Tofta Havn: Best røkta vinnuøki
26. juni 2008
Á samkomu í Müllers Pakkhús í Havn í dag, bleiv Tofta Havn kosin Best røkta vinnuøki í landinum
Trřst ß myndina fyri fulla st°dd

Í 1997 og 2003 vann Sandavágur heiðurin sum Best røkta bygd, og aftur í ár var tað Sandavágur sum fór avstað við hesum heiðri. Nr. 2 gjørdist Bø, og nr. 3 bleiv Trøllanes. Hvannhagi í Suðuroy vann heiðurin Sermerkt náttúruøkið, og her gjørdist Toftavatn nr. 2. Heiðurin sum Best røkta vinnuøkið fór til Tofta Havn. Um Tofta Havn bleiv sagt: “Virðislønin fyri Best røkta vinnuøki verður latið einum havnarøkið. Økið er sum heild ruddiligt og væl skipað, við ruddiligum bingjuplássi og vælvirkandi móttøkuskipan fyri burturkast frá skipum. Lætt er hjá skipum at sleppa av við burturkasti uttan at gjalda serligan meirkostnað. Skeltingin á økinum er greið, og einki spillivatn rennur út í havnabasengið. Tað er eisini jaligt, at nýútbýgda havnarlagið ikki hevur breitt seg um alt økið, men hevur latið ein part av fjøruni ligið órørda. Á neiligu síðuni kann nevnast, at órudd, gamlir lemmar og líknandi sæst liggjandi á grótkastinum við havnina”.


Aftur