælið hjá Teknisku nevnd var einmælt samtykt.

 

 

Mál nr.  58/2008 - Mentamál.

Í skrivi dagfest 03.03.2008 vísur Hansen Piano Service, Toftir, á hvat finst av musikktólum (klaver v.m.) í Tofta skúla, og metur sjálvur, at nú nýggi skúlin verður tikin í nýtslu við sangstovu, aula, samkomu- og fimleikahøll, hevði tað verið mest hóskiligt við einum flygil.

Eitt flygil hevur eitt nógv vakrari og ríkari ljóð enn eitt klaver og hevur meira styrki.

Hann kann bjóða kommununi eitt gott flygil fyri 85.000,00 kr. og ynskir at fáa at vita hvat instrument kommunan hevði hugsa sær. 

Við tað at skúlin verður tikin í brúk í august og summarferian stundar til, og tað er leveringstíð uppá instrumentir, er neyðugt hjá kommununi longu nú at taka støðu til, um kommunan skal keypa eitt gott flygil til teir sangfacilitetir sum blíva í nýggja skúlanum.

 

Avgerð: Málið beint í Mentanarnevndina