Almenni Bygdarįšsfundurin 06.11.2006

 
Mįl nr. 70/2006 Havnamįl

Burturkast frį skipum.

Ķ januar 2006 samtykti bygdarįšiš eina takstskipan višv. burturkasti frį skipum. Bygdarįšiš samtykti į fundi 30.01.2006, at skipanin skuldi vera ein roynd fyri įriš 2006.

Stųša skal takast til um takstskipanin skal halda fram.

Havnafśtin metur, at inntųkurnar koma at svara įleiš til tęr śtreišslur, sum kommunan hevur ķ hesum sambandi.

Tekniska nevnd męlir til, śt frį tųlunum, at verandi takstskipan heldur fram.

Fķggjarnevndin tekur undir viš tilmęlinum frį Teknisku nevnd.

Avgerš: Tilmęlini samtykt.

 
 
Mįl nr. 71/2006 Byggimįl

Umsókn um śtbygging.

Hin 10.10.2006 sųkir Sp/f Haldur Vang, Toftir, um byggiloyvi til at gera kvist į verkstašiš og seta eina stóra hurš ķ vestureftir. Eisini sųkir hann um loyvi til at seta ein krandragara frį kvistinum į verkstašnum og oman į garšin, eystanfyri sethśsini soleišis, at byggielementir kunnu takast śt av verkstašnum vestureftir.

Sųkt veršur eisini um loyvi til at gera eitt wc ķ noršara enda į verk-stašnum nišan móti stušlarśminum, sambęrt tekning.

Tekniska nevnd męlir til at jįtta Sp/f Haldur Vang byggiloyvi til ętlanina, eftir vanligum treytum, og at neyšug marknašumskipan veršur framd millum bygningarnar į stašnum.

Avgerš: Tilmęliš samtykt.

 
Mįl nr. 72/2006 Byggimįl

Umsókn um byggiloyvi.

Hin 02.10.2006 sųkir Elin Lamhauge um byggiloyvi til bilhśs į matr. nr. 655. Bilhśsiš skal verša 8 m. langt, 5,5 m. breitt og 2,5 m. hųgt og veršur bygt sunnanfyri verandi sethśs viš Hųganesveg.

Tekniska nevnd męlir til at jįtta Elin Lamhauge byggiloyvi til bilhśs, eftir vanligum treytum.

Avgerš: Tilmęliš samtykt.

 
Mįl nr. 73/2006 Byggimįl

Umsókn um byggiloyvi.

Hin 11.10.2006 sųkir Jįkup M. Mikkelsen um byggiloyvi til uppķbygning sušur śr hśsinum į Toftavegi 57.

Ętlanin er at taka verandi hjall nišur og byggja ein tilbygning sušur śr hśsinum, sum veršur 5 x 4,6 m. viš slęttum taki.

Grannasįttmįli fyriliggur.

Tekniska nevnd męlir til at jįtta byggiloyvi til uppķbyggingina eftir vanligum treytum.

Avgerš: Tilmęliš samtykt.

 
Mįl nr. 74/2006 Havnamįl.

Nżggja atlųgusķšan.

Bygdarįšiš samtykti į fundi 14.juli 2006, at J & K Petersen skal gera 80 metra atlųgusķšu millum ferjuleguna og Ķskaiuna, og hevur eftirfylgjandi gjųrt av, at endarnir į spunsjarninum skulu fylgja somu linju, soleišis, at atlųgusķšan veršur 80 metur plus endar sum verša15 metur tils. t.v.s. 95 metur, uttan meirkostnaš fyri spuns.

Stųša skal takast til, um bryggjuhamarin eisini skal stoypast yvir teir 15 metrarnar.

Tekniska nevnd męlir til at gera bryggjuhamarin yvir allar 95 metrarnar.

Fķggjarnevndin tekur undir viš tilmęlinum frį Teknisku nevnd.

Meirkostnašurin veršur 242.775,00 kr. + mvg.

Avgerš: Tilmęlini frį Teknisku – og Fķggjarnevndini vóru einmęlt samtykt.

 
Mįl nr. 75/2006 Jaršarmįl.

Śtbjóšing av ųkunum C4 og D5.

Nes kommuna hevur samtykt at keypa undirlendiš til Blįkrossheimiš, sušur frį Agninum śti ķ Nes haga, og at gera grundstykkiš byggibśgviš.

Nś er broyting gjųrd ķ bżarętlanini, og kommunan skal taka stųšu til, hvussu arbeišiš viš at planera grundstykkiš skal bjóšast śt.

Eisini um bara sjįlvt grundstykkiš fyri heimiš skal vera viš ķ śtbjóšingartilfarinum, ella um vegurin vestanfyri ųkiš eisini skal vera viš.

Tekniska nevnd męlir til at bjóša arbeišiš višv. byggibśning av grundstykkinum hjį Blįa Krossi śt og somuleišis arbeišiš fyri vegnum sušur til D5 ųkiš.

Tekniska nevnd męlir til, at bišja Teknistovuna ķ Gųtu gera neyšugar tekningar og śtbjóšingartilfar, fyri C4 ųkiš, eftir tķ umrųšu, sum bygdarįšiš hevur haft um hetta ųkiš.

Fķggjarnevndin tekur undir viš tilmęlinum frį Teknisku nevnd višv. C4 ųkinum, sum višvķkur Blįkrossheiminum og vegnum sušur ķ D5 ųkiš.

Fķggjarnevndin męlir til, at vegurin ķ D5 ųkinum bert veršur nųkulunda fastlagdur, so leingi taš ikki er višgjųrt og avgreitt av Frišingar-myndugleikunum.

Avgerš: Tilmęlini frį Teknisku - og Fķggjarnevndini vóru einmęlt samtykt.

 
Mįl nr. 76/2006 Skślamįl

Foreldrafelagiš Heim og skśli.

Skriv er komiš frį Fųroya Kommunufelag višv. virkseminum hjį Foreldrafelagnum Heim og Skśli, sum Mentanarnevndin skal višgerša.

Stżriš hjį Fųroya Kommunufelag hevur į stżrisfundi 5.september samtykt at taka undir viš virkseminum hjį foreldrafelagnum Heim og Skśli.

Ķ įheitanini um undirtųku, sum Fųroya Kommunufelag hevur móttikiš frį Foreldrafelagnum, veršur vķst į, at tey ringu śrslitini frį PISA undankanningini hava vķst į stóra tųrvin, at foreldur gerast meira sjónlig ķ skślahųpi, og ķ stųrri mun enn higartil, kunnu vera viš til at stušla skślagongdini hjį bųrnunum.

Višvķkjandi fundar- og feršapeningi til limirnar ķ nevndini hjį Foreldrarįšnum, varš samtykt at boša Foreldrarįšnum frį, at taš er upp til einstųku kommununa at jįtta pening til nevndina.

Mentanarnevndin męlir til at taka undir viš skrivinum, og at neyšugur fundar- og feršapeningur veršur jįttašur.

Fķggjarnevndin tekur undir viš tilmęlinum frį Mentanarnevndini.

Avgerš: Tilmęliš frį Mentanar - og Fķggjarnevndini var einmęlt samtykt.

 
Mįl nr. 77/2006 Byggimįl

Hųganesętlanin.

Hin 25.oktober kom kostnašarętlan um skitsuprojektering fyri 1.byggistig av Hųganesętlanini frį Arkitektunum Anders Abraham og Hųgna T. Hansen uppį kr. 212.400 ķroknaš modell 1:200.

Fķggjarnevndin męlir til, at samlaša bygdarįšiš višgerš uppskotiš frį arkitektunum.

Avgerš: Bygdarįšiš samtykti einmęlt at taka av tilbošnum frį arkitektunum viš teirri treyt, at bygdarįšiš regluliga veršur kunna um tilgongdina, so śrslitiš veršur ķ trį viš ętlanirnar hjį bygdarįšnum.

 
Mįl nr. 78/2006 Fķggjarmįl.

Slųkkiśtgerš.

P/F Fųnix, sum leverar-, og serviserar eldslųkkjarar o.t., hevur giviš tilboš um levering og uppdatering av slųkki-śtgerš til allar stovnarnar hjį kommununi.

Fķggjarnevndin męlir til at taka av tilbošnum, og keypa teir eldslųkkjarnar v.m. iš mangla, ķ inniverandi įri, og at eftirlitiš byrjar 1.januar 2007.

Avgerš: Tilmęliš frį Fķggjarnevndini samtykt.

 
Mįl nr. 206/2006 Fķggjarmįl.

Havnabygging.

Viš taš, at havnageršin fer seinri ķ gongd enn ętla, (mįl nr. 74) verša ónżttar ķlųgur til havnagerš fyri fķggjarįriš 2006.

Fķggjarnevndin višgjųrdi hesa ķlųgu, og męlir til, at tann parturin, sum ikki fer til ķlųguna į havnalagnum, veršur flutt til keyp av lendi v.m. ķ ķdnašarųkinum millum Rętt og Saltnes.

Avgerš: Tilmęliš frį Fķggjarnevndini var einmęlt samtykt.