Nes kommuna


Kommunuskrivstovan
Toftavegur 3
FO-650 Toftir
Tel.   +298 44 75 86
Fax +298 44 83 13
Teldupostur:
nes@nes.fo
 


Nes kommuna umfatar bygdirnar Nes, Toftir og Saltnes.
Íbúgvaratalið tann 01.01.2016: 1.237 fólk.

Saltnes er frá 1837 og er ikki markatalsbygd, men umfatar økið fram við sjónum, frá Runavík og út um Árnasker í Saltnesi.
Í Saltnesi eru í dag 42 hús og her búgva 119 fólk.
Tær fyrstu búsetingarnar í Saltnesi vóru:
1. Á Gráasteini.  2. Í Skúla.  og 3. Inni á Roykheyggi.
 
 
Nes er markatalsbygd frá 1541, tá Heini Havreki búsetti seg har, og t.d. er Æðuvík niðursetubygd frá Nesi.
Nes umfatar í dag økið frá Gerðinum og eystur í Líð.
Á Nesi eru í dag  69  hús og her búgva 326 fólk.    
Tær fyrstu  búsetingarnar á Nesi vóru:
1. Prestargarðurin, 2. á Torkildsheyggi, 3. Fyri uttan garð

Toftir er markatalsbygd frá landnámstíðini, og t.d. er Rituvík niðursetubygd frá Toftum.
Toftir umfatar í dag økið frá Gerðinum  úti á Nesi og inn á Høganes.
Á  Toftum eru í dag  258 hús og her búgva 792 fólk.
Tann fyrsta búsetingin á Toftum var:
Millum áirnar:  Fossánna og Hellánna, og hetta økið er framvegis heimrust.