Jákup R. Hansen helt fyrilestur um Fríðrik Petersen
7. juni 2017
Í sambandi við minningargudstænastu í Fríðrikskirkjuni, 2. hvítsunnudag, helt Jákup R. Hansen, prestur og lektari í kirkjusøgu, fyrilestur um Fríðrik Petersen próvst, nú tað eru liðin 100 ár síðani hann andaðist. Her er fyrilesturin endurgivin
Trýst á myndina fyri fulla střdd

Fríđrikur Petersen – 100 ár eftir deyđa hansara

Fyrilestur í Fríđrikskirkjuni 5. juni 2017 kl. 18

 

Minningarorđ

Sunnudagin 29. apríl 1917 varđ tann nýggja kirkjan í Sandavági vígd. Virkandi próstur var Sandsprestur A. C. Evensen, og virkandi prestur var Christian Pedersen, sum viđ konu og seks břrnum var komin úr Danmark her undir heimsbardaganum fyri at loysa av í Vága prestagjaldi. Eftir prćdiku bar Pedersen, prestur, kirkjufólkinum deyđsbođini av Fríđriki Petersen, prósti. Pedersen hevđi veriđ prestur á Sandi 1896-1902 og hevđi tí kent Fríđrik bćđi sum starvsfelaga og sum próst. Um próstin segđi hann m.a., at hann bar hřvur yvir allar, mađur sum alt líviđ hevđi veriđ virkin fyri at gagna sínum fřđioyggjum. Av tí at starv hansara hevđi veriđ so frammarlaga, hevđi hann veriđ fyri nógvum álopum, men í deyđanum fóru allir spjótsoddar at verđa vendir frá honum. Prestur, sum hevđi stađiđ prósti nćr persónliga, segđi seg kunna vitna um hann, at hann hevđi kent seg tćtt knýttan at fólkinum og oyggjunum. Hann var vísur í, at próstur ofta undir síni drúgvu sjúkralegu í Keypmannahavn hevđi vent huganum heimeftir viđ ynskinum: "Guđ signi mítt fřđiland Fřroyar.”

  Minningarorđ vóru í tveimum fřroyskum avísum mikudagin 2. mai. Í einari avís fyltu tey alla fyrstu síđu og reiđiliga tađ. Petersen próstur var deyđur fríggjadagin 27. apríl, bara 64 ára gamal. Hann var ein týđandi mađur sum prestur, sum politikari, sum skald og ikki minst sum menniskja, skrivar blađiđ. Á řllum hesum řkjum hevur hann giviđ sínum fřđioyggjum nógv virđismikiđ, sum fer at liva leingi, og navn hansara fer at vera í minni, so leingi sum fřroysk tunga verđur talađ. Greitt verđur frá hansara menniskjansligu eginleikum, hansara góđa hjarta. Hann var ein meistari at bođa orđiđ, hevđi lćtt viđ at fáa áhoyrararnar í talu, so hann kundi bera gleđibođini til sálirnar og vekja nýtt lív. Hann virkađi fyri at fáa fleiri prestar í Fřroyum, og nýggjar kirkjur vóru bygdar. Nógv verđur í hesi grein gjřrt burtur úr hansara politiska virksemi sum lřgtings- og landstingsmađur. Sum skald hevur hann talađ til fólksins hjarta, og sjálvur hevđi hann tađ, sum hann ynskti řllum Fřroya břrnum: bćđi Tróndar skarpa vit og Sigmundar bjarta hjartalit.

  Ein onnur avís hevur minningarorđ, sum ein K. X. hevur skrivađ, á s. 2. Har er lagiđ eitt annađ. Vit taka nřkur brot: "Ein lítil fólkaflokkur sum hin fřroyski skapar ella fřđir ikki mong stórmenni. Tey teljast bćđi í řld og řldum. Próst Petersen var einki stórmenni, men hřvur hans rakk tó upp um almenningin her, ikki tí at hann sat á hćgri palli enn hini, men tí at hann var vitugur mađur og orđsnildur...

  Hevđi prósturin í síni střđu sum próstur, viđ sínum gávum og sínum evnum og viđ tí ikki so fámenta skara av fřroyskum prestum, hann hevđi uttan um seg til sín doyggjandi dag, stevnt at sama máli, sum hann ivaleyst ćtlađi sćr í ungdómsárunum: at reisa Fřroya mál og tá serliga Fřroya kirkumál á fřtur, so hevđi hann haft útint eitt verk, sum Fřroyingar hřvdu takkađ honum fyri um allar tíđir. Men hann legđi árarnar inn, ella rćttari: hann gav seg til at rógva andróđur. Hann fer tí snřggur av verđini frá tí fřroysku kirkjuni, iđ enn sum áđur saknar bćđi bíbil, lestrabók og sálmabók...


  Tá hansara ungdómskvćđir eru frároknađi, liggur tí heldur einki eftir tann gávuríka mann próstin á Nesi, sum fosturjřrđin kann takka honum fyri. Men vinsćlur mađur var hann og blídligur, og mong fell skemtan, har ein sat í friđaligum lag saman viđ honum.”

 

Stutt ćvisřga

Meira ymisk fáa minningarorđ nćstan ikki veriđ. Halda vit okkum til ćvisřgulig fakta, er tađ munandi lćttari. Fríđrikur var fřddur í Saltnesi 22. apríl 1853. Mamma hansara var Susanne Olesdatter uttan úr Forna á Nesi, og pápi hansara Johannes Petersen, ćttađur norđan úr Vági. Jóhannes í Skúla fekk lćraraprógv frá Jonstrup seminarium í 1840, var húslćrari hjá prestinum á Nesi, var ferđalćrari í bygdunum á Skálafjřrđinum og gjřrdist so lćrari í Saltnesi og seinni viđ Tofta skúla. Hann var deknur í Nes kirkju 1840-1888, og vinalag sýnist at hava veriđ millum lćrarin og Hammershaimb, sum gjřrdist prestur á Nesi í 1862 og próstur frá 1867-1878. Vinalag gjřrdist eisini millum synirnar hjá lćrara og presti. Hammershaimb, sum verđur kallađur fađir at tí fřroyska skriftmálinum, dugdi at eggja teimum ungu til at fáast viđ fřroyskt mál. Millum hansara lćrisveinar teljast frá tíđini í Kvívík Jóan Petur uppi í Trřđ og Kvívíks-Jógvan, og frá tíđini á Nesi má nevnast Jógvan Poulsen, lćrari á Strondum, sum skrivađi fřroyska bíbilsřgu eftir áheitan frá Hammershaimb. Og so sjálvandi Fríđrikur. Drongurin úr Saltnesi hevđi so stór málslig evni, at Hammershaimb helt, hann skuldi lesa til prest. Men fyrst gekk leiđin til Havnar í realskúla, tá hann var 12 ára gamal. Í 1869, 16 ára gamal, fór Fríđrikur til Reykjavíkar á latínskúla, og eftir seks árum tók hann studentsprógv og fór so til Keypmannahavnar í 1875 at lesa til prest. Hann tók teologiskt embćtisprógv í 1880, var prestur í Sandoyar prestagjaldi 1880-1885, í Suđuroyar prestagjaldi 1885-1900, og at enda prestur í Eysturoyar prestagjaldi og Fřroya próstur frá 1900, til hann doyđi í 1917.


  Um politikkin, sum tađ er so lćtt at gerast ósamdur um, fari eg bara at nevna, at hann var lřgtingslimur frá 1890, tá valdur fyri Suđuroynna, og síđani sum fastur limur, tá hann gjřrdist próstur. Í 1906 var hann viđ til at stovna Sambandsflokkin. Í tí danska landstinginum sat hann frá 1894-1902 og so aftur frá 1906. Eg fari heldur ikki í dag at gera nakađ serligt burtur úr hansara gerningi, hansara lívsstarvi, sum prestur og próstur. Uttan iva liggur ymiskt tilfar á sřvnum ella í privatari varđveitslu, sum hevđi veriđ vert at granskađ. Veit onkur um tílíkt, hoyri eg fegin frá teimum.

 

Verđsligur skaldskapur

Her vendi eg mćr heldur til hansara skrivligu avrik. Hann var ein av teimum fyrstu, sum yrktu sangir og sálmar í nútíđar dámi á fřroyskum máli. Hann var eisini ein av teimum bestu, og tađ sćst millum annađ aftur av tí, at hann stendur fremstur í teimum fyrstu fřroysku sangbókunum, sum báđar komu út í Keypmannahavn: Fřriskar vysur frá 1892 – Har eitur fyrsti sangur "Lítlar oyggjar, sum Fřroyar eita,” og Fríđrikur eigur ikki minni enn sjey ađrar vísur í bókini frá tí glađu studentatíđini á Garđi. Smásangir og Sálmar eitur tann nćsta bókin, Keypmannahavn 1899, og aftur stendur Fríđrikur fremstur, millum sangirnar viđ "Eg oyggjar veit” og millum sálmarnar viđ "Gleđilig jól.”


  Tvćr viđmerkingar skal eg gera um tann partin, sum vit kunnu kalla verđsligan skaldskap. Tann fyrra er, at Chr. Matras, sum var fyrsti professari í fřroyskum máli og bókmentum, er sera hugtikin av Fríđriki. Í síni fřroysku bókmentasřgu skrivar hann: "Lítiđ er tađ í rúgvu, tađ hann yrkti, tó er hann ikki bert fyrsta, men eisini besta fřđilandsskald okkara. Meginparturin av tí, sum annars er av slíkum songskaldskapi, er deyvt í myndum og máli afturímóti. Tađ besta í songum Fríđriks eru tćr stórtřknu myndirnar, hann viđhvřrt finnur av náttúru okkara, so at vit kenna Fřroya land í sínum ćvinliga sterka sambandi viđ hav og sól og himmal – hřgt loft og tćr veldigu kreftir úti í rúminum.  Um somu tíđ eru myndirnar einfaldar og alfřroyskar... Í 1878 kom ein hřvuđssongur hans "Hvat kann rřra hjartastreingir.” Eisini hesin songur er gjřrdur eftir mynstri, men so reinar, magnandi og heilfřroyskar eru myndirnar úr náttúru og fólkalívi, at hann er sum eitt lítiđ meistaraverk.”


  Í bókini Nřkur mentafólk vísir Matras á, at tađ hjá Fríđriki, sum sýnist okkum sjálvfřtt ella vaksiđ beinleiđis upp úr góđum heimamáli, ofta hevur útlendska grund, kanska serliga íslendska, undir sćr – tađ er skaldiđ viđ sínum snildargávum, sum hevur gjřrt tađ útlendska so heimafjálgt, at tađ kennist, sum tađ var rótfřroyskt. Úr fyrsta tjóđsangi okkara, "Eg oyggjar veit,” nevnir Matras sum dřmi orđini silvurblátt, himmalreint og sólarlag.


  Men eg havi eisini hug at gera eina viđmerking um tađ, sum í teimum ljótaru minningarorđunum varđ kallađ hansara ungdómskvćđir. "Hví helt Fríđrikur ikki fram alt lív sítt at yrkja og arbeiđa eftir sama leisti?” tykist spurningurin at vera. Ein danskur bókmentafrřđingur, sum eitur Erik A. Nielsen, hevur skrivađ eina stóra og lćrda bók um Thomas Kingo. Fyrst greinar og tulkar hann ungdómsyrkingarnar hjá Kingo og kemur til ta niđurstřđu, at tađ lá sera vćl fyri hjá honum at yrkja spískar og skemtiligar tćttir og yndisligar kćrleiksrímur. Men so leggur Kingo á annan bógv og fasta kós, har hann fer at nýta sínar skaldagávur í somu tćnastu, sum hann alt líviđ kemur at standa í. Hann verđur prestur og biskupur, og hřvuđsverk hansara eru ikki tćttir og rímur, men teir veldigu sálmarnir. Er tađ tá at undrast á, at Fríđrikur í sínum lívsstarvi millum menniskju og fyri menniskju, sum prestur og politikari, verđur meira sjálvkritiskur og bara letur slíkt úr hondum, sum hann veit, kann byggja upp, kann venda huginum til Guđs og geva menniskjum troyst og sćlu?

 

Kirkjuklokkur

Tađ kann eisini sita heilt óalmindiliga vćl. Í teimum vakraru minningarorđunum varđ umtalađ, at Fríđrikur í síni próstatíđ gleddist um at síggja nýggjar kirkjur verđa bygdar. Ja, verđur fortalt, í fleiri fřroyskum kirkjum hanga kirkjuklokkur viđ innskrift, sum próstin hevur sett saman. Okkurt dřmi kann eg taka fram, hóast yrkjarin ikki altíđ er nevndur, har sum kirkjuklokkur verđa umtalađar, t.d. í bókini hjá Janusi Mohr: Fjálgasta friđskjól á foldum. Rćttiliga vist man tađ vera, at Fríđrikur eigur innskriftina á kirkjuklokkuni á Tvřroyri frá 1908:

  Himnadrotti lov og dýrd eg syngi

  Mannabřrnum friđarbođ eg ringi.


Um klokkuna í Leirvíkar kirkju, sum er frá 1906, skrivar Martin Fjalstein: "Líkt er til, at prósturin hevur mćlt kirkjuráđunum til at hava klokkutekstir á fřroyskum, hóast kirkjumáliđ tá var danskt, og helst eigur hann eisini orđini í tí líki, tey eru nú:

  Harrin kallar

  Heim til hallar

  Sálir allar.


Og so tann hjartaliga innskriftin á kirkjuklokkuní í Hesti frá 1911, sum hevur beinleiđis samband viđ hendingar, iđ hava veriđ bygdini fyri. Fríđrikur letur klokkuna siga:

  Eg milda geri sorg

  Og gleđi trygga.

 

Lestrabókin hjá biskupi

Hóast Fríđrikur ikki gav okkum nakra fřroyska lestrabók, eigur hann kortini sín part í tí fřroysku lestrasřguni. 7. aug. 1901 skrivar próstin til Fřroya lřgting. Hann  ger vart viđ, at onnur tekstarřđ er innfřrd í 1895, fyri at kirkjufólkiđ skal hoyra střrri part av Halgubók í kirkjuni. Fřroysk kirkjuliđ fáa tó lítiđ gagn av hesum, av tí at so fá teirra eiga lestrabřkur viđ prćdikum yvir tey nýggju evangeliini. Hann ger tí vart viđ, at Sćlands - og tí eisini Fřroya - biskupur, Dr. Skat Rřrdam, áriđ fyri hevur útgiviđ eina slíka bók yvir ađru tekstarřđ: Naadens Aar. Bćđi formur og innihald hóskar sera vćl til uppbyggingar, og tí loyvir hann sćr at heita á lřgtingiđ um at játta pening úr kirkjukassanum, so allar kirkjur kunnu fáa hesa bók. Og so verđur: 11. nov. 1901 skrivar Fríđrikur til allar prestar og sigur frá, at teir kunnu fara inn á gólviđ hjá Jacobsen, bókhandlara í Havn eftir bókum til sínar kirkjur. Samstundis mćlir hann til,  at henda lestrabók verđur nýtt í tí nýggja kirkjuárinum. At prćdikurnar hjá biskupi hava veriđ lisnar um alt landiđ, er hugaligt at hugsa sćr, og eftir innihaldinum at dřma hava tćr havt sum endamál at varđveita ta luthersku lćruna um sakramentini bćđi, dóp og altarborđ.

 

Fađirvár

Ein dagin ringdi ein mađur til mín viđ einum spurningi um Fađirvár: "Eiga vit at siga: "Tú, sum ert í himlinum, ella Tú, sum ert í himlunum?” Eg helt, eg skuldi greiđa honum eitt sindur frá fleirtalsorđum viđ eintalstýdningi, men steđgađi so á: "Skulu vit ikki heldur vita, hvat týđarin sjálvur segđi?” Hann, sum spurdi, hevđi mestsum hug at flenna. Fyri hann var tađ ein heilt nýggjur tanki, og púra óvćntađur, at nakađ vanligt, deyđiligt menniskja hevđi umsett Fađirvár. Var tađ ikki bara ein břn, sum řll áttu?


  Eg fór so og fann eitt avrit av tí greinini íFćrřsk Kirketidende frá 1892, har Fríđrikur Petersen letur prenta sína fřroysku umseting av Fađirvár. Har stendur "...tú sum ert í himlunum!” Men ikki minni týdning hevur tađ, at Fríđrikur eisini kemur viđ eini frágreiđing um, hví hann hevur umsett Harrans břn.  Í einum řđrum eintaki av Kirkjutíđindum hevur hann lisiđ: "Din Trosbekjendelse og dit Fadervor vil du jo med lethed kunne oversćtte pĺ dit modersmĺl til brug ved din hjemmeandagt.” Hesum er hann ósamdur í. Hann hevur hildiđ tađ vera sera trupult at finna hóskandi og beinrakin orđ, sum kunnu hjálpa okkum at skilja břnina, og tađ má tá vera endamáliđ viđ eini umseting! Fřroyskt eigur so fá tílík orđ, tí fřroyskt mál hevur í řldir ikki veriđ brúkt sum andaligt mál. Hesi seinnu árini er tó hjá střđugt fleiri fólkum vaknađ ein kensla fyri at nýta ta fřroyska móđurmáliđ nógv meira enn fyrr, og tí kann eisini hugsast, at summi kenna trongd til at bera sína dagligu břn til Guđs fram á tí máli, tey sum břrn hava lćrt í móđurfangi og á fađirs knřum, og at lćra síni břrn at biđja til Fađirin á himli viđ orđum, sum koma frá hjartanum. Frágreiđingin endar viđ hesum orđum: "Til endans vil eg siga viđ řll foreldur: Tá iđ tit lćra tykkara břrn Fađirvár, so lćriđ tey ikki at ‘lesa’ břnina, men lćriđ tey at ‘biđja’ hana, og tađ gera tit best viđ sjálvi at biđja hana fyri teimum og saman viđ teimum.”

 

Sálmarnir

Fríđrikur yrkti bara tríggjar sálmar, "Gleđilig jól” í 1891, "Tíđin rennur sum streymur í á” í 1892, og "Deyđi, hvar er nú broddur tín” í 1900. Kóriđ fer at syngja "Tíđin rennur” um eina lřtu, og eg velji henda eina sálm sum grundarlag fyri at siga eitt sindur um Fríđrik sum sálmaskald.


 "Tíđin rennur sum streymur í á” er ein nýggjárssálmur, helst yrktur um ársskiftiđ 1891/92. Nýggjársdagur er sum kunnugt áttandi dagur jóla, og tí hevur hann í kirkjuni veriđ hildin sum tann dagur, Jesus varđ umskorin og fekk navn. Prćdikutekstur eftir gomlu tekstarřđ er tađ týdningarmikla řrindiđ Luk 2, 21: "Og tá iđ átta dagar vóru lidnir, og hann skuldi verđa umskorin, tá varđ navn hansara kallađ Jesus, soleiđis sum tađ var kallađ av einglinum, áđrenn hann var gitin í móđurlívi.” Martin Luther legđi dent á, at prestarnir henda dag áttu at prćdika um Jesu navn heldur enn at viđgera 1. januar sum eina nýggjársfest, sum teir ofta í roynd og veru mundu gera eins og fjřldin av áhoyrarum teirra. Tá iđ danska fólkakirkjan í 1885 fekk sína nýggju tekstarřđ, sigrađi atlitiđ at nýggjárinum og tíđarinnar ferđ viđ epistlinum Ják 4, 13-17 og evangeliinum Matt 6, 5-13 (Fađirvár). Og satt er tađ, at Fríđrikur hevur tíđarinnar streym sum evni, tá iđ hann yrkir sín nýggjárssálm; men líka satt er tađ eisini, at hann setir Jesu navn inn í sína bođan á slíkan hátt, at tađ ger allan munin.

 Eg dugi ikki at síggja, at myndin av tí einsamalla menniskjanum í tí lítla bátinum á veg oman eftir ánni er serliga fřroysk - so stórar eru áirnar sjáldan her á landi. Fríđrikur dugir at yrkja um sjógvin og bátin, og tađ er bćđi vakurt og ítřkiligt, tá iđ hann lýsir storm her á  landi:

...tá "brimiđ stórar klettar ber

langt upp á mřl –

tá bát at temja gaman er

viđ stýrisvřl.”

 Ella dýrdarveđur um summariđ:

Tá "haviđ, troytt av at berjast viđ teg,

viđ tínar fřtur hvílir seg.”


 Men í nýggjárssálminum hevur skaldiđ heldur fingiđ íblastur úr Íslandi, har vit minnast, at hann búleikađist sum ungur í seks ár. Tey flestu, sum ferđast á Reykjavíkarleiđini, munnu leggja leiđina fram viđ Gullfossi, har tann breiđa áin streymar viđ miklari ferđ, áđrenn hon bóltar oman í tann ógvisliga fossin. Fríđrikur er lýriskt skald. Tađ er viđ teimum nógvu endurtřkunum og teimum - at síggja til - smáu broytingunum, hin stóra sřgan verđur sřgd. Fólk flest kenna sálmin í tí styttu útgávuni í Sálmabók Fřroya Kirkju, soleiđis sum hann verđur sungin í kirkjuni og vanliga eisini av kórum og sangarum. Skulu vit skilja verkiđ hjá skaldinum, noyđast vit tó at kanna sálmin í síni fullu longd, soleiđis sum tit kunnu lesa hann í tí gomlu sálmabókini, og soleiđis sum eg havi avtalađ viđ kóriđ at syngja hann her í dag.


 Fríđrikur yrkir ein langan sálm viđ sjey versum, men nýtir bara trý ymisk řrindissniđ, og tađ, hann umtalar, er ikki ítřkiligt, men alment, symbolskt: A (Báturin í tíđarinnar streymi), B (Hin dragandi fossurin ella deyđin) og C (Vinurin). Afturfyri verđa tey řll endurtikin, sniđiđ A enntá tríggjar ferđir. Jesu navn verđur bara nevnt eina einasta ferđ; men kanna vit eftir, hvar í sálminum tađ er, síggja vit, at tađ er í sjálvum hjartanum á sálminum – fyrsta orđ í triđju reglu í fjórđa versi. Jesus er fyrsta orđ í seinnu helvt av sálminum. Hin stóri gleđibođskapurin nýggjársdag er, at Jesus kann fřra mín lítla bát. At síggja til er so lítiđ broytt; men fyri tann, sum trýr á Jesus, er alt broytt viđ honum, sum á jólum lćt seg fřđa inn í tíđarinnar streym.


 Í teimum styttu útgávunum eru vanliga vers 5 og 6 lřgd burturímillum. Grundgevingin man vera tann, at hetta eru tćr beru endurtřkur - vers 5 er meinlíkt vers 1 - og at her hendir vćlsignađ lítiđ. Men hetta sama kann eins vćl verđa nýtt at grundgeva fyri at varđveita júst hesi versini. Tey siga frá, at hóast Jesus er í bátinum - hóast ein í trúnni hevur Jesus viđ sćr - er tíđarinnar streymur framvegis hin sami og deyđin líka vísur, sum hann var. Hesi korini eru ikki broytt; men kenslurnar, sum verđa lýstar í řrindissniđinum B, broytast frá trongd og tyngd til gleđi og tryggleika. So stóran mun ger trúgvin á Jesus, at hin kristni nú kann liva hitt avmarkađa foldarlíviđ í trúgv á ćvinleikan og undir rakstrarrópinum "Fram í Harrans navni.” Er eitt einasta orđ, sum eigur at verđa prćdikađ nýggjársdag, so er tađ navniđ Jesus!

 

Niđurstřđa

Eg komi til niđurstřđuna, og hon verđur stutt. Er tađ veruliga so, sum vit hoyrdu í minningarorđunum frá 1917, at burtursćđ frá ungdómskvćđunum lá einki eftir tann gávuríka mann, próstin á Nesi Fríđrik Petersen, sum hansara fosturjřrđ kundi takka honum fyri? Sjálvandi eri eg djúpt ósamdur. Kanska hevur hann ikki giviđ okkum ta stóru rúgvuna, kanska hevur hann ikki politiskt og málsligt stríđst á teimum hermótum, sum summi ynsktu. Men vit hava í hesum fyrilestri hoyrt um nakrar so sjáldsama vakrar gimsteinar, sum ikki finna sín líka á fřroyskum máli, um nakrar gávur til tađ kristna fólkiđ í Fřroyum, sum verđa eins nógv brúktar í dag og nakrantíđ.


  Til dřmis haldi eg ikki, at nakar annar fřroyskur nýggjárssálmur verđur so nógv sungin bćđi á nýggjárinum, til jarđarferđir og ađrar tíđir viđ, sum sálmurin hjá Fríđriki Petersen: "Tíđin rennur sum streymur í á.”


  Eg haldi heldur ikki, at tađ er nakar annar fřroyskur jólasálmur, sum lýsir Guđs rćttvísgerandi náđi so vćl sum tann einfaldi og yndisligu sálmur, iđ hvřrt mansbarn dugir uttanat: jólasálmurin hjá Fríđriki: "Gleđilig jól.”


  Og eg eri fullvísur í, at tađ er ein eingin onnur břn, sum verđur biđin hvřnn tann einasta dag av móđurfangi og av fađirs knřum, av biđjandi vřrrum og úr trúgvandi hjřrtum á sama hátt sum Fađirvár í umsetingini hjá Fríđriki Petersen.


  Tađ er ikki einki!

 

Jákup Reinert Hansen







Aftur