Bókasavnsnevndin skipað seg
17. mars 2017
Nýggja nevndin fyri bygdabókasavnið í Tofta skúla skipaði seg á fundi mikukvøldið, og Josefina Jacobsen heldur fram sum forkvinna
Trýst á myndina fyri fulla stødd
Fv. Lis í Jákupstovu, Solveig Debess, Jaspur Langgaard og Josefina Jacobsen

Nevndin fyri bygdasavnið verður vald eftir hvørt bygdarráðsval, og nýggja bygdarráðið hevur valt Josefinu Jacobsen, Solveig Debess og Jaspur Langgaard í nevndina. Jaspur Langgaard er nývaldur, og kemur hann í nevndina fyri Asbjørn Vang, sum ikki ynksti at halda fram.

Á fundinum mikukvøldið takkaði borgarstjórin, Jóhannus Danielsen, Asbirni fyri góða og trúgva tænastu í bókasavnsnevndini í 42 ár. 

Nes kommuna hevur havt bygdabókasavn síðani 1968.

Bygdabókasavnið hevur opið mánadag frá kl. 16.00 til 18.00 og mikudag frá kl. 19.00 til kl. 21.00. Lis í Jákupstovu er bókasavnsvørður.



AsbjørnVang


Aftur