Nýggja bygdarráðið skipað seg
1. desember 2016
Á almennum bygdarráðsfundi í gjárkvøldið skipaði nývalda bygdarráðið í Nes kommunu seg. Jóhannus Danielsen heldur fram sum borgarstjóri og Súni í Hjøllum heldur fram sum varaborgarstjóri
Trýst á myndina fyri fulla stødd
Fv.: Høgni Hansen, Dakko Petersen, Elin á Torkilsheyggi, Jóhannus Danielsen, Súni í Hjøllum, Kaj Eli Hansen og Niclas Davidsen

Hesi 7 blivu vald í bygdarráði á kommunuvalinum 8. November 2016:

 

Jóhannus Danielsen, 158 atkv.

Súni í Hjøllum, 129 atkv.

Niclas Davidsen, 82 atkv.

Elin á Torkilsheyggi, 71 atkv.

Dakko Petersen, 59 atkv.

Kaj Eli Hansen, 49 atkv.

Høgni Hansen, 45 atkv.

 

Tær føstu nevndirnar blivu mannaðar soleiðis:

 

Fíggjarnevnd

Jóhannus Danielsen, Súni í Hjøllum og Høgni Hansen.

Varalimir: Kaj Eli Hansen og Elin á Torkilsheyggi.

 

Tekniska nevnd

Niclas Davidsen, Dakko Petersen og Elin á Torkilsheyggi.

Varalimir: Súni í Hjøllum og Høgni Hansen. 

 

Mentanarnevnd

Elin á Torkilsheyggi, Høgni Hansen og Dakko Petersen.

Varalimir: Niclas Davidsen og Súni í Hjøllum.

 

Trivnaðarnevnd

Kaj Eli Hansen, Niclas Davidsen og Súni í Hjøllum.

Varalimir: Dakko Petersen og Elin á Torkilsheyggi.

 

Í ymisku kommunalu samstørvini blivu hesi vald.

 

Eysturoyar kommunala skattakærunevnd

Jóhannus Danielsen og varalimur Kaj Eli Hansen.

 

Roðin økistænastan

Jóhannus Danielsen og Elin á Torkilsheyggi og varalimir Dakko Petersen og Niclas Davidsen.

 

Skálafjarðar Kommunla Sløkkilið

Jóhannus Danielsen og varalimur Dakko Petersen.

 

Kongshavnar havn

Súni í Hjøllum og varalimur Høgni Hansen.

 

Umboðsráðið í SEV

Dakko Petersen og varalimur Súni í Hjøllum.


Umboð í IRF

Kaj Eli Hansen og varalimur Elin á Torkilsheyggi.

 

Skúlastýrið í Tofta skúla

Niclas Davidsen og Høgni Hansen.

 

 

Nevndirnar eru soleiðis einmælt  valdar tey komandi 4 árini.




Aftur